Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018 SOSIALURIN 88 13 - Vit, sum eru í hesum lívinum, hava eitt øgiliga tætt samband, og vit møta øll javnan líknandi tilburðum. MEGD kennir væl til trupulleikan Tóra við Keldu er forkvinna í MEGD, sum umsitur útgávu og endur­nýggjan av parkeringskorti. Hon fortelur, at tey fleiri ferðir hava fingið áheitanir um trupulleikan við ólógligum parkeringum í bás­ um fyri rørslutarnað. - Vit hoyra frá teimum, sum hava parkeringskort, at tá tey skulu parkera í básunum, so kemur tað meira enn so fyri, at har standa bilar, sum ikki hava parker­ings­ kort. Hatta er ein avbjóðing, sum er ordiliga keðilig, sigur Tóra við Keldu. Hon vónar, at folk í Før­oy­um fáa størri virðing fyri parkerings­ plássunum hjá rørslu­tarnaðum, tí har eru fólk, ið hava brúk fyri teimum. - Vit í MEGD eru virkuliga glað fyri, at parkeringsplássini verða brúkt. Tí er okkara ynski sum meginfelag sjálvandi, at has­ar reglarnar verða hildnar mill­um føroyingar. Vit mugu hava virð­ing fyri, at tað eru nøkur fólk í sam­ felagnum, sum hava brúk fyri has­ um básunum, sigur hon. Tóra við Keldu heldur, at hetta er ein spurningur um at ávirka hug­burðin hjá fólki. Hon meinar ikki, at tað er ein beinleiðis loysn at geva dýrari bøtur, sjálvt um tað kundi verið ein møguleiki. - Tað at fara at økja um bótina er møguliga ein gongd leið. Men eg hugsi, at tað sigur nokkso nógv um samfelagið, um mann skal arbeiða fyri at hækka bøturnar. Eg vænti, at rætti vegurin er at broyta hug­ burð­in hjá fólki, og at gera betri vart við, at har stilla vit okkum ikki, sigur Tóra við Keldu. a Í bygningskunngerðini hjá Landsverk frá 2017 standa ásetingar fyri byggingina í Tórshavnar Kommunu. Har stendur skrivað, at krav er, at eitt hóskandi tal av parkeringsplássum til fólk við rørslutarni skal gerast, tá parkeringsøki verða gjørd. Parkeringspláss fyri rørslutarnað skulu vera so nær við inngongd sum gjørligt. Básarnir skulu vera 3,5 m x 5 m til støddar. Teir størru básarnir til bilar við rampu skulu hava støddina 4,5 m x 8 m. Hæddarmunur millum parkeringsøki og annað øki má hægst vera 2,5 cm. Tal av parkerings­ plássum á parkeringsøkinum Parkeringspláss til fólk við rørslutarni (4,5x8,0m) Parkeringspláss til fólk við rørslutarni (3,5x5,0m) 1-9 10-25 26-50 51-75 76-100 101-150 151-200 201-500 501-1000 1 1 2 2 3 3 4 4 1 1 2 2 3 3 4 4 5 Talið av parkeringsplássum til fólk við rørslutarni verða gjørd eftir hesari vegleiðingini hjá Landsverki