Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018 SOSIALURIN 88 22 TRÓNDUR ARGE U m vikuskiftið og mánadagin verður 17. umfar í Betri-deildini hjá monnum. Fýra dystir verða sunnudagin, meðan fimti dysturin verður mánadagin. Dysturin millum Suðringar og B36 er nevniliga útsettur, tí B36 spælir Europa League á útivølli móti Besiktas í Turkalandi. 17. umfar bjóðar upp á fimm ferðir topp fimm, móti teimum niðastu fimm. Tølini í ár benda á, at tey stóru vinna á teimum lítlu. Tað er bara tað einu ferðina – í 1.umfari, tá EB/Streymur vann á B36 – at eitt av teimum smærru, hevur vunnið á einum av teimum stóru. Eitt av liðnum, sum nú ætlar at blanda seg upp í oddastríðið er NSÍ. Tað bleiv lagt upp til tað heilt stóra, tá Sámal Erik Hentze bleiv kunngjørdur sum nýggjur venjari á ársveitsluni. Hann hevur ein greiðan boðskap til hópin. -Nøvn vinna ikki dystir – hugburður vinnur dystir, sigur Sámal Erik Hentze. Mugu spæla sum eitt lið Sámal Erik Hentze var ein glaður maður, tá NSÍ hevði vunnið landskappingar- og ólavsøkudystin á HB ólavsøkuaftan. NSÍ vann 2-0, eftir at hava verið betri meginpartin av dystinum. Sigurin var uppiborðin, men kom ikki av ongum, heldur venjarin. - Hetta líkist meira tí, sum vit arbeiða eftir. Tað er hugburðurin hjá okkum, sum hevur manglað. Í dag hava vit hann, og so vinna vit, sigur Sámal Erik Hentze. Hann helt fyri, at teir høvdu lisið væl uppá. Tí vistu teir hvat HB fór at gera, og tað var týdningarmikið ikki at leypa framav. - Vit høvdu lisið teir nokkso væl av. Tað var týdningarmikið, at vit vóru fokuseraðir upp á, um teir gjørdu tað, sum teir plaga at gera. Síðani eta vit okkum spakuliga inn í dystin. Eisini týdningarmikið, at vit ikki leypa framav. Teir høvdu tikið teir lítlu menninar út og sett teir stóru inn, tá vistu vit at tað bleiv til nógvar langar og høgar bóltar, sigur venjarin hjá NSÍ. Sámal Erik Hentze heldur, at hugburðurin er tað týdningarmesta hjá NSÍ, sum ikki hevur staðið seg so væl í ár, sum væntað. -Tað er ein saman­ renning av fleiri tingum. Vit hava ein trupulleika við at hugsavna okkum í dysti, tað er nakað vit hava arbeitt við, tí tá tú ikki klárar at hugsavna teg um dystin í 90 minuttir, so tapur tú. Tað er av stórum týdningi, at ein spælari klára at greiða sína uppgávu allan dystin. Tað hevur verið ein stórur trupulleiki hjá okkum, sigur venjarin hjá NSÍ, og leggur afturat: -Vit hava eisini havt ein trupulleika við hugburðinum. Tú mást í minsta lagið koma við hugburðinum og avrika til títt besta. Gert tú ikki tað, so tapur tú eisini. Fótbóltsspælarar eru teir, men tað er hitt, sum hevur kostað okkum nógv stig, sigur venjarin og leggur eitt afturat: -Nøvn vinna ikki dystir – hugburður vinnur dystir, sigur Sámal Erik Hentze. Pressaður er eitt ógvusligt orð Tað hevur í eina tíð ljóðað, at tað er nakað av pressi á venjaranum hjá NSÍ. Soleiðis kennir hann tað ikki sjálvur. - Eg veit ikki um eg havi verið pressaður, tí tað er eitt ógvusligt orð. Eg haldi meira, at eg havi verið frustreraður um, at vit ikki hava fingið liðið at spæla sum eitt lið. Tað hevur verið eitt hestaarbeiði at fáa tað at hanga saman, sigur Sámal Erik Hentze og leggur afturat: - Klára vit at fáa allar spælar­ar­ nar at standa saman sum eitt lið, so hava vit fótbóltsspælararnar. Tað er hitt, sum vit skulu fáa at rigga. Tað er lykilin og teir liggja inni við tí sjálvir, og tí mugu teir sjálvir koma við innsatsinum, sigur venjarin hjá NSÍ. Runavíkingar eru 10 stig aftan­ fyri oddaliðið, HB. Tað verður torført hjá NSÍ at vinna FM, men við einum góðum stima, metir venjarin at NSÍ kann gera seg gald­ andi. - Nú ræður um hjá okkum, at vinna nakrar dystir. Tá tú kemur í ein stima, har tú vinnur, so gevur tað sjálvsálit. Vit vóru í einum stima til vit møta Víkingi, men tá møta vit ikki upp og tapa. Tað var ótrúliga keðiligt, men vit mugu Ikki við: Sørin Samuelsen (leikbann, 4 gul), Rasmus Dan Sørensen (leikbann, 4 gul) Við aftur: Árni G. Olsen (leikbann), Filip í Liða (lærkrikin) (Undan Europa League) Ikki við: Jónas Tór Næs (venur so smátt aftur), Róladur Jakobsen (fóturin, langtíðarskaddur) Ivasamir: Alex Mellemgaard (baklærið), Hannes Agnarsson (fibur) Ikki við: Jóhannes Hansen (knæskaði, langtíðarskaddur), Oddur Højgaard (meniskur, langtíðarskaddur) Ikki við: Aleksandar Stankov (vøddaskaði), Sebastian Pingel (knæið), Brynjar Hlødvarsson (leikbann, 4 gul) Ivasamur: Jógvan Rói Davidsen (vøddaskaði) Ikki við: Jákup B. Andreasen (leikbann, 7 gul), Hákun Edmundsson (Lærkrikin) Ivasamir: Deni Pavlovic, Hjalgrím Elttør LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Bagge: NØVN VINNA IKKI DYSTIR – HUGBURÐUR VINNUR DYSTIR FÓTBÓLTUR: Upptakt 17. umfar Venjarin hjá NSÍ er ikki í iva um, at hann hevur nóg góðar spælarar á liðnum, men huðburðurin er avgerandi fyri úrslitini, sigur Sámal Erik Hentze