Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018 SOSIALURIN 88 9 hjá Huawei, men hava tær gjørt tað í fleiri ár, sambært Reuters tíðinda­ stovuni. Orsøkin hevur verið tætta til­knýti hjá felagnum til kinesisku stjórnina og møguleikan fyri, at teirra tøkni verður brúkt at njósna við, men higartil hevur tað ikki verið nokk til at støðga felagnum at virka. Kinesiska felagið hevur eisini gjørt sítt fyri at sannføra vestur­ heim­in um, at tað ikki rennur ør­indi fyri kinesisku stjórnina. Í millum annað Bretlandi hevur felag­ið veitt stjórnina fulla at­ gongd til at halda eftirlit við og kanna tøknina fyri at beina burtur allan stúran um njósnaravirksemi, sam­bært Reuters, ið eisini upplýsir, at Nýsæland og Týskland hava líkn­andi avtalur, Sostatt tóktist, at Huawei fekk frið at virka hóast ivamál vóru um felagið, men í byrjanini av 2018 broytt­ist hetta, tá Fregnarnevndin hjá amerikansku kongressini hevði ein hoyring um málið, har millum annað Christopher Wray, stjóri í amerikanski samveldisløgregluni FBI, bleiv spurdur um kinesisku tøknifyritøkuna. - Vit stúra fyri vandanum at lata nakra teldu ella eind, ið er knýtt at eini útlendskari stjórn, ið ikki hevur somu virðir sum vit, fáa eina valds­støðu í okkara fjarskiftisneti. Tað veitir møguleikan at leggja trýst á og fáa tamarhald yvir okkara fjarskiftisneti. Tað veitir møgu­leikan fyri at gera illviljaðar broyt­ingar ella stjala upplýsingar. Og tað veitir møguleikan fyri at njósna, uttan at vit kunna varnast tað, segði leiðarin fyri FBI sambært amerikanska miðlinum Newsweek. Frammanundan hevði ein frá­ greið­ing hjá amerikansku fregnar­ tænastu­ni frá 2015 staðfest, at felagið hevur eitt tætt tilknýti til kines­iska kommunistaflokkin, ið er beinleiðis orsøkin til sterku støðuna hjá felagnum. - Við at fáa yvir 637 milliardum krón­um í stuðli ella beinleiðis fígg­ ing frá kinesisku stjórnini, megnar Huawei at bjóða amerikanskum fyri­tøkum, ið ongan illgruna hava, bílig tilboð, ið eru torfør at takka nei til, fyri at fáa atgongd til amerikansk net, skrivaði FBI í frá­ greiðingini. Politiskt spæl og tollverja Huawei hevur avvíst allar ákærur, ið amerikanska fregnartænastan hevur reist og í viðmerking til grein­ina hjá Newsweek verður víst á, at lond um allan heimin sam­ starva við felagið. - Huawei hevur álitið hjá stjórn­ um og kundum í yvir 170 londum um allan heim og er ikki ein størri hóttan enn nakar annar seljari á marknaðinum. Fleiri amerikanskir miðlar hava eisini sátt iva um stúranina hjá amerikansku stjórnin og vísir millum annað journalisturin Leo­ nid Bershidsky í grein í Bloom­berg, at ávaringarnar frá FBI-stjóranum og øðrum fregnar­tænastum mest tykjast at vera ein partur av einum politiskum spæli. - Amerikanskir kundar eiga skilja hesar ávaringar sum politiskt spæl og illa goymd tollverja, heldur enn at stúra fyri trygdina av teirra sam­skifti, skrivar journalisturin. Hann vísir á, at um nøkur njósnara­tøkni var í útgerðini hjá Huawei, so høvdu myndugleikarnir av­dúka tað. Harumframt hava amerikanskir myndugleikar einans funn­ist at tveimum kinesiskum tøkni­fyritøkum, Huawei og ZTE, meðan aðrar sum Lenovo sleppa at virka uttan illgruna, hóast tey eru í somu støðu. Veruliga or­søk­ in til ávaringarnar metir hann er, at amerikanskar fyritøkur óttast eina líknandi støðu sum í Evropa, har Huawei og ZTE vinna ein alsamt størri part av far­tele­fon­ marknaðinum. Stórveldi ressast Men hóast nakrar røddir hava roynt at vart kinesiska tøknirisan, so hevur kritikkurin fingið fóta­ festi og eru avleiðingarnar sjónligir í dag. Vinnuligu møguleikarnir á amerikanska marknaðinum eru minkaðir munandi síðan ákær­ur­ nar blivu almennar, meðan bæði kanadiska og avstralska stjórnin nú tykjast at venda kinesiska tøkni­risanum baki. The Sydney Morning Herald skriv­ar, at hóast nýggja 5G netið í Avstralia verður ment av privat­ um, so hevur avstralska stjórnin heim­ild at seta forboð fyri ávísum veitarum við grundgeving um land­sins trygd. Tað er tann áset­ ingin, ið avstralska stjórnin eftir øllum at døma fer at brúka fyri at steðga møguleikanum hjá Huawei at sleppa upp í part. Dulnevndar stjórnarkeldur, ið hava tosað við Reuters, siga, at tað er tætta tilknýti til stjórnina, ið er at­voldin til forboðið. - Tað er ein kinesisk fyritøka og undir kinesiskari lóg, so skulu tey ar­beiða fyri teirra fregnartænastu, um tey fáa boð um tað, sigur keldan við Reuters. Ein ákæra, ið John Lord, tals­ maður hjá Huawei í Avstralia, av­ vísir, tí umtalaða lógin ikki er gald­ andi fyri virksemið hjá felag­num uttanfyri Kina. HALLUR@SOSIALURIN.FO Myndatøka tá nýggja avtalan bleiv undirskrivað Ovast frá vinstru: Johan Dahl, umboð fyri Huawei í Føroyum, Ómar Svavarsson, nevndarformaður í Føroya Tele, David Tang, evropeiskur stjóri í Huawei, Hugo Gaoyu, tøknistjóri fyri Huawei í Danmark, Føroyum og Grønlandi og Henning Knudsen, viðskiftaráðgevi í Huawei. Fremst til vinstru: Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele, Lan Yang, stjóri í Huawei fyri Danmark, Føroyar og Grønland