Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018 SOSIALURIN 88 16 LÍVSSTÍLUR Eftir sólsetur: GÓÐIR FILMAR TIL SUMMAR­ KVØLD Kundi tú hugsað tær at sæð ein góðan film okkurt síðsummarkvøld? Kanska tímur tú ikki eina langa sjónvarpsrøð, men vilt bara hava gott ella gevandi undirhald í tveir tímar. Her viðmæla vit 10 filmar, sum tú finnur á Netflix ella Viaplay Filmurin byggir á veruliga hending í 2010 í meksikanska golfinum, tá ið álvarsom spreinging var á boripallinum Deepwater Horizon. Mark Wahlberg hevur høvuðsleiklutin sum Mike, ið er leiðandi tøkningur umborð á boripallinum. Mike og ein starvsfelagi stúra fyri trygdini og biða um at fáa málið kannað. Tað endar við risaspreinging, og knappliga er lívið hjá øllum fólkunum umborð í vanda. Hetta er stórfingin katastrofufilmur, sum bæði er dramatiskur og spennandi. Rachel Watson koyrir hvønn dag við tokinum, og eina dagin sær hon ein fremmandan mann kyssa konuna hjá hennara fyrrverandi manni. Hon konfronterar konuna við tað, sum hon hevur sæð, og nakrar tímar seinni vaknar hon blóðdálkað. Hvat er hent? Og hví er hon smurd inn í blóð. Hetta er byrjanin til eina uppkláring av duldarfulla samanhanginum millum fólkini í søguni –  og fleiri óvæntaðar hendingar eru á vegnum fram ímóti endaligu loysnini av gátuni. Eingin skrivar ræðusøgur sum amerikumaðurin Stephen King. Eitt ótal av hansara søgum eru g jørdar til spennandi og óhugnaligar filmar, og hetta er ein av teimum best umtóktu. Stephen King skrivaði søguna í 1986, og í 1990 varð ein minni sjónvarpsrøð gjørd burtur úr bókini. Í fjør kom so nýggjur filmur við tí ónda klovninum, sum jagstrar ein dreingjaflokk í lítlum býi í Maine. Hetta er ein ordans ræðufilmur at sova uppá. Deepwater Horizon Netflix IT Netflix The Girl On The Train Netflix Ben-Hur Netflix Tann dramatiski Tann duldarfulli Tann óhugnaligi Tann klassiski Ben-Hur verður mettur sum størsti filmur í sínum tíðarskeiði í filmssøguni. Óvanliga nógvir pengar vórðu brúktur til upptøkuna, har upp ímóti 10.000 statistar luttóku. Hetta var veruligur stórfilmur, áðrenn telduforrit kundu loysa fløktar filmsuppgávur. Jødiski prinsurin Ben-Hur verður svikin av rómverska vini sínum og endar sum trælur, men hann vinnur frælsi sítt aftur og vil hava hevnd. Charlton Heston er í leiklutinum sum Judah Ben-Hur.