hósdagur 2. august 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018
SOSIALURIN 88
26
JOHAN DAHL
V
erða
pensjónistar
okkara snýttir, tá ið
teir fáa útgjald úr
Samhaldsfasta?
Nú nógv hevur verið tosað um
nýggja pensjónsskipan, lækkandi
grundarupphædd, Samhaldsfasta
og at tryggja pensjónistum góð
og eisini fíggjarliga trygg ellisár,
undrar tað meg, at tað almenna
skattar útgjaldið úr samhaldsfasta.
Í lógini um útgjald úr
Samhaldsfasta - Arbeiðsmarkna
ðareftirlønargrunnurin AMEG,
stendur:
“§ 2 2) 7) 8) 9) 11) 16) 18) Fæ grunsins
verður fingið til vega við, at allir
persónar árliga rinda grunninum
ein prosentpart av teirri inntøkuni,
sum myndar grundarlagið und
ir skattaútrokningini, og allir
arbeiðsgevarar árliga rinda
grunninum ein prosentpart av
útgoldnum A-inntøkum. Fyri per
sónar og arbeiðsgevarar er ásetti
prosentparturin
1) 2,50% í 2018 og
2) 3,00% í 2019 og fylgjandi ár.
2.stk. 2) 4) 7) 8) 9) 11) 15) 16)
18) Persónur, sum hevur nátt
pensjónsaldur sbrt. løgtingslóg
um almannapensjónir rindar
einki í grunnin. Arbeiðsgevari, sum
hevur nátt pensjónsaldur sbrt.
løgtingslóg um almannapensjónir
og hevur fólk í vinnu, rindar
tó av útgoldnum A-inntøkum.
Arbeiðsgevari rindar ikki gjald
fyri løn hjá útlendingum undir
FAS-skipanini.”
---------
Tá ið eg og tú fáa løn, rinda vit inn
í Samhaldsfasta, hetta eru krónur,
sum vit longu hava rindað skatt av.
Tá ið vit so eru komin til tann aldur,
at vit hava rætt til at fáa útgjald
úr grunninum verða vit aftur at
rinda skatt av somu krónum. T.v.s.,
at landið áleggur okkum at rinda
skatt tvær ferðir av somu krónu.
Tað er annars ein meginregla
í skattaskipan okkara, sum sigur,
at vit bara rinda skatt einaferð av
somu krónu. Hví okkara pensión
istar skulu revsast við dupultum
skatti er ógvuliga torført at skilja.
Sama skipanin við dupultum
skatti av somu krónu er eisini
galdandi við ALS-inngjaldinum
og gjaldinum í Barsilsgrunnin.
Tað átti helst at verið broytt
eisini, men hinvegin, so eru ALS
og Barsilsgrunnurin ikki á sama
hátt ein fundamentalur partur av
undirstøðukervinum undir okkara
samfelagi, men eru meiri at rokna
sum tryggingarskipanir. Tað sama
kann ikki sigast um Samhaldsfasta,
sum jú meiri ella minni kemur
í staðin fyri eina skipan, sum í
áratíggjur hevur verið partur av
fíggjarlógini og harvið hevur verið
skattafíggjað. Tá rindaðu vit ikki
skatt tvær ferður av somu krónu,
hví skulu vit gera tað nú?
Eg kundi hugsað mær at
spurt rættað viðkomandi, sum
má verða stjórin á TAKS ella
landsstýrismaðurin í fíggjarmál
um, um hetta er góð praksis, og
um hetta er í tráð við lógina um
uppkrevjan av skatti?
Vónandi fáa vit eitt alment svar
uppá hendan spurningin, sum er
so viðkomandi fyri allar okkara
pensiónistar.
BERGUN KASS
BÝRÁÐSLIMUR FYRI FRAMSÓKN
E
inki stendur í stað, og tað
gera okkara eldru heldur
ikki. Tí mugu vit seta
miðvíst inn, so okkara
eldri kunnu leiga ella eiga bústað,
sum sampakkar við tørvin nú og í
framtíðini.
Pensjónistar eru ikki tað, teir
hava verið. Verandi og komandi
pensjónistar eru sum heild sera
væl fyri. Teir renna, ganga fjøll,
ferðast, ja, sum heild hava teir
dirvi og gleða seg til framtíðina við
øllum tí, hon hevur at bjóða.
Tí er eisini neyðugt við einum
smidligari bústaðarmarknaði, sum
sampakkar við tørvin hjá teimum
eldri. Ein tørv, har tað ikki er
neyðugt hjá teimum eldru at halda
stór hús, men har tað er lættari at
flyta inn í privatan leigubústað.
Frá longst í egnum heimi
til flyt í góðari tíð!
Hugsanin um ’longst í egnum
heimi‘ má broytast til ‘flyt í tíð’. Í
hesum liggur ein áheitan til fólk
ímillum 55 og 65 ár um at hugsa
um og leggja ætlanir fyri, hvussu
tey vilja húsast á eldri árum.
Bústaðarpolitikkurin
hjá
okkum í Havnini leggur nú eisini
upp til hesa tilgongd.
Hvat er so ein búfelagsskapur
fyri eldri? Í stuttum er talan um
búeindir, har fólk hava sína egnu
privatu íbúð, samstundis sum tað
eru felagsøki, felagshøli, felags
tiltøk og ymiskt annað - felagsskapi
og lívsdygd hjá tí einstaka at gagni.
Fólk gera sjálvi av, hvussu
virkin tey eru í felagsskapinum og
í hvønn mun, tey eru privat.
Eindirnar eru ymiskt til støddar,
eigaraviðurskiftini kunnu eisini
verða ymisk og somuleiðis fólkini,
sum búleikast har.
Fólk eru nøgd
Fólk í øðrum londum eru
serstakliga nøgd og fegin um lívið
í búfelagsskapi. Tey fegnast um
privatlívið og felagsslívið. Tey
hava nærsambond og verða ríkað
innihaldsliga við ymsum virksemi.
“Tú fært heilt einfalt 10 ár
fleiri at liva’ havi eg hoyrt onkran
pensjónist siga. Tað er átrokandi
við loysnum, sum vísa nýggjar
leiðir. Tí eiga búfelagsskapir eisini
at verða eitt stig á bústaðarleiðini
hjá okkum.
Kommunan kann útvega
lendi og íblástur og vil heita á
privata byggivirksemið og fólk
og bólkar yvirhøvur um at gera
búfelagsskapir til veruleika.
Búfelagsskapir til eldri
KJAK
Samhaldsfasti og skatting
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á