hósdagur 2. august 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018
SOSIALURIN 88
17
Hetta er noir-filmur úr USA
í 1946. Orson Wells hevur
leiklutin sum professarin Charles
Rankin, ið er lukkuliga giftur við vøkru
Mary. Tá ið ein nazi-eltari kemur til lítla býin, verður
lívið hjá teimum endavent, og eftir stuttari tíð eru
hendingarnar blivnar so tyngjandi, at ein uppgerð
má til, áðrenn fólkini og býurin kunnu fara víðari.
The Stranger
Netflix
Up In The Air
Netflix
Tann
romantiski
George Clooney spælir tann eirindaleysi Ryan Bingham,
sum hjálpir stórum fyritøkum at sekkja fólk. Hann ferðast
kring USA fyri geva fólki fótin, og í grundini býr hann á
ferð við kuffertinum. Tá ið hann hittir eina nýggja kvinnu
í fyritøkuni, tykist hann blotna nakað, og spurningurin er,
um tann harði avhøvdarin kann leggja seg skerflatan fyri
dugnaligu og vøkru kvinnuni, hann fjeppast uppi í.
Undir seinna heimsbardaga finna ein kanadiskur
heryvirmaður og ein kvinna í fronsku mótstøðurørsluni
saman og búseta seg í London. Har byrjar kríggið at
leggja trýst á parið, og illgrunasamir upplýsingar
koma fram. Brad Pitt og Marion Cotillard hava
høvuðsleiklutirnar í eleganta og spennandi filminum,
sum gevur innlit í støðuna, tá ið kríggið rakar beint í
hjartað á teimum elskandi.
Allied
Netflix
Tann
spennandi
Science fiction filmurin Blade Runner frá 1982 verður
roknaður sum ein varði í filmssøguni og setti nýggjan
standard fyri filmsslagið. Hesin filmurin er uppfylgjari og
er eisini sera væl frágingin. Í gamla filminum hevði Harrison
Ford høvuðsleiklutin, nú er tað ein væl spælandi Ryan
Gosling. Hann kemur fram á ein væl fjaldan loynidóm, sum
hann roynir at uppklára. Tað skapar vanda og møguleika at
hitta tann gamla høvuðsleiklaran frá filminum í 1982.
Blade Runner 2049
Viaplay
Tann kuli
Vit eru í USA í 1864, tá ið borgarakríggið herjar. Í
Virginia leiða tvær strangar kvinnur ein kostskúla
fyri gentur. Ein dagin finnir ein næmingur ein
særdan hermann, sum tey hjálpa. Hermaðurin vekir
tó kenslur á kostskúlanum, og hendingarnar taka dik
á seg og fáa deyðiliga avleiðing. Filmurin er frá 2017, og
sjónleikarar eru eitt nú Nicole Kidman, Kristen Dunst
og Colin Farrell.
The Beguiled
Viaplay
Tann
afturlítandi
Hesin filmurin verður aftur og aftur kosin sum besti
filmurin nakrantíð. Hann byggir á skaldsøgu hjá Stephen
King frá 1982 og gongur fyri seg í amerikanskum fongsli,
har tveir mans í gjøgnum fleiri ár hjálpast at og finna ugga
í góðum gerðum. Tim Robbins og Morgan Freeman hava
høvuðsleiklutirnar í hugtakandi filminum, sum gevur innlit
í lyndi og atburð hjá fólki – bæði tað góða og tað minni góða.
The Shawshank Redemption
Viaplay
Tann besti
Tann gamli