Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018 SOSIALURIN 88 7 sum hevur lovað teimum at búgva í sínum summarhúsum. Tær gleða seg allar at sleppa suður eftir í nakrar vikur. Men har er ein, sum ikki gleðir seg – eltarin. Hann ger ikki mætari enn so, enn at hann setur seg í samband við eigaran av summarhúsunum, og uppá onkran máta fær hann yvirtalað hann til at taka tilboðið um lánið av húsunum aftur. Vinkonurnar mugu tí finna eitt annað stað at búgva. Ávirkaði eisini arbeiðið Eltingin verður verri og verri, og hon fær ikki frið fyri honum – hvørki á telefonini ella við hús. - Hann gekk ofta uttanfyri mína íbúð og hugdi upp til mín frá bilinum. Eg vildi bara vekk frá hasari íbúðini, sigur hon. Eyðdis verður partur av einum við­gerðarbólki og finnur útav, at hon hevur fingið minnisloysi. Hetta er ein vanlig avleiðing, tá mann er undir slíkum sálarligum ágangi. Læringarevni hjá henni vórðu eisini ávirkað. - Mann hugsar og stúrir so nógv allatíð, tá tráeltingin er í gongd. Eltarin kemur inn undir húðina á ein­um konstant. So eg hevði ræðu­ liga torført við at miðsavna meg til arbeiðis. Hesar avleiðingarnar av elting­ ini vísa seg at ganga út yvir hennara arbeiðsføri, og hetta leggja starvs­felagir hennara til merkis. Hon verður kallað inn til eitt prát við stjóran, sum spyr hana, hvat gongur fyri seg hjá henni privat. - Tey føldu á arbeiðsplássinum, at tey høvdu mist meg uppá onkran máta. Eg forkláraði stjóranum um trá­eltingina, men hann tók tað ikki í álvara og trúði ikki, at tað bara var tað, sum bagdi. Tað endaði við, at eg varð uppsøgd. Verður sannførd um at melda Ein vinkona hjá Eyðdis fer at tosa privat við hana, og hon heldur fast við, at her er talan um elting av grov­asta slag. Eyðdis verður nú av álvara sannførd um, at hon má gera okkurt. Hon fortelur so mammu síni um ágangin. - Hon segði, at eg skuldi ringja til løgregluna. Tað, sum eg fortaldi henni, helt hon var so mikið for­ ferdi­ligt, at eg var noydd til at melda tað. Løgreglan setir seg síðani í sam­ band við mannin, men hann letur ikki um vón. Hann fær upp til fýra ávaringar frá løgregluni, áðrenn hann langt um leingi heldur seg burtur. - Eg fekk síðsta teldupostin frá hon­um seint í 2015, og tað er tað síðsta, eg havi hoyrt frá honum, sigur Eyðdis í Dali. Um hatta verður tað síðsta, hon nakrantíð kemur at hoyra frá hon­ um, veit hon ikki. - Mann sigur, at elting er eitt óav­sluttað brotsverk. Mann kann ongantíð vita við vissu, um eltingin ikki fer at taka seg upp aftur. Eg havi eisini lært seinni, at mín eltari er tað, mann kallar tann ”avvísti eltarin”, og hesin kann gott koma aftur til ein, hann hevur elt. Hon er sloppin vekk úr gomlu íbúðini og hevur funnið sær nýggjan bústað. Ein strævin tíð full av ótta Eyðdis í Dali minnist aftur á hesar 18 mánaðirnar, sum eina strævna og harða tíð, sum var merkt av ótta og stúran. - Tað var øgiliga tungt og óbe­ hagi­ligt. Eg skilji slett ikki, hvussu ein 50 ára gamal maður kann gera soleiðis. Hon fekk allatíð at vita frá hon­ um, at tað var henni, tað var galið við. Tað var hennara skyld, um hon nú føldi, at okkurt ikki rugg­ aði rætt, meðan tey fjasaðust, og áðrenn eltingin byrjaði. Hon sær nú, at hetta var rein manipulatión. - Hann gekk runt og tosaði um meg, sum um hann kendi meg betur, enn eg kendi meg sjálva. Mann følir seg ordiliga krenkaðan, sigur Eyðdis í Dali. Bókin skal hjálpa øðrum Eyðdis í Dali vildi venda ræðu­leika­ num um til okkurt gott, har hon kundi deila sína søgu og hjálpa øðrum, ið eisini eru ella hava verið off­ur fyri tráelting. Uppsøgnin á gamla arbeiðs­ plássi­num gav Eyðdis møguleika at einans fokusera uppá bókina, so hon meldaði seg til eitt skriviskeið og fór í gongd. - Eg vóni, at onnur, sum hava verið útsett fyri tráelting kunnu fáa okkurt burturúr bókini. Mann gongur ofta við hesum einsamallur, og ein dugir ordiliga at seta seg inn í tað. Mann trýr næstan ikki uppá tað sjálvur, og tað er so langt úti, at mann torir næstan ikki at fortelja tað fyri nøkrum, um fólk nú halda mann er svakur, tí er bókin eisini ætlað avvarðandi, sigur Eyðdis í Dali. Bókin hevur heitið “#Stop Stalk­ing”, og hon verður útgivin á donskum máli í Danmark, 31. august. Arbeitt verður við at fáa bókina umsett til føroyskt. PATURE@SOSIALURIN.F0 Hvat er tráelting? Tráelting verður allýst sum ein samanseting av hendingum og atferðum, sum verða førdar yvir á ein person, har viðkomandi følir tað sum endurtakandi ágang. Typiskt fyri verður tann elti útsettur fyri eina rúgvu av óynsktum áheitanum. Hetta veri seg uppringingar, SMS-boð, forfylging, eftirlit, hóttanir, herverk, gávur og rangar skuldsetingar. Tráelting er ikki sjikana, men sjikana er ofta ein partur av eltingini. At vera útsettur fyri tráelting merkir, at mann missur tryggleika og tamarhald av gerandisdegnum. Tað kann fáa ógvusligar sálarligar, kropsligar og sosialar avleiðingar. Tráelting er føroyska orðið fyri enska fyri­brigdið, “stalking”. Tað verður eisini kallað trá­ fylging