mánadagur 6. august 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89
TÍÐINDI
Men vit eini tomatplantu
ella agurkplantu vita vit
sjálvandi ikki, hvussu nógv
veksur
á
hvørjari,
sigur
Kenneth Ellefsen.
Út í handlarnar
Enn eru allar avtalur ikki
komnar upp á pláss um
hvussu, hvar og nær fyrsti
gróðurin verður seldur, men
ætlanin er, at føroyskt fram
leitt grønmeti skal kunna
finnast í bæði føroyskum
heimum og matstovum.
- Nú tá tólini eru sett upp
og framleiðslan er byrjað,
fara vit undir restina av
søluarbeiðinum. Tað vit hava
fingið at vita frá handlum
er, at vit kunna ikki gera
ov nógv, tí innflutningurin
er so stórur. Um vit dyrka
400 ella 1.000 salathøvd um
vikuna, munar tað kortini
einki í stóru mongdini av
innfluttum
salathøvdum,
sigur Kenneth Ellefsen.
Men hóast nógv verður
innflutt, so kann føroyska
framleiðslan
gera
ein
stóran mun hjá føroysku
handlunum,
tá
hugsað
verður um matspill. Hetta
tí tey føroysku salathøvdini
verða munandi frískari, tá
tey koma í handlarnar, enn
útlendsku salathøvdini.
- Nógv verður innflutt,
men nógv verður eisini tveitt
burtur, tí tað er ov vánaligt.
Grønmeti heldur sær so
stutt í einum føroyskum
handli, tí tað er longu fleiri
dagar gamalt, tá ið tað er í
Føroyum. Tað skal jú fyrst
upp gjøgnum Evropa til
Danmarkar, síðan gjøgnum
ein umboðsmann har og so
við skipi til Føroyar. Á ferðini
fær tað møguliga skaða av
frosti ella nógvum kulda,
so tá tað loksins kemur
í handlarnar, heldur tað
einans í nakrar fáar dagar,
sigur Kenneth Ellefsen og
leggur afturat.
- Um handlarnir í staðin
kunna fáa frukt ella grøn
meti, ið er heysta dagin fyri,
heldur tað tvær til tríggjar
ferðir longri, áðrenn tað
spillist. Tað vildi minkað um
spillið.
Í tøkum tíma
Alheims miðlar hava sein
astu vikurnar borið eina søgu
fyri og aðra eftir um øgiligu
hitabylgjuna, ið hevur ligið
yvir Evropa í fleiri vikur.
Skógareldar hava kravt fleiri
mannalív,
meðan
turkur
hevur gjørt, at bøndur kring
Evropa óttist fyri, at gróðurin
fer fyri skeyti, samstundis
sum neytabøndur og onnur
hava verið noydd at drepa
teirra kríatúr, tí mangul er
upp á fóður.
- Tað sást longur nú, at
matvøruprísirnir í Evropa
og aðrastaðni eru ávirkaðir
av turkinum, og á serfrøð
ingunum ljóðar, at hetta
er tað, ið vit skulu venja
okkum við. Tað er framtíðin,
at
gróðurin
miseydnast
vegna vatntrot. Tað fær
sjálvandi avleiðingar og er
millum annað kostnaðurin
fyri fóður vaksin við umleið
80 prosentum í summum
londum. Úrslitið av tí er, at
mjólkineyt og onnur djór
verða slaktaði fyrr, tí man
hevur ikki ráð til fóður, vísir
Kenneth Ellefsen á.
Tí metir hann tað vera ein
stóran fyrimun, um føroy
ingar sjálvir megna at fram
leiða í hvørt fall ein part av tí
grønmeti og frukt, ið vit eta.
- Um hetta veðrið er
framtíðin, so verður frukt
og grønmeti bara dýrari
í framtíðini. Tá hevði tað
verið ein stórur fyrimunur,
um vit á ein ella annan hátt
kunna skipað tað soleiðis,
at vit verða sjálvforsýnandi,
og ikki standa aftast í røðini
og fáa restirnar av tí, ið
Evropa ikki skoytir um, sigur
Kenneth Ellefsen.