Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018 SOSIALURIN 88 8 HALLUR AV RANA T á kanadiskir fjølmiðlar fyrr í vikuni kundu av­ dúka, at kanadiski for­ setin Justin Trudeau stúrir fyri leiklutin hjá kinesisku tøknifyritøkuni Huawei í fram­ leiðsluni av 5G netinum í norður­ amerikanska landinum, byrjaði eitt mynstur at hómast. Alsamt fleiri heimsveldir eru farin at hyggja nærri upp á samstarvið við tøkni­fyritøkuna, ið seinnu árini er voksin til at gerast ein av heimsins før­andi innan tøknivinnuna og gongur á odda at menna 5G net kring heimin. Seinastu mánaðirnar hava bæði amerikanskir og avstralskir myndug­leikar varskógva, at alt ikki ruggar rætt við Huawei. Ill­ gruni er nevniliga um, at felagið kann njósnast fyri kommunistisku stjórn­ina, ið tað er undirlagt. Tað hevur millum annað ført við sær, at amerikanskir myndugleikar hava bannað almennu stovnum og herinum at brúka kinesiska merk­ið við ávísing til trygdina hjá tjóð­ini í huga. Samstundis hevur amerikanska stjórnin lagt trýst á privatar fyritøkur at steðga samstarvinum við kinesisku fyritøkuna og sølu av teirra fartelefonum og øðrum. Tað hevur millum annað ført við sær, at amerikansku telefyritøkurnar AT&T og Verizon eru bakkaðar úr av­talum við Huawei og handils­ ketan Best Buy er steðga at selja far­telefonirnar hjá felagnum. Meðan einki beinleiðis forboð er sett fyri virkseminum hjá Hua­ wei í USA, so er líkt til, at eitt slíkt skjótt kemur í Avstralia. Í sam­ band við menningina av nýggja 5G netinum í Avstralia hevur Hua­ wei verið millum fyritøkurnar, ið hevur bjóðað seg fram at átaka sær uppgávuna og selja neyðuga tøknina. Men avstralskir myndug­ leikar hava tikið amerikansku ávar­ingarnar til sín og bendir alt á, at Huawei nú fær forboð fyri at luttaka í menningini av avstralska 5G netinum. Tætt føroyskt samstarv Meðan stórveldini eru farin at gera vart við seg, so er støðan ein heilt onnur í Føroyum, her almenna tele­fyritøkan Føroya Tele og privati kappingarneytin Vodafone bæði hava eitt tætt samstarv við kinesiska tøknirisan. Og meðan Av­stralia og Kanada meta, at tað er best fyri landsins trygd, at kin­ verjar ikki sleppa at eiga eina hond í menningini av landsins neti, so er Huawei veitari til netið hjá bæði Vodafone og Føroya Tele. Tá almenna partafelagið Før­oya Tele, ið Føroya landsstýri eigur, fyri trimum árum síðan skuldi fara undir nýggja 4G LTE netið hjá felagnum, ið skuldi veita før­ oy­ingum betri og skjótari internet, tók felagið avgerð um, at enda eitt aldar­gamalt samstarv við svensku tele­fyri­tøkuna Ericsson. Nýggi sam­starvsfelagin var kinesiski tøknirisin Huawei. Í ársfrágreiðingini hjá Føroya Tele sæst, at ikki bara gjørdi felag­ið eina avtalu við kinesisku fyri­tøku­ na um nýggja netið hjá felag­num, men megnaði fyritøkan eisini at sannføra føroyingar um eitt meira umfatandi samstarv. - Føroya Tele avgjørdi at bjóða ar­beiðið út at gera nýggja 4G LTE net­ið. Endin varð, at Føroya Tele – eftir at hava samstarvað við Erics­ son í meira enn eina øld – avgjørdi at gera avtalu við nýggjan veitara, Huawei úr Kina. Huawei, sum er ein av heimsins størstu veitarum av sínum slag, kundi veita ta bestu tøkni­na og gera arbeiðið skjótast og bíligast. Harumframt sannførdi Hua­wei Føroya Tele um sínar fram­tíðar visjónir, og at felagið veru­liga ætlar at seta Føroyar í mið­depilin, tá nýggjar tænastur verða mentar frameftir. Hetta er eitt risastórt framstig fyri Føroyar sum samfelag, skrivar felagið í árs­ frá­greiðingini. Eitt ár seinni kundi fyritøkan í árs­frágreiðingini fyri 2016 fegnast um úrslitið av góða samstarvinum við kinesiska felagnum, tá stað­ festast kundi, at alt farnetið varð skift út og uppstigað. Og samstarvið gjørdist uppaftur meira umfatandi, tá Føroya Tele 3. mars 2017 kunngjørdi, at avtala var undir­skrivað um víðkað strategiskt sam­starv millum feløgini. Nýggja av­talan innibar, at Huawei skuldi vera við at menna nýggja farnetið í Føroyum. - Nýggja samstarvið ger, at Før­ oy­ar í nógv ár fram verða í fremstu røð innan fjarskiftisøkið, og at vit longu í ár koma at merkja ágóð­ an av hesum samstarvinum, tá ið lunnar verða lagdir undir eitt framtíðar 5G farnet við at íverk­ seta 4.5G, skrivaði Føroya Tele í tíðindaskrivi tá avtalan bleiv kunn­ gjørd. Amerikanska fregnar­ tænastan ávarar Tað er tó einki nýtt, at vestur­heim­ urin heldur eyga við virkseminum SAMSTARV: FT & Huawei Í Kanada, Avstralia og USA verður stúrt fyri, at kinesiska tøknifyritøkan Huawei njósnast fyri kommunistisku stjórnina, ið fyritøkan er undirløgd. Tí er man í ferð við at avmarka teirra virksemi og seta forboð fyri, at tey sleppa at veita tøkni til nýggju 5G-netini hjá londunum. Samstundis hevur Føroya Tele í fleiri ár arbeitt tætt saman við kinesisku fyritøkuni í menningini av føroyska netinum STÓRVELDIR RÆÐAST FØR­ OYSKAN SAM­ STARVS­FELAGA - Við at fáa yvir 637 milliardum krón­ um í stuðli ella bein­leiðis fígging frá kinesisku stjórn­ini, megnar Huawei at bjóða amerikanskum fyri­tøk­ um, ið ongan illgruna hava, bílig tilboð, ið eru torfør at takka nei til, fyri at fáa at­ gongd til amerikansk net