hósdagur 2. august 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
5
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
MIÐFLOKKURIN
Vangamynd
• Skúlamál
• At skipa pensjónsøkið á einfaldan og gjøgnumskygdan hátt
• Liviligari umstøður fyri okkara eldru
• Góðar og tryggar karmar fyri vinnuna
• Burðardyggar orkuloysnir
• Lægri avgjøld og eykaskattir, so sum kringvarpsgjald og vegskatt
• At fáa prístalsjavnan inn aftur í sáttmálarnar
Hjartamál
Navn: Anna Margretha Otthamar
Bústaður: Hoyvík
Yrki: Toymisleiðari,
Fyrisitingartoymið á SEV
Útbúgving: Fíggjarakademisk
útbúgving
BROT ÚR FRAMSØGURØÐU MIÐFLOKSINS
UM LØGMANSRØÐUNA
At løgmaður ikki so mikið sum nevnir ófødda barnið, tá hann nú velur at byggja
røðuna á familjuna, er óskiljandi- og ger røðuna sera grunna.
Veruliga talið av kommunulæknum í starvi er, sambart kommunulæknfelagnum,
21. Harvið hava 20.000 føringar ongan fastan kommunulækna, men mugu lata sær
linda við skiftandi, ókendum vikarum, um í heila tikið nøkrum.
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum fer í oktobur at knýta samband við tiltikna
diktatorin í Hvítaruslandi, Alexander Lukasjenko, sum m.a. ikki hevur minst hóming
av hvat mannarættindi merkja. Meg listi at vita, hvat tað er við Lukasjenko, sum
føroysku vinir hansara skilja, tí eingin annar í allari verðini skilur Lukasjenko ella
atburð hansara!
Alt tað "vit ervdu fedrum av" tykist skula broytast fyri einhvønn prís. Alt danskt,
sum kann skúgva góðar, gamlar, royndar, grundfestar, virðiligar, sømiligar og
kristnar siðir og virði burtur, verður fagnað, tikið til sín og gjørt til politisk mál, sum
mugu lógarfestast skjótast gjørligt.
Onkur má vakna, fyrrenn ikki veljarin, og krevja, at javnaðurin fer aftur á ta slóð,
sum mætu undangongufólk floksins løgdu! Menn og kvinnur, sum sanniliga bæði
virdu og vardu kristna grundarstøðið!
Miðflokkurin er tilreiðar at taka neyðugu tøkini, fyrst og fremst at verða við í
stríðnum at bjarga Føroyum. Niðurlagingin av Gudgivnum virðum, sum er farin fram
seinastu 3 árini, virðum fedrarnir vardu og góvu okkum at bera víðari, má støðgast!
Hví Miðflokkurin? Tí kristna
lívsáskoðanin er besta grundarlagið
fyri einstaklingin og samfelagið, og
vit hava bestu loysnirnar
"Komandi val verður
mangan álvarsamari enn
nakað, ið verið hevur!"
Javnaðarflokkurin
missir sætið, og
Høgni Hoydal hevði
tapt fyri Magna
Arge, vísir velj
arakanning, sum
Gallup hevur gjørt
fyri Tjóðveldi
á Fólkatingi
EIRIKUR LINDENSKOV
Kanningin vísir, at størstu
framgongdina hevði Sam
bandsflokkurin fingið. Hann
hevði farið 4,2 prosentstig
fram. Tjóðveldi hevði verið
næststørsti flokkurin 23,1 pro
sentum.
Javnaðarflokkurin hevði
fingið 21,4 prosent og mist sítt
umboð. Fólkaflokkurin hevði
fingið 18,5 prosent.
Javnaðarflokkurin størstu
afturgongdina og missir 2,9
prosentstig. Tjóðveldi hevði
gingið 1,4 prosentstig aftur,
og Fólkaflokkurin gongur 0,3
prosentstig fram.
Størstur av teimum smáu
flokkunum hevði verið Fram
sókn við 4,5 prosentum. Mið
flokkurin fær 3,1 og Sjálvstýri
1,5 prosent.
Gallup hevur eisini spurt,
hvønn persón fólk vildu havt
á Fólkating. Har er Sjúrður
Skaale greiður vinnari. 17 pro
sent høvdu valt hann. Næstur
er Magni Arge, sum fær und
irtøku frá 10 prosentum.
So nógva undirtøku fáa hesi
sambært veljarakanningini
hjá Gallup:
1. Sjúrður Skaale
17%
2. Magni Arge
10%
3. Høgni Hoydal
9%
4. Edmund Joensen 9%
5. Kaj Leo Johannesen 8%
6. Jørgen Niclasen 5%
7. Annika Olsen
4%
8. Aksel V. Johannesen 3%
9. Poul Michelsen 3%
10. Jenis av Rana
2%
11. Jógvan Skorheim
2%
Bárður Nielsen, formaður
í Sambandsflokkinum, er ikki
millum tey, sum tey spurdur
høvdu valt á Fólkating.
Edmund og Magni
á Fólkating
Sambært kanningini, sum
Gallup hevur gjørt fyri
Tjóðveldi á Fólkatingi, so
hevði Høgni Hoydal ikki verið
nummar eitt hjá Tjóðvelid.
Tað hevði verið fyrstu ferð,
at nakar yvirhálaði Høgna
Hoydal síðani hann fyrstu
ferð stillaði upp til val fyri 20
árum síðani
Sjúrður Skaale hevði verið greiður toppskorari, um fólka
tingsval var í dag. Men hann hevði ikki verið valdur, tí Javn
aðarflokkurin hevði tapt sætið