Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018 SOSIALURIN 88 19 løtuni ger nakrar eftirkanningar, sum skulu tryggja, at tilmælini eru í samsvar við galdandi lógir, tildømis um ognar­viðurskiftir. Andstøðan koyrdi hart á Høgna Hoydal og kallaði menn­ingar­ kvoturnar fyri politiska útluting. -Um tilmælini ikki verða fylgd, og landsstýrismaðurin legg­ur seg uppí, so er talan um polit­iska út­ lutning, søgdu fleiri and­støðu­ tingfólk. Landsstýrismaðurin vísti á, at hetta er heilt í samsvar við galdandi lóg og hetta er uppá sama máta, sum tá ið aðrar kvotur eftir gomlu skipanini vóru lætnar út. Menningarkvoturnar verða út­lutaðar ein av fyrstu døgunum og alt bendir á, at tað fer at skapa politiskt rok. Veiðugjaldið Hin stóri trupulleikin í heyst verður at fáa undirtøku fyri veiðu­ gjaldinum. Málið var frammi í farnu ting­ setu, men tað eydnaðist ongantíð at fáa semju í samgonguni um hetta gjald. Veiðugjaldið er eitt øðrvísi gjald enn tað, sum skipini gjalda nú. Hetta er eitt gjald, sum skal lagast eftir hvat skipini fiska og hvat tey fáa burturúr. Fæst ongin vinningur, so er onki gjald, fæst eitt sindur burturúr, so skal nakað gjaldast og ffekst al­mikið burturúr so skal meira gjaldast. Hetta er eisini eitt stórur polit­ iskur spurningur, sum andstøða og samgonga hvør hava sína meining um. Í andstøðuni halda tey flestu, at so nógvur peningur sum møguligt skal vera eftir í fiskivinnuni, tí tað setir ferð á menningina í sam­felagnum og skapar nýggjar vinnu­møguleikar. Landsstýrið og partar av sam­ gonguni halda hinvegin, at fiski­ vinnan og alivinnan, sum hava framíhjáfættindi av hvør sínum slag, eiga at gjalda fyri hesi rætt­indi. Tey halda eisini, at vinnan eigur at gjalda til vælferðarsamfelagið, so tær tænastur kunnu framhaldandi virka. Spurningarnir eru altso nógvir, men helst fer alt at standa ella fella við, hvussu tað eydnast at gera eina semju um komandi fíggjarlóg. Eydnast tað, so fáa vit helst val seint komandi vát. Spreingist hinvegin okkurt av mál­unum í tinginum, so kann tað henda við vali í hesum árinum. Peningur skal játtast til Landssjúkrahúsið, tí nógv fólk ganga í løtuni í bíðistøðu Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fekk nógvar ákoyringar fyri menningarkvoturnar Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at nú verður táttað eitt sindur í, men hann segði ikki hvar og hvussu nógv