hósdagur 2. august 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018
SOSIALURIN 88
20
BARBARA HOLM
E
in telefyritøka upplýsti
fyri Dátueftirlitinum í
2017, at tey javnan fingu
fyrispurning frá arbeiðs
gevarum, sum ynsktu innlit í
útgangandi og inngangandi sam
røður og SMS hjá starvsfólkum,
sum hava arbeiðstelefon. Tað vísir
ársfrágreiðingin hjá Dátueftir
litinum fyri 2017
Dátueftirlitið skrivar, at tele
fyritøkan vildi hava Dátueftirlitið
at greiða teimum nærri frá reglun
um á økinum, og hvussu tær eiga
at tulkast. Tey hugsaðu serliga
um, hvørt inngangandi samrøður
og SMS eru umfataði av rættinum
til innlit.
- Dátueftirlitið svaraði fyri
tøkuni, at persónsupplýsingarlógin
hevur eina áseting, sum er § 15, ið
viðvíkur telefonsamskifti og sjálv
virkandi skráseting av hesum,
skrivar Dátueftirlitið. Sí lógina
aðrastaðni á síðuni her.
Víðari verður sagt, at § 15 í pers
ónsupplýsingarlógini skal skiljast
í tí samanhangi, at tað er vorðið
alsamt meira vanligt, at starvsfólk
eisini nýta arbeiðstelefonir til
privata nýtslu. Ásetingin skal tískil
skiljast sum ein verja av privatlívi
num hjá starvsfólkunum, og ein
verja av privata samskiftinum hjá
starvsfólkunum. § 15 er galdandi
bæði fyri privatar og almennar
arbeiðsgevarar.
- Tað er bert sjálvvirkandi
skráseting, sum er fevnd av §15,
og sostatt er manuell skráseting
loyvd. Loyvt er at skráseta talið av
útgangandi telefonsamrøðum og
sms, og hvussu nógv ta- lutíð verður
brúkt, eins og loyvt er at skráseta
telefonnummar, um 3 tey seinastu
tølini í tele- fonnummarinum eru
duld, skrivar Dátueftirlitið.
Dátueftirlitið sigur víðari,
at um inngangandi telefon
samrøður sjálvvirkandi kunnu
skrásetast velst um, hvørt við
gerðarheimild er til tess í § 8 í
persónsupplýsingarlógin.
- Tað er soleiðis bert hvønn ná
greiniliga ringt verður til, sum er
bannað at skráseta sjálvvirkandi.
Tílík skráseting krevur tískil loyvi
frá Dátueftirlitinum, sambært § 15
í persónsupplýsingarlógini, sigur
Dátueftirlitið.
- Viðvíkjandi § 15 í persónsupp
lýsingarlógini kann sostatt stað
festast, at greinin er ikki at skilja
sum rættur hjá arbeiðsgevara
til innlit í telefonsamskifti hjá
arbeiðstakara. Arbeiðstakari
kann geva arbeiðsgevaranum
samtykki til sjálvvirkandi skrá
seting av telefonsamskifti, men
eisini í hesum førum skal arbeiðs
gevarin søkja um loyvi frá Dátu
eftirlitinum, sigur Dátueftirlitið í
ársfrágreiðingini.
Altýðandi privat ella
almenn áhugamál
geva undantak
Dátueftirlitið sigur, at skal
arbeiðsgevari hava møguleika til
sjálvvirkandi at skráseta, hvønn
starvsfólk samskifta við, skulu
altýðandi privat ella almenn
áhugamál krevja tað, og søkjast
skal um loyvi til tess frá Dátu
eftirlitinum.
- Dátueftirlitið leggur undir
viðgerðini um tílík loyvi dent á,
hvørt heilt serligar umstøður
gera seg galdandi, tað vil siga,
hvat endamálið við skrásetingini
er, hvussu týðandi hetta er sæð í
mun til persónsverndina, og um
endamálið kann røkkast á annan
hátt, enn við sjálvvirkandi skrá
seting, sigur Dátueftirlitið.
- Ovurnýtsla av telefon er ikki
nóg góð grundgeving til tess at
fáa loyvi, tí til ber hjá arbeiðs
gevaranum at avmarka hesa nýtslu
á annan hátt, enn við sjálvvirkandi
skráseting, staðfestir Dátueftir
litið.
Fær telefyritøka eina áheitan frá
arbeiðsgevara um, at viðkomandi
ynskir sjálvvirkandi skrá- seting
av telefonsamskiftinum hjá
starvsfólki, so skal fyrsta stigið
hjá telefyritøkuni vera, at seta seg
í samband við Dátueftirlitið. Tílík
skráseting kann ikki fara fram
uttan loyvi frá Dátueftirlitinum.
- Arbeiðsgevari kann fáa út
greinaða rokning (innlit í út
gangandi samrøður hjá starvs
fólki), tá ið 3 tey seinastu tølini í
nummarinum eru fjald. Tá ið talan
er um arbeiðsgevara/arbeiðstakara
samband, og arbeiðsgevarin vil
hava fult innlit í útgreinaðar
rokningar, ella automatiskt vil
skráseta samskifti, so skulu tele
útbjóðararnir vísa hesum arbeiðs
gevarum til Dátueftirlitið í sam
bandi við eina umbøn um loyvi,
sigur Dátueftirlitið.
Dátueftirlitið staðfestir, at út
bjóðarar av telesamskifti skulu
eisini hava í huga, at sambært § 15,
stk. 3, skulu útbjóðarar ikki senda
nágreiniligar útgreinaðar rokning
ar, soleiðis at hetta hevur við sær,
at haldarin fær upplýsingar hann
ikki sjálvur kann skráseta sam
bært § 15, stk. 1.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
STJÓRAR VILJA SÍGGJA
HVØNN STARVSFÓLK
RINGJA TIL
Nýggj ársfrágreiðing frá Dátueftirlitinum vísir, at tað javnan kemur
fyri, at arbeiðsgevarar vilja vita, hvønn teirra starvsfólk samskifta við
ÁRSFRÁGREIÐING HJÁ DÁTUEFTIRITINUM
§ 15 í Persónsupplýsingarlógini er her:
§ 15. Almennum myndugleikum, privatum virkjum o.ø. er
ikki loyvt sjálvvirkandi at skráseta, hvønn starvsfólk teirra
samskiftir við. Um altýðandi privat ella almenn áhugamál
krevja tað, kann dátueftirlitið geva loyvi til slíka skráseting.
Dátueftirlitið kann áleggja gjøllari treytir fyri skrásetingini.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, um annað er ásett í lóg.
Stk. 3. Útbjóðarar av telenetið og teletænastum
kunnu tó skráseta alt samskifti til egna nýtslu ella
at nýta í sambandi við tøkniliga umsiting.