Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Hallur av Rana Gomlu framleiðsluhølini í Bacalao í Havn eru rík í søgum um eitt virk­ið vinnulív og eitt hart arbeiðandi fólk, ið hevur tikið móti fiski frá før­oysk­um trolarum og virkað teir til eina lidna vøru. Í eitt tíðarskeið taldist Bacalao eisini millum størstu arbeiðs­pláss í høvuðs­ stað­num, men eisini fólkini handan Bacalao máttu sanna, at alt á fold hevur tíð sína. 3. desember 2010 mistu 700 føroyingar síni arbeiðs­ pláss, tá ið Før­oya Fiskavirki fór av knóra­num. Millum tey fiska­virkir, ið mátti steðga allari fram­leiðslu hendan tunga vetrar­dagin var Baca­lao og síðan hevur lítið og einki virksemi verið í framleiðsluhøllini á Vestara bryggju í Havn, tó at ymiskt virksemi hevur verið aðra­ staðni í bygninginum. Framleiðslan uppafturtikin Men nú er lív aftur í gomlu hølunum, tó at framleiðslan hesa­ferð er munandi øðrvísi enn hon, ið breyðføddi so manga havnarfamilju. Fiskur er útskiftur við grøn­ meti og har rávøran fyrr kom frá sjónum, verður hon nú dyrkað, velt og heysta á staðnum. Tað er smá­parta­felagið Næla, ið er farið undir umfatandi frukt- grønmetisframleiðslu í Bacalao, og er ætlanin at selja grønmeti og frukt til føroyska marknaðin. - Vit eru farin í holt við at dyrka grønmeti, frukt og kryddurtir, sigur Kenneth Ellefsen, ein av seks per­són­ unum í smá­parta­felag­num, ið gongur nýggjar leiðir. Tað verður tó gjørt øðrvísi enn tað, ið flest føroy­ingar kenna til. Ongin jørð er við í framleiðsluni, men verður ein metoda við navinum hydroponics brúkt. Tað inniber, at man dyrkar grønmeti og fruktina í kanalum við vatni, har føðslu­evni verður latið uppí. Kenneth Ellfesen greiðir frá, at talan er um eitt gamalt hug­skot, ið nú veksur á Vestara bryggju í Havn. - Hugskotið birtist í mín­ um huga aftur í 2010, tá eg sá eina sending um veður­lags­ broytingar og innandura vakstr­ar­hús. Sendingin við­gjørdi trupulleikan við hvussu stórbýir, ið eru fjart skotin frá bóndum, markum og fram­leiðsluni, skulu klára seg í framtíðini, tá ið tey eru so avskorin frá framleiðsluni, greiðir Kenneth Ellefsen frá og heldur fram. - Tað vakti mín áhuga og vaks hann bara, tá eg byrjaði at tosa við onnur um hetta. Eg gjørdi so ymiskar royndir sjálvur og kom so nøkulunda á leiðina. Men eg drap eisini ótrúliga nógvar plantur í tilgongdini, sigur Kenneth Ellefsen. Framleiðslan hjá sp/f Næla verður partvís teldustýrd og greiðir Kenneth Ellefsen frá, at tað er servitanin hjá restina av toyminum handan felagið. - Tøknin er ein stórur partur av hesum og taka teir sær av tí. Teldur, vak­myndatól og annar elektronikkur heldur eyga við grøn­metinum og fruktini og stýrir hvussu nógv tað fær av vatni, ljósi og øðrum. Alt skal vera so nágreiniligt sum gjørligt, um hetta skal eydnast, sigur Kenneth Ellef­ sen. 400 salathøvd um vikuna Framleiðslan er longu byrjað í Bacalao og um alt gongur eftir ætlan, kann Kenneth Ellefsen og restin av monnunum handan sp/f Næla njóta fyrstu grøðina um nakrar fáar vikur. - Tey fyrstu salathøvdini eru sett í pottarnar, so um alt gongur eftir ætlan, so kunna vit heysta tey fyrstu um fýra vikur. Tá vit hava roynt hetta í einum minni formati, hevur tað tikið fimm vikur frá tí, at vit settu tey í pottarnar til tey blivu heystað. Tað er tað, ið vit vóna at kunna gera her í einum størri formati. Tilsamans miða vit eftir at kunna heysta 400 salathøvd um vikuna gjøgnum alt árið, sigur Kenneth Ellefsen. Salathøvd er ikki tað einasta, ið ætlanin er at dyrka á Vestara bryggju, men verða royndir gjørdar við ymiskum grønmeti, frukt og urtum. - Í løtuni royna vit við trimum ymiskum sløgum av salathøvdum, umframt at vit dyrka ymiskar kryddurtir sum basilikum, oregano, rós­ marin, dild og slíkt. Vit vilja eisini gera royndir við hvonn og sýru, tí hóast tað veksur vilt í Føroyum, so veksur tað ikki í so stórum mongdum. Aftrat tí royna vit eisini at dyrka tomatir, piparfrukt, agurkur og jarðber, sigur Kenneth Ellefsen. Júst hvussu stór fram­ leiðslan verður av tí ymiska er torført at siga. Meðan tað er lætt at meta um fram­ leiðsluna av salat­høvdum, so veit eingin hvussu nógvar tomat­ir fara at vaksa á einari plantu enn. - Í løtuni hava vit eitt 12 metur langt telt at dyrka jarð­ber í, men vit vita ikki hvussu nógv tað gevur. Við salathøvdum vita vit hvussu nógv vit dyrka, tí vit velta 500 hol um vikuna og so skulu vit kunna heysta í hvørt fall 400 salathøvd. FRÁ FISKI TIL SALATHØVD Gomlu framleiðsluhølini í Bacalao í Havn eru nú umgjørd til eitt innandura vakstrarhús. Ætlanin er at vaksa tomatir, kryddurtir, salathøvd, jarðber og annað. Longu um fýra vikur vænta fólkini handan verkætlanina, at hundrað salathøvd verða klár at heysta - Tað vakti mín áhuga og vaks hann bara, tá eg byrjaði at tosa við onnur um hetta. Eg gjørdi so ymiskar royndir sjálvur og kom so nøkulunda á leiðina. Men eg drap eisini ótrúliga nógvar plantur í tilgongdini