hósdagur 2. august 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. AUGUST 2018
SOSIALURIN 88
27
KJAK
JÓNLEIF JOHANNESEN
O
kkara politiska ábyrgd
er at føra føroysku
familjurnar, tað før
oyska samfelagið, fram
á lívsins leið so væl sum til ber.
Hetta var góði boðskapur løgmans
í ólavsøkurøðu hansara 2018.
Havi hug at flætta løgmans
røðuna saman við myndini ein
annar ólavsøkurøðari, nevnliga Jón
Heystoy, brúkti í síni setanarrøðu
ólavsøkuaftan. Myndin, Jón
Heystoy brúkti, var um, hvussu
vit ferðast gjøgnum lívið. Leypandi
av løgasteini á løgastein. Summir
steinar liggja trygt í ánni. Eru
slættir og turrir. Aðrir kunnu rilla,
verða vátir og slýggjutir og torførir
at fóta sær á.
Tað koma løtur til flestu okkara,
har ein sjálvur stendur og rillar.
Tað veri seg tá sjúka rakar, tá
avbjóðingar stinga seg upp hjá
børnum okkara í skúlahøpi, ella tá
onkur av okkara nærmastu snávar
ella fær løst, tað veri seg sálarliga
ella likamliga. Tá er gott at vita, at
skipanir lofta. Tá er gott at kunna
seta sítt álit á skipanir, ið rætta
eina hjálpandi hond. Og liva vit
øll eftir hugsjónar-orðunum ger
tína skyldu og krev tín rætt, er slík
skipan áhaldandi í ljósmála.
Lívsleiðirnar eru ymiskar.
Hjá summum er longri millum
løgasteinarnar, og ein hond má
rættast, so leypast kann á næsta
steinin. Summar lívsleiðir hava
fleiri slýggjasteinar. Aðrar liggja
í ánni, har streymur er harður.
Tí mugu føroyingar, sum standa
á góðum kletti, veita hjálp
eftir førimuni. Eisini um tað
seinkar persónligu ferðini eitt
sindur. Vilja vit øll, tá lívið bjóðar
okkum válgarsbitar og herðar
gerast breiðar, at lata eftir
førimuni, so eru fleiri av hjálpandi
hondum til teirra, sum berjast við
lagnuna á slýggjagróti. Tá eru fleiri
klípi at stiga teir rillandi steinarnar
við. Men skipanir slítast, tað máast
burturav, og tí er neyðugt við
viðlíkahaldi, við vilja og ágrýtni
at skapa nýtt, men við sama góða
endamáli: At føra allar føroyskar
familjur trygt fram á leið. Hetta
vilja vit áhaldandi gera komandi
tíðina.
Tí vit eiga at standa saman.
Vit nýtast ikki í ovurhuga, hvør
í sær at søkja gleði við hægsta
sal, tí sum skaldið Mykkjal á
Ryggi sigur so satt: Eydnan er
at finna, har grannar semjast
væl. Har kærleiki man ráða, har
blídni er við borð, har mildar
tungur sáa tey mjúku troystarorð.
Vit eiga sum einstakligar, men
sanniliga eisini sum samfelag, at
taka hesi orð til okkara. Tí tá tær
føroysku familjurnar hava tað gott,
hevur føroyska samfelagið tað
gott. Hetta má havast í huga tá
ið karmar smíðast til heilsuverk,
almannaverk og skúlaverk.
Mykkjal á Ryggi, tað megnar
skald hann var, yrkir eisini: Elska
vit hvønn annan og gera væl við
grannan, og klandur ei er kent,
tá eru góðir dagar, um mangt
eitt mein enn bagar, og tá er árið
farið hent. Hetta eigur at vera
stavnhald okkara: At gera góðar
dagar, um mangt eitt mein enn
bagar. Ikki bert fyri einstakligar
vit kenna væl, men fyri allar tær
føroysku familjurnar. Og hóast
smá í heimshøpi so eisini í størri
mun úti í heimi, har hart leikar á.
Og eru støður, har vit ikki eiga
vitan um tær avbjóðingar, sum
borgarar í hesum landi hava, eiga
vit at lurta. Tá eitt nú tosað verður
um vanda farleið, tað veri seg norð
um Fjall, til Dals og aðrastaðni
við, eiga vit at lurta. Alt kann ikki
gerast í senn, tað er eyðvitað. Men
so mugu vit raðfesta væl og á slíkan
hátt, at álit og faklig vitan liggur
aftan fyri raðfestingar okkara.
Men skal hjálpast er neyðugt
at hava fótafesti. Ikki tryggja seg
við reim og seðlum, men at standa
so mikið væl, at tann orkumikli
megnar at hjálpa. Tí má nýhugsan,
virkisfýsni og framtakshugur hava
góðar karmar. Ikki fyri í sjálvsøkni
at náa hægsta sal men fyri at kunna
hjálpa væl. Ikki bert sær sjálvum
og sínum, men øllum føroysku
familjunum. Løgmansrøðan tekur
væl saman um tey síðstu árini
og tey skilagóðu tøk, ið tikin eru.
Og hon vísir eisini tann rætta
hugburðin, nú vit fara undir hesa
tingsetuna.
Takk
fyri
orðini
Harra
løgmaður og lat okkum saman
virka virkisfús fyri allar føroysku
familjurnar, soleiðis at vit royna
av øllum alvi at gera teimum góðar
dagar hóast mangt eitt mein enn
bagar.
Gera góðar dagar hóast
mein enn bagar
Vælkomið
Bestu ynskir
lítla barn
Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku
við barnsburðinum, og vilja vit fegin
siga frá hesum í teiginum “Føðingar”.
Send teldupost til:
barn@sos.fo
Upplýs:
Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.),
navn foreldranna/systkin og bústað.
Sendið mynd við