hósdagur 2. august 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018
SOSIALURIN 88
14
SUMMAR & SÓL
SUMMAR HJÁ
Brátt er summarið 2018 minnir. Vit hava fregnast, hvat nøkur av teimum, ið vit
kenna úr almenna rúminum, hava tikist við í summar. Miðlafólk, tónleikarar og
politikarar. Felags er, at summarið bjóðar frítíð, hvíld og ofta øðrvísi upplivingar
LAGT TIL RÆTTIS. DAGFINN OLSEN, DAGFINN@SOSIALURIN.FO
S
ummarið byrjaði við, at miðlingurin bleiv studentur, og
gildið varð hildið heima á terrassuni við grillpylsum og
hondbajarum. Eitt deiligt summarkvøld, sum fer at standa
eftir sum ein av mongu ríku lívsløtunum.
Tveir dagar seinni fóru vit bæði, maðurin og eg, til Rom, har eg
skuldi vera í 22 dagar, og hann í 30 dagar. Eg veit væl, at Rom í juli
ljóðar vilt við øllum hitanum, men ætlanin var, at vit skuldu lesa og
skriva um dagarnar, og so fara út at hugna okkum um kvøldarnar.
Vit búðu í Trastevere, ein charmerandi og elligamal býlingur
við skeivum húsum, nógvum matstovum, kirkjum og smølum
steinløgdum gøtum.
Vit høvdu nakrar deiligar og romantiskar dagar, serliga um
kvøldarnar, har býurin ýddi av fólki.
Um dagarnar fekk eg lisið eina rúgvu og fekk eisini frið at skriva
annað enn tað, sum eg vanliga skrivi, til dømis okkurt tilfar til børn,
sum kanska verður útgivið ein dag.
Tað er so einastandandi gott at fáa frið at fordjúpa seg, at skapa
og at vera í arbeiðsflow, har tú gloymir bæði tíð og stað, og bara
gleðir teg at koma í gongd aftur, tá tú verður avbrotin av svongd
ella svøvni.
Men eg má siga sum er, at Rom var alt ov heitt fyri meg,
serliga næturnar. So aftaná 12 dagar fór eg heim aftur til mjørkan
og frískliga lotið. Eisini heim til 18 ára gomlu dóttrina, sum var
einsamøll heima og arbeiddi í Gamla bókahandli, tí studenturin
var farin til skips.
Og niðurstøðan er, enn eina
ferð, at eg skal ikki suðureftir
um summarið!
Tí eg elski tað ljósa,
sevjumikla og grøna
føroyska summar
ið, har landið er í
blómandi skrúð.
Rom stendur nú
ovarliga á ynski
listanum, men á
vári ella heysti,
og so gongur
leiðin
annars
suðureftir í ljósið
og hitan í januar.
Vónandi havi eg
lært tað nú!
S
ummarið hevur verið merkt av, at man hevur
spælt nógv til øll tey tónleikatiltøk, ið eru
summarhálvuna.
Var eitt nú fyri fyrstu ferð á G!, og tað var
eitt super upplivilsi.
Vóru ein super túr í Malmø og Keypmannahavn,
har man spældi ferðafólk saman við familjuni, og
upplivdi øll tey støð, ið eru serstøk.
Hæddarpunktið var at uppliva A-ha, ið man
hevur lurtað nógv eftir alt sítt lív, live í Tivoli.
Annars er nógv tíð farin við at seta ymiskt í
stand í húsinum. Eittnú er køkurin skiftur.
Eitt serligt er eisini, at Aria skal á pall aftur fyri
fyrstu ferð í 19 ár, so tað er nakað heilt serligt, ið
hevur fylt nógv í summar.
Nakrar túrar á floti havi eg eisini verið, og tað eru
deiligar løtur, ið mær dámar væl. At njóta friðin, og vera
eitt við náttúruna er deiligt ein góðan summardag.
S
ummarið hjá mær hevur verið
rein hvíld.
Eg hugsi ofta, at eg skal út
at uppliva og ferðast her í
Føroyum, men eg geri ov lítið við tað.
Eg var ein stuttan túr í Danmark
í summar, men útlongsulin er ikki
tann stóri, so at verða her heima
um summarið er tað, eg velji. Og je
elski tað.
Vanliga havi eg alt ov nógv um
oyruni, so bara at skula løða til
framførslurnar á ymisku festivalunum
er reint luksus.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna:
Magni Husgaard, tónleikari:
Guðrun Sólja Jacobsen, tónleikari:
Rýmdi heim
undan hitanum
Fyrstu ferð á G!, og
Aria saman aftur
Hvíld og at løða
til framførslur