Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018 SOSIALURIN 88 6 PÆTUR HJALMAR EVENSSON 31. august í ár kemur ein bók út í Danmark við heitinum #Stop Stalking. Hóast hon er skrivað á donskum máli, so hevur hon ein føroyskan avsendara. 44 ára gamla havnarkvinnan, Eyðdis í Dali, hevur á egnan kropp upplivað, hvat mánaðir av tráelting kunnu gera við ein persón. Í 18 mánaðir var hon offur fyri tráelting av einum manni, sum hon í eitt styttri tíðarskeið hevði fjasast við. Tá hon fór frá honum, handfór hann hetta við at ringja og skriva til hennara og halda eyga við henni, har hon fór. Nú hevur Eyðdis í Dali skrivað eina bók um sínar upplivingar við sínum eltara. Byrjar við at vera fittur Alt byrjar, tá hon í februar 2014 fer á deyting-appina, Tinder. Her møt­ir hon einum manni, sum hon heldur virkar fittur, og tey bæði byrja so at síggjast. Hann ger góðan mat, hann gevur henni gávur, og hon sleppur at koyra í bilinum hjá honum so galið, sum hon vil. Tey síggjast reglu­liga, og alt virkaði ordiliga gott. So við og við byrjar maðurin at vilja hava enn fleiri avtalur í lag. Hetta blívur spakuliga rættiliga intenst fyri Eyðdis. - Eg finni ein dag útav, at grund­ in til at eg slapp at koyra so nógv í bili hansara, var tí hann hevði mist koyrikortið. Hann gav dóttir síni skyldina fyri, at hann misti koyrikortið, tí hon bað hann koma eftir sær, meðan hann hevði drukk­ ið. Eyðdis í Dali heldur ikki, at hetta virk­ar vanligt, og skilir ikki hesar undan­førslurnar. Tey búgva ikki saman, men hon leggur merki til fleiri og fleiri løgin smáting. Ávaringarlampur byrja at gera um seg og eitt kvøldið, tey bæði fara í býin saman, sær hon eina heilt aðra síðu av manninum. - Eg fór tíðliga heim, tí hann dugdi sær ikki hógv í býnum. Hann upp­førdi seg ikki, sum ein vaksin maður burdi gjørt, helt eg, og alt bleiv eitt sindur ov nógv. Eg segði, eg vildi heim at sova einsamøll hjá mær sjálvum. Hetta fær øðina fram í honum, og hann góðtekur ikki, at hon vil heim sjálv. Tí fylgir hann aftaná henni, og sjálvt um hon biður hann fara, so sleppur hon ikki av við hann. Komin trygt inn í íbúðina einsa­møll, gongur tað ikki leingi, áðrenn hann stendur og rópar navn hennara uttanfyri, og hann stend­ur har í fleiri tímar. Punkterar súkkluna og bjóðar henni bil Eyðdis veit nú, at hetta ikki er eitt vanligt forhold. Eftir hendan býtúrin heldur hon seg frá manninum, og nú byrjar eltingin veruliga at vinda uppá seg. - Tá eg ein morgun fari til arbeiðis við súkkluni, hyggi eg aftur um meg. So síggi eg, at hann súkklar aftanfyri meg. Eg royni at lata sum einki, greiðir Eyðdis í Dali frá. Morgnarnir aftaná hyggur hon seg fjálturstungin aftur um øksluna, og hon sær hann aftur tveir teir næstu morgnarnar. Triðja morgunin er hann ikki har. Men tá hon skal heim frá arbeiði sær hon, at súkklan stendur punkterað. Hon tekur so bussin heim, og av øllum persónum í býnum, so situr fyrrverandi Tinder vinurin eisini í bussinum. - Sama dagin fái eg eini boð frá honum um, at hann kann keypa mær ein bil. Eg skuldi bara velja litin, sigur hon. - Eg síggi so ein samanhang har og rokni sjálvandi beinanvegin við, at tað var hann, sum punkteraði súkkluna, so hann kundi sleppa at vera hetjan og bjóða mær ein bil. Vinfólk tóku partí Ofta verða aðrir persónar drignir uppí, tá talan er um tráelting. Hetta eru typiskt vinfólk, familja og starvsfelagar hjá ofrinum. Sum oftast eru hesi fólk partur av roynd­um hjá eltaranum at sleppa nærri sínum ofri. Ein vinkona hjá Eyðdis byrjar at ringja oftari enn vanligt og spyrja inn til gerandisdag hennara. Hon finnur síðani útav, at tað er eltarin, ið hevur fingið vinkonuna yvirbevísta um, at tað er Eyðdis, tað er galið við. Vinkonan fortaldi alt, sum Eyðdis hevði fortalt sær, víðari til eltaran. - Eg bleiv øgiliga innilukkað eftir hetta. Eg tordi ikki at fortelja fólki, um eg hevði upplivað okkurt – heldur ikki, tá tað vóru góðar upp­livingar. Tí eg stúrdi fyri, um tað uppá ein ella annan máta bleiv ført víðari yvir til hann. Sama summarið skal Eyðdis í Dali út at ferðast saman við øðrum vin­konum. Tær hava lagt ferðina til rættis, langt áðrenn hesin eltarin var í bílætinum. Ein av vin­konunum hevur ein vinmann, ELTING - Tað vóru nøkur løgin viðurskifti, sum gjørdu, at eg visti, eg noyddist at fáa handan mannin uppá avstand. Men tað vildi hann slett ikki góðtaka, sigur Eyðdis í Dali, sum varð tráelt í 18 mánaðir. Eftir eitt drúgt tíðarskeið við sálarligum ágangi hevur hon nú skrivað eina bók um sínar upplivingar EYDIS DALI forfatterskabet.dk SADAN HANDTERER DU EN STALKER #STOPSTALKING EFTIR EYÐDIS Í DALI - EG VARÐ ELT Í 18 MÁNAÐIR