hósdagur 2. august 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018
SOSIALURIN 88
15
SUMMUM
V
it royna so ofta
tilber at ferðast
til Kroatia um
summarið.
Pápi Katarinu, konu
mína, er kroati, og tí
er upplagt at vitja
tann vegin. Soleiðis
er eisini í ár, og
vit komu beint í
ógvusligan hita, eini
39 stig. Vit royna at
njóta sólina, men
mítt hvíta hold tolir
ikki alt ov nógv í senn,
og tá kann vera gott at
seta seg inn um eina løtu at
lesa. Eg havi lisið bókina um
Astrup, og farið nú í gongd við
hana um Trump, Fire and Fury.
Einaferð áður havi eg havt turra grind við mær til Kroatia at
bjóða pápa Katarinu, Vlado, pápabeiggjanum, Bruno, og konunu,
Georgia – ja, vit eita næstan tað sama, men her stavast hon Ðurða.
Teimum dámdu føroyska matin seinast, men tað var uttan spik.
Hesaferð hevði eg eisini vakumpakkað spik. Ólavsøkukvøld settust
vit so á terassuna at njóta matin – og bingo! Eftir stuttari løtu
var lykkjan og spikið etið, og eg havi varhugan av, at tey kundu
etið meira. Snapsin hevði eg ikki við, men ein vælkøldur slivovic
(blommubrennivín) virkaði fínt saman við góða kroatiska ølinum
og víni.
Ein fín ólavsøku i bakandi sól og stuttum buksum.
Júst her vit búgva eru fá ferðafólk. Talan er um eina fjallabygd,
Viskovo, sum liggur uttanfyri stórbýin Rijeka. Vit hava verið ein
túr í lítla býnum Vrsar, sum liggur á hálvoynni Istria, og har
eru nakað fleiri ferðafólk, uttan at vit tó vórðu yvirrend. Eitt
fantastisk land, og eg trúgvi, at mangir føroyingar høvdu kenst
seg heima í mongu tunlunum, sum hava ein standard a la føroysku
undirsjóvartunlarnir. Tað kostar at koyra longu strekkini, og
túrurin til Vrsar kostaði okkum einar 110 krónur aftur og fram
í avgjøldum, men afturfyri verður bjóðað eitt gott og væl hildið
veganet, so tær pengarnir vóru væl latnir.
Nú skulu vit bara njóta næstu dagarnar í sólini. Kanska gloypi
eg um nakrar bøkur afturat, tá sólin gerst ov ágangandi. Og ein
túrur til okkurt pizzaria at keypa eina pizza fyri 35 krónur, og eina
½ litur øl fyr 12 krónur, ella eina sodavatn fyri 15 krónur, at sløkkja
tostan við.
Jú, ferian er góð.
H
óast eg nú í mong ár havi búð í Keypmannahavn,
so eri eg nærum hvørt einasta ár komin heim til
Føroyar um summarið. Tað kennist, sum at
einki summar veruliga er byrjað, áðrenn eg
havi verið heima og heilsa uppá mínar kæru vinir og
familju, og so ikki minst smálombini, gulu sóljurnar
og tey grønu fjøllini.
Summarið í ár hevur tó verið ein blanding
av festivalkonsertum, og so tað at vera heima á
klettunum.
Eg havi ferðast eitt sindur aftur og framm,
millum annað spældi eg í Spania beint áðrenn
Ólavsøku, og nú eri eg á veg til Hollands, har eg
framføri á einum festivali, áðrenn leiðin gongur
aftur til Danmarkar.
Hóast at hettar summarið kanska hevur
kenst styttri, enn onnur summur, so havi eg tó
fingið føroyska summarið inn í hjartað. Bæði G!
festivalin og Ólavsøkuna fekk eg eisini við, umframt
nógvar góðar løtur saman við familju og vinfólki. Nú
gongur leiðin aftur til Danmarkar, har eg fari at arbeiða víðari við
míni komandi fløguútgávu, og eg kenni meg nøgda, og eitt summar ríkari.
E
g minnist ikki so væl, hvat eg havi gjørt
í summar, tí eg hyggi meiri fram, enn
aftur, men lat meg nú royna at hyggja
eitt sindur aftur um bak.
Jú, eg minnist vit spældu úti á Tinganesi í samband
við eina kravgongu um ferðasambandið til Nólsoyar,
sum liggur so ofta í skeljasori. Tað hevur eisini fingið mítt
sosialdemokratiska hjartað til at umhugsa at velja til høgru
komandi val!
Annars havi eg gjørt tað sama, sum undanfarin ár; spælt til ymisk tiltøk, bæði alment og privat.
M.a. eitt brúdleyp á einum slotti á Fjóni í Danmark. Tað var ein frálíkur túrur. Eg var og vitjaði góð
vinfólk í Jútlandi nakrar dagar áðrenn, og veðrið var av tí allarbesta. Síðan komu konan (eg kalli
hana konan, sjálvt um vit ikki eru gift enn, og liva í synd, tí hon hevur hildið meg út í 23 ár ) og
dótturin niður, tí dótturin skuldi spæla á Danacup. So har fekk eg tveir deiligar dagar í brennandi
sól saman við teimum, áðrenn eg fór heim til Føroya aftur at spæla konsertir á Summartónum.
Ólavsøkan var av tí allarbesta. Familja, vinir og kenningar komu á gátt við góðum lagi, og onkur
løta fór eisini uttanfyri í túninum við sangi og spæli á Ólavsøku. Og frálíkt, at sonurin, sum spælir
fótbólt í Íslandi, kom heim nakrar dagar á Ólavsøku.
Tá stundir og veðrið hava verið til tað, so havi eg sett meg uttanfyri í garðinum undir mínari
markisu við einari góðari serøl, og góðum tubbaki, at lummafilosofera eina løtu, áðrenn eg eri farin
til songar, ella kanska havi eg sett meg innar til telduna at leggja til rættis okkurt lag fyri onkran.
Georg L. Petersen, miðlafólk, blaðstjóri:
Eivør Pálsdóttir, tónleikari:
Kim Hansen, tónleikari:
39 stig og
føroyskur
matur í Kroatia
Nøgd og eitt summar ríkari
Summar,
sól og serøl