Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018 SOSIALURIN 88 23 læra av tí. Ímóti HB møta vit upp, og tú sær úrslitið, sigur Sámal Erik Hentze at enda. HB – Skála Sunnudagin: Klokkan 15 DÓMARI: LARS MÚLLER HB skal aftur á slóðina, eftir fyrsta tapið síðani 1. umfar, tá HB tapti 3-0 fyri KÍ. Eftir 16 sigrar upp í slag í lands- og steypakappingini, tapti HB á ólavsøku. Havnarmenn vóru ikki skarpir í spælinum móti NSÍ. Onkur helt fyri, at tað sást, at HB ikki hevði verið í Evropa og spælt í summar. Skála fekk eisini ein umgang í Klaksvík, har teir taptu 3-1, eftir at hava verið aftanfyri 3-0. Tað kundi givið tekin um, at tað eru fyrimunir við at spæla í Evropa um summarið. Aleksandar Stankov og Sebastian Pingel eru framvegis ikki tøkir fyri HB, meðan íslendski uppruddarin á miðvøllinum, Brynjar Hlöðversson, hevur leikbann við fýra gulum kortum. Fyri Skála kemur tað væl við, at Brian Jakobsen er við aftur, meðan Søren B. Nielsen fekk sítt fyrsta mál í Skála-troyggjuni, tá hann minkaði um munin móti KÍ. Her er HB framvegis favorittur, hóast liðið ikki spældi væl móti NSÍ. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 KÍ – 07 Vestur Sunnudagin: Klokkan 15 DÓMARI: PETUR REINERT Tað er komið nýtt lív í FM-vónina hjá KÍ, eftir at HB tapti. Nú eru bara tvey stig á muni og um eina viku, so spæla KÍ og HB á Summarfestivalinum. Skal KÍ gera sær bjartar FM-vónir, so krevur tað helst ein sigur á 07 Vestur. KÍ er uttan Jákup B. Andreasen, sum nú hevur fingið sjey gul kort í landskappingini, meðan Hákun Edmundsson framvegis situr uttanfyri. Fyri 07 Vestur verður spennandi at síggja nýggju spælararnar, Sonny Jakobsen og Charlie Machell. Her er KÍ favorittur og spæla teir, sum teir gjørdu móti Skála, verður talan helst um ein trivaligan sigur. SOSIALURIN TIPPAR: 3-0 NSÍ – EB/Streymur Sunnudagin: Klokkan 15 DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Skal NSÍ hava nakran møguleika, fyri at bjóða av í oddinum, so krevur tað ein sigur á EB/Streymi. Sámal Erik Hentze fegnast um, at Klæmint A. Olsen nú aftur er í gongd, eftir at hava sitið uttanfyri við skaða ein stóran part av kappingarárinum. - Eg haldi, at Klæmint spælir dyst nummar fýra í ár hjá okkum. Vit hava manglað hann í alt ár. Hann er ein týdningarmikil maður, er róligur, hevur yvirblikk, gongur fremst og arbeiðir altíð hart. Har er einki at seta fingurin á. Hann er nærlagdur í øllum, sum hann ger. Tað haldi eg er ein av høvðusorsøkunum til, at hann klárar seg so væl, sigur Sámal Erik Hentze um liðskiparan, sum nú hevur tikið metið hjá Jákupi á Borg, sum spælarin, ið hevur skotið flest mál í bestu deildini í Føroyum. Saman við Peturi Knudsen, sum spældi væl móti HB, er væntað at NSÍ vinnur á EB/Streymi. SOSIALURIN TIPPAR: 3-1 Víkingur – AB Sunnudagin: Klokkan 15 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Her er Víkingur favorittur at vinna, men tá hetta verður skrivað, er ikki greitt hvussu tað spælir av í Europa League, har Víkngur spælir móti Torpedo Kutaisi úr Georgia. Greitt er tó, at Hans Jákup Lervig (leikbann) og Hans Jørgen Djurhuus (skaði) ikki verða við, meðan AB er uttan lyklaspælaran, Sørin Samuelsen, og Rasmus Dan Sørensen. Argjamenn taptu 4-0 fyri Suðringum á ólavsøku. Tí bendir lítið á, at AB skal gera nakað við Víking í Sarpugerði – men vert er at hava í huga, at Víkingur mangan hevur tað torført móti AB. SOSIALURIN TIPPAR: 2-0 Suðringar – B36 Mánadagin: Klokkan 16 DÓMARI: ALEX TROLEIS Skalt tú hava nakað gjørt, so spyr onkran, sum hevur nógv at gera. Spurninguirn er nú, um hetta kann sigast um B36. Tá hesin dysturin verður spældur í Trongisvági mánadagin, hevur B36 spælt seks dystir í Evropa í summar. Teir skulu ferðast heim til Føroya fríggjadagin, og víðari suður mánadagin. Tú kundi sagt, at hetta burdi verið ein fyrimunur fyri Suðringar, sum júst hava vunnið 4-0 á AB. Tað er eisini væl hugsandi, men sjáldan munnu spælararnir hjá B36 hava verið betri fyri, enn teir eru júst nú. Fyri Suðringar kemur tað illa við, at Papa Faye, sum skoraði hattrikk móti AB í ólavsøkudystinum, ikki er tøkur. Sagt verður, at hann má sita uttanfyri í eina viku ella tvær við fótskaða. Hartil hevur Dánjal Godtfred leikbann, eftir at hann bleiv útvístur móti AB. Tá hetta verður skrivað, er dysturin í Turkalandi millum Besiktas og B36 ikki spældur. Tí ber illa til at siga nakað, um hvør er tøkur hjá B36. Jákup á Borg er argur um, at uppskotini hjá teimum um flytingar av dystum ikki blivu gingin á møti. Okkurt kundi eisini bent á, at tað kann brúkast sum motivatión. SOSIALURIN TIPPAR 2-3 Ikki við: Símun Rógvi Hansen (langtíðarskaddur) Ikki við: Teitur R. Joensen (lærkrikin - 2 vikur). Við aftur: Brian Jakobsen - eftir skaðasteðg) Ikki við: Pape Mamadou Faye (fótskaði, 1-2 vikur), Dánjal Godtfred (leikbann), Ibrahim Arifovic (leikbann), Teitur Mortensen (lærkrikin, restina av árinum), Rani Johansen (fótskaði, ógreitt hvussu leingi) (Undan Europa League) Ikki við: Hans Jákup Lervig (leikbann, 4 gul), Hans Jørgen Djurhuus (skaði) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ 07 VESTUR Allir mans tøkir Betri deildin støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. HB 16 13 1 2 31-12 (+19) 40 2. KÍ 16 12 2 2 30-11 (+19) 38 3. NSÍ 16 9 3 4 34-15 (+19) 30 4. Víkingur 16 9 2 5 26-19 (+7) 29 5. B36 15 9 1 5 32-20 (+12) 28 6. SKÁLA 16 5 3 8 15-23 (-8) 18 7. EB/Streymur 16 4 5 7 18-21 (-3) 17 8. TB/FCS/Royn 16 4 2 10 16-27 (-11) 14 9. AB 16 2 2 12 8-36 (-28) 8 10. 07 Vestur 15 1 1 13 13-39 (-26) 4 Betri-deildin 17. umfar: Sunnudagin 5. august HB – Skála (15.00) Beinleiðis á FM1 NSÍ – EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1 KÍ – 07 Vestur (15.00) Víkingur – AB (15.00) Mánadagin 6. august Suðringar – B36 (16.00) TB/FCS/ROYN KELDA: FAROESOCCER.COM