hósdagur 2. august 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018
SOSIALURIN 88
4
Vikan ið fór
Sæð í miðlunum:
Í vikuni kom
Sjúrðaberg
til Kirkenes í
Norðurnoregi, har
skipið er selt til
Grind legði beinini í
vikuni bæði í Havn
og í Sandavági, og
springarar løgdu
beinini í Húsavík
Løgtingið kjakast
hesa vikuna um
Ólavsøkurøðu
løgmans, sum
varð hildin
Ólavsøkudag
Triðji hvør nýggi
bilur í Føroyum
er leigubilur vísur
nýggj uppgerð
Skráin til
Ovastevnuna
strekkir seg í ár
frá fríggjadag til
mánadag
Ólavsøkurøða
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
leigubilar eru í
Føroyum í dag
695
Sum siður er
helt løgmaður
Ólavsøkurøðu sína
Ólavsøkudag.
Um orðið sigur Sprotin:
røða sum løgmaður
heldur í tinginum beint
eftir at tingið er sett
ólavsøkudag (um støðuna
í landinum), ólavsøkurøða
løgmans
Færri enn 200 brúka burka
og niqab í Danmark
Í fýra ár heur Kópakonan
staðið í Mikladali
Vindur undir 5 m/s av útsynningi,
um náttina veksur til 3 – 8
m/s. Skíggjað og einstøk æl og
møguleiki fyri mjørka. Hitin alt
samdøgrið millum 9 og 13 stig.
Undi 6 m/s av útnyrðingi, sum seinni
snarar í ein sunnan. Turt við nakað
av sól. Um kvøldið og um náttina
veksur hann vindin til 4 – 8 m/s av
landsynningi. Skíggjað og turt. Hitin
alt samdøgrið millum 9 og 14 stig.
5 – 10 m/s av útsynningi og vestri,
um náttina snarar í útnyrðing.
Skíggjað og regn av og á. Um
kvøldið og náttina mest turt
og klárt í veðrinum. Hitin alt
samdøgrið millum 9 og 13 stig.
3-8 m/s
2-6 m/s
Tað er altíð stuttligt at frætta, tá ið ttaðð
gongst væl hjá føroyingum.
Tað seiansta vit hava hoyrt er um
virðislønina, sum Veitslan fekk í Danmark.
Hetta minnir okkum á, at vit sjálvi
ikki altíð eru nóg góð til at geva okkum
sjálvum herðaklapp, tá ið okkurt skilagott
ella serligt verður greitt úr hondum.
At vit hava dugnaligar sjónleikur, haldi
eg vit hava vitað, men at vit eisini kunnu
gera okkum galdandi á stóra pallinum er
meira nýtt.
Veitslan er bert ein partur. Vit hava
eisini sæð Olaf Johannesen, fingið
risaheiður runt í Evropa fyri sítt handverk,
umframt sjálvandi at hann er heiðraður
heilt nógv í Danmark.
Hetta við sjónleiki byrjar sum
oftast sum ítrív, men tað góða er, at
nú eiga vit ein – ikki stóran – hóp av
yrkissjónleikarum.Tað hevur lyft støðið
munandi og sjónleikurin er á rættuligsa
høgum støði her á landi.
Ikki tí fysisku umstøðurnar eru nakað
at reypa av, men vón sæst fyri framman
fyri einum tjóðpalli.
Ája!
Ferðavinnan er í stórari menning. Fólk
úr øllum heimi leita sær hendan vegin fyri
at síggja hvussu vit liva og búgva og at
síggja føroysku náttúruna.
Vit hava arbeeitt hart fyri at fáa hesi
fólkini hendanvegin, men helst hava vit
ikki veirð nóg skilagóð tila t fyrireika
okkum til at taka ímóti fólkunum.
Hetta arbeiðið er farið í gongd og ymisk
viðuyrskifti verða broytt so við og við.
Vit hava ábyrgd av hesum landi og
skulu tí eisini tryggja, at sjálvt um mong
ferðafólk koma hendanvegin, so skulu
náttúruvirðini verjast.
Tað krevur nakrar mannagongdir,
men vit rokna við, at myndugleikarnir
fara at duga at taka sær av hesum
trupulleikanum.
Ferðavinnan kann gerast ein avgerandi
partur av almenna b´´uskapinum, Sum
er byggir føroyski búskapurin á ali- og
fiskivinnuna, men tað kann verða so, at
ferðavinnan verður triðja súlan.
Veit væl, at allar aðrar vinnur
eisini eruavgerandi partar í samlaða
búskapinum, men útflutningurin telir
nógv.
Ája!
Í politisku skipanini sigur andstøðan,
at føroyski búskapurin hevur toppað,
meðan samgongan heldur fast um, at
her gongur væl og ongi útlit eru fyri
álvarsligum bakkøstum.
Hvør hevur rætt er toført at vita,
men ferðin er framvegis høg.
Minkar hon eitt líð sindur, so
ger tað kanska ikki so nógv.
Trupulleikin er bara, at fer
tað at ganga skeiva vegin,
so ber illa til at steðga
afturgongdini.
Tað krevur eina sterka
hond at stýra í góðum
tíðum.
Um
hendan
samgongan hevur dugað
tað síggja vit neyvan fyrr
enn tíðirnar broytast.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At fartelefonir
nú eru bannaðar
í fronskum
skúlum?
5-10 m/s