hósdagur 2. august 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018
SOSIALURIN 88
21
NM fyri U17 landslið:
TRÓNDUR ARGE
F
rá sunnudegnum og áleið
eina viku fram, verður
NM-kappingin fyri U17
landslið við dreingjum
í Føroyum. Átta lond eru við í
kappingini, sum er størri enn
hon hevur verið fyrr. Umframt
øll norðanlondini, verða Kina og
Norðurírland eisini við.
Spælt verður á Tórsvølli, Ovara
vølli í Gundadali og á Argjum.
Fótbóltssambandið hevur leingi
arbeitt við at fáa kappingina lagda
til rættis.
Millum avbjóðingarnar eru
at fáa innivist til øll liðini. Tað
hevur eydnast, millum annað tí
at Fótbóltssambandið hevur vitað
um kappingina í seks ár. Síðani
NM-kappingin var liðug í Íslandi í
fjør, hevur verið arbeitt við at fáa
allar lutirnar upp á pláss, sigur
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í
Fótbóltssambandinum.
Hann leggur afturat, at hann
gleðir seg til kappingina, sjálvt um
gamla FSF-húsið er tikið niður. Tað
gevur nakar avbjóðingar, men bæði
HB og B36 hava víst stóra vælvild.
Nýggjur venjari
U17-landsliðið við dreingum
hevur fingið nýggjan venjari, og
talan er um ein gamlan kenning
í starvinum. Fótbóltssamband
Føroya hevur nevniliga gjørt avtalu
við Áka Johansen, um at standa á
odda fyri U17-dreingjunum restina
av hesum árinum.
Thomas
Thinggaard,
ið
hevur havt árbygdina av U17-
dreingjunum, og sum eisini hevur
verið ein av Fótbóltsmennarunum
hjá FSF, valdi fyrr í ár at takka fyri
seg í Føroyum. Hann er farin aftur
til Danmarkar, har hann hevur
fingið starv sum venjari hjá U17-
liðnum hjá SønderjyskE.
- Tá landsliðið kallar, kann
ein sjálvandi ikki siga nei. U17-
dreingirnir mangla venjara, og
tá heitt varð á meg, kundi eg
ikki annað enn siga ja. Komandi
avbjóðingar eru sera spennandi og
áhugaverdar, og eg eri eisini sera
fegin um, at Giza Hoyvík hevur
víst mær stóra vælvild í hesum
sambandi, sigur Áki Johansen við
heimasíðuna hjá FSF.
Áðrenn Thomas Thinggaard
tók við sum føroyskur U17-
landsliðsvenjari,
hevði
Áki
Johansen staðið á odda fyri liðnum
í ellivu ár, sum endaði við minniliga
EM-endaspælinum í Kroatia í fjør.
- Arbeiðið við U17-landsliðnum
hevur í so mong ár frammanundan
givið mær so ómetaliga nógvar
góðar upplivingar – ikki minst
seinasta uppgávan, tá vit spældu
okkum heilt til EM-endaspælið,
sigur Áki Johansen.
U17-landsliðið við dreingjum
skal til tvær kappingar seinni í
ár. Í august er NM á skránni, og í
september skal liðið til innleiðandi
EM-undankapping í Makedonia.
Umframt øll norðanlondini, verða
Kina og Norðurírland eisini við í
NM-kappingini, sum í ár verður í
Føroyum.
- Tað er ikki so nógv tíð til
fyrireiking, sum eg annars havi
verið vanur við. Men saman
við hjálparvenjaranum, Allan
Smedemark, og venjarunum úti
í feløgunum, skulu vit nokk vera
klárir, tá NM-kappingin fer í gongd.
Í innleiðandi bólkaspælinum møta
vit millum annað Kina, sum vit
ongantíð hava møtt áður. So hóast
eg havi næstan 90 landsdystir sum
venjari, so er okkurt eisini nýtt
fyri meg, og tað ger tað ikki minni
spennandi, sigur Áki Johansen at
enda.
FÓTBÓLTUR
KINA MILLUM
GESTIRNAR
Komandi dagarnar verður Norðurlandameistara
kapping fyri U17 landslið við deingjum í fótbólti í
Føroyum. Hesa ferð er kappingin nakað størri enn
vanligt. Gestalandið hesa ferð er einki minni Kina
Hópurin Føroyar
NR POS.
EFTIRNAVN
FORNAVN
FØDDUR
FELAG
1
GK
Danielsen
Dánial
4/25/2002
NSÍ
2
DF
Mneyney
Noah Hans
12/6/2002
ÍF
3
DF
Joensen
Tórur Franksson
6/8/2002
HB
4
DF
Petersen
Børge
4/24/2002
KÍ
5
DF
Arge
Ári
5/2/2002
HB
6
MF
Warner
Jónas J.
5/10/2002
B36
7
FW
Róason
Gilli
4/3/2002
HB
8
MF
Hansen
Olaf Karstensson
2/20/2002
KÍ
9
FW
Janusarson
Meinhard Fríðálvur
8/30/2002
NSÍ
10 FW
Jacobsen
Gulak Andrias
6/9/2002
SønderjyskE
(DK)
11 MF
Hentze
Kristian Krog
4/16/2002
B36
12 GK
Petersen
Ari
12/7/2002
07 Vestur
13 DF
Hellisá
Mikkjal
2/18/2002
EB/Streymur
14 MF
Hansen
Súni
1/21/2003
NSÍ
15 MF
Tvørfoss
Ingolf
1/8/2002
Víkingur
16 MF
Lunell Bruhn
Jens Erik
5/12/2002
TB/FCS/Royn
17 FW
Jacobsen
Jóel Høgnason
11/4/2002
NSÍ
18 DF
Poulsen
Bergur Jákupsson
3/5/2003
Víkingur
19 MF
Dahl-Olsen
Gutti
1/19/2002
EB/Streymur
20 MF
Johannesen
Áki
11/11/2002
NSÍ
Bólkur A
DATO
KL
DYSTUR
VØLLUR
05.08.2018
13:00
Svøríki – Norðurírland
Tórsvøllur
05.08.2018
13:00
Finnland - Danmark
Argir
07.08.2018
12:00
Danmark – Norðurírland
Gundadalur
07.08.2018
15:00
Svøriki - Finnland
Tórsvøllur
09.08.2018
12:00
Danmark – Svøríki
Tórsvøllur
09.08.2018
12:00
Norðurírland - Finnland
Gundadalur
Bólkur B
DATO
KL
DYSTUR
VØLLUR
05.08.2018
17:00
Ísland – Føroyar
Tórsvøllur
05.08.2018
17:00
Kina – Norra
Argir
07.08.2018
12:00
Ísland – Kina
Tórsvøllur
07.08.2018
18:00
Norra – Føroyar
Tórsvøllur
09.08.2018
15:00
Føroyar – Kina
Tórsvøllur
09.08.2018
19:00
Norra – Ísland
Tórsvøllur