hósdagur 2. august 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018
SOSIALURIN 88
18
ÁRNI GREGERSEN
T
ingsetan byrjaði ólav
søkudag, men ongin
kann við vissu siga, nær
hon endar.
Samgongan hevur megnað at
hildið saman higartil í skjótt trý
ár, men tað er greitt, at stríð hevur
verið um fleiri mál og onkur mál
eru ikki avgreidd enn, tí semja
fekst ikki um tey.
Í veruleikanum er hendan ting
setan tann seinasta hjá hesi sam
gonguni, tá ið vit síggja burtur frá,
at formnliga noyðist løgmaður ikki
at skriva val út til at vera fyrr enn
1.september næsta ár.
Tí eru tað fleiri mál, sum skulu
loysast, men júst nú bendir nógv á,
at tað er spurningurin um ferðina
á búskapinum, sum kann fáa
samgonguna at falla. Eitt annað
avgerandi mál, sum er partur av
nýggju fiskivinnuskipanini, er
skipanin við veieðugjøldum, sum
ikki enn er samtykt.
Heitur búskapur
At nógv ferð er á búskapinum nú, er
fulla semja um, bæði í samgonguni
og í andstøðuni.
Serliga er nógv ferð á í byggi
vinnuni, har nógv verður gjørt,
bæði hjá landinum umframt í
kommununum.
Privata vinnan ger eisini nakrar
stórar íløgur, sum eisini merkast ás
ferðini í búskapinum.
Løgmaður segði undir orða
skiftinum um ólavsøkurøðuna,
at eftir íløguætlanini, so skal
tað almenna gera íløgur fyri 430
milljónir krónur í komandi fíggjar
ári.
-Men hetta tdalið verður nakað
lækka. Hvussu nógv og hvørjar
íløgur ikki verða gjørdar, fer sam
gongan at avtala undir viðgerðini
av uppskotinum til fíggjarlóg,
segði løgmaður.
Tunnlar eru frammalaga í
kjaklinum. Farið verður undir at
gera tunnilin millum Hvalba og
Tvøroyri og síðani tunnlarnar
Norður um Fjall. Í ólavsøkurøðuni
segði løgmaður, at hetta verður
raðfestingin og so mugu hinir
tunnlarnir koma aftaná.
Spurningurin er bara um tað ber
til at fáa semju í samgonguni um
hesa raðfestingina, tí andstøðan
leggur júst nú hart trýst á sam
gongufólkini í Norðoyggjum um
at framskunda tunnlarnar Norður
um Fjall.
Uppskot hava verið nevnd um
at flyta fyrireikingarnar fram,
so tunnlarnir har norðuri kunnu
framskundast eini tvey ár.
Hetta er sjálvandi ein møgulieki,
men tað er sjálvandi ikki tálmandi
fyri ferðina í búskapinum. Tí bend
ir alt á, at verða broytingar gjørdar
við tunnilsætlanini, so skal onkur
onnur íløga útsetast.
Hvør tað verður er ikki til at
vita, men eitt er vist, at tað fer at
geva politiskar rembingar – eisini í
samgonguni, um hetta hendir.
Fíggjarlógin
Størsta avbjóðingin er í heyst, tá
ið samgongan skal semjast um,
hvussu eitt uppskot til fíggjarlóg
fyri komandi ár skal síggja út.
Umleið 90 milljónir hevur sam
gongan at gera gott við, men tað
er so til allar hækkingar og batar
í samfelagnum.
Greið semja er um, at støðan á
Landssjúkrahúsinum ikki er hald
bar.
Fólk, sum ikki eru í lívsvandda,
verða ikki send til viðgerð uttan
lands í løtuni. Hetta ger støðuna
ógvuliga trupla og ger at nógv
ganga í bíðistøðu uttanfyri arbeiðs
marknaðin.
Tí er eyðsýnt, at ein partur av
teimum 90 milljónunum, sum
talan er um, verða beindar til
Landssjúkrahúsið.
Tá tað er gjørt, eru ikki so nógv
ar milljónir eftir til ymiskt annað.
Á tingsins røðarapalli segði
Poul Michelsen, landsstýrismaður
við vinnumálum og formaður í
Framsókn, at útmeldingarnar hjá
landsstýrismanninum við sam
ferðslumálum, Hendrik Old, um,
at tað skal vera ókeypis at ferðast
til gongu við skipunum hjá Strand
ferðsluni.
-Skal hetta gerast solediðis,
so má landsstýrismaður finna
peningin inni hjá sær sjálvumm,
tí pengarnir koma ikki av fíggjar
lógini, segði hann.
Hetta eru ábendingar um, at
semjan um hvussu uppskoið til
eina fíggjarlóg skal síggja út, als
ikki er gjørd enn.
Tí kann hetta verða ein av fót
onglunum, sum leggur bein fyri
samgonguna í heyst.
Fiskivinnan
Sjálvt um lógin um fyrisiting av
sjófeingi er samtykt, so eru mál eftir
at viðgeraz, sum saktans kunnu geva
rembingar í politisku skipanini.
Stóru tøkini í heyst eru fyrst
menningarkvoturnar, sum enn ikki
eru latnar út til teirra, sum hava
søkt, men so kemur eisini veiðu
gjaldið, sum verður ein partur av
fíggjarlógini.
Hyggja vit fyrrst at menningar
kvotunum, so hevur ein nevnd, sum
Gestur Hovgaard var formaður í,
latið fiskimálaráðnum eitt tilmæli
undan ólavsøku
Men síðani er onki alment
komið fram um, hvat so skal henda.
Høgni
Hoydal,
lands
stýrismaður við fiskivinnumálum,
segði á tingi í gjár, at orsøkin er,
at umsitingin í fiskimálaráðnum í
Hart tingár er byrjað
-og tað endar við vali
Hendan tingsetan verður hørð
og frontarnir verða trektir
hart upp nú aðalorðaskifti
er í Løgtinginum
Poul Michelsen, landsstýrismaður, segði, at skulu summi sigla ókeypis við
Strandferðsluni, so má Samferðsluráðið finna peningin hjá sær sjálvum