Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89 6 Sosialurin WORLD WIDE WEB 27 ÁR Ein sonn kolvelting fór fram hendan dagin í 1991. Tí tá gjørdist World Wide Web alment atkomuligt á internetinum – og ikki tykkum at siga hevur tað havt alstjóran týdning fyri allan heimin. 44 ÁR SÍÐANI NIXON LEGÐI FRÁ SÆR 8. august í 1974 kunngjørdi amerikanski forsetin, Richard Nixon, í eini sjónvarpssending, at hann sum fyrsti amerikanski forsetin nakrantíð legði frá sær, áðrenn embætisskeiðið var úti. Orsøkin var hansara lutur í Watergate-gøluni. Eftirmaður hansara gjørdist Gerald Ford. Heini O. Heinesen áttati ár í dag Í dag fyllir Heini O. Heinesen, fyrr­ ver­andi løg­tings­ mað­ur, 80 ár Heini O. Heinesen trein inn á landspolitiska pall­in, tá hann á løgt­ ings­vali­num í 1984 lyfti arvin eft­ir Finnboga Ísakson sum løg­tings­ mað­ur Tjóð­veld­i­s­floks­ ins í Norðoya valdømi. Heini Oyolvur Heine­ sen var føddur 6. august 1938 í Kunoy. Hann var sjómaður 1954–1955 og var síðan í snikk­aralæru í Klaksvík til 1959. Starvaðist sum bygg­i­meist­ari 1967–1977 og vega­formaður hjá Lands­verk­frøð­ing­inum 1978–1988. Heini O. Heinesen var í eitt mann­aminni bygd­ ar­ráðs­lim­ur í Kunoy og borgarstjóri í komm­u­ nuni 1977–2008 og vara­ borg­ar­stjóri 2009–2012, og røkti hann eitt skifti aft­ur borg­ar­stjór­a­sessin. Sum lok­al­politikari var hann eisini formaður í Før­oya Komm­unufelag 1983–1985. Heini O. Heinesen hev­ur verið stýrislimur 1978–1981 og for­mað­ur 1981–1984 í lok­al­fel­ag­ num Norð­oya Tjóð­veld­ is­fel­ag, lands­nevnd­ar­ lim­ur 1981–1984, limur í lok­a­l­nevndini 1990–1994, lim­ur í starvs­nevndini í fleiri ár frá 1994, floks­ for­maður 1994–1998 og for­maður floksins á tingi 1994–2004. Hann var valdur á Føroya Løg­ting fyri Norðoyar valdømi 1984–2004 og 2008–2011. Á løgtingsvalinum í 2004, tá Karsten Han­sen hevði umboðað flokk­in í landsstýrinum í seks ár, fall Heini O. Hein­e­ sen fyri Karsten Han­ sen, sum tá varð vald­ur at umboða Tjóð­veld­is­ flokkin á tingi fyri Norð­ oya valdømi. Men tá Føroyar gjørd­ust eitt valdømi í 2008 stillaði Heini O. Heine­sen uppaftur og varð valdur við ikki færri enn 415 atkvøðum sum nummar seks á lista­num hjá Tjóðveldi. Heini O. Heinesen fekk eisini heiðurin at seta løgtingið á fyrsta fundi eftir løg­tings­val­ið í 2008 sum ell­is­for­mað­ ur. Henry Jarnskor 85 ár í dag Í dag fyllir Henry Jarnskor á Strond­ um 85 ár Árni Gregersen Henry Jarnskor er ætt­að­ur úr Gøtu, sonur Palla Jarnskor og Poulinu Jarn­skor. Hann er giftur við Jó­ honnu av Strondum og tey eiga fýra børn. Henry Jarnskor byrjaði sum so mangur annar ungl­ ingi á sjónum, 14 ára gamal. Fyrsti túrurin var við trol­ar­ a­num, Tróndi í Gøtu. Hann var víða, sum fisk­i­ maður. Seinni sigldi hann við trol­ar­u­num hjá Kjølbro, við týsk­um trolarum og mong­ um øðrum. Tá ið bygdaleiðir fóru at koyra var Henry Jarnskor ein teirra, sum fekk sær buss og koyrdi fyri bygdaleiðir. Men hann hevur eis­ini luttikið í mongum fel­ags­ arbeiði. Bæði í ar­beið­ar­ arørsl­uni og innan Javn­að­ ar­flokk­in. Ikki er tó at gloyma hans­ ara virksemi innan ítróttin. Í mong ár var hann formaður í Stranda Ítróttarfelag. Hann strídd­ist dúgliga við at fáa pen­ing til felagsarbeiðið, mill­um annað skipaði hann fyri hóp­in av konsertum við al­tjóða kendum tón­leik­a­ nøvn­um. Men Henry Jarnskor er gøt­u­maður og í fótbólti ivs­ ast ongin í, hvar hansara hjart­að er. Øll árini við GÍ var hann trúgvur við­halds­mað­ ur og stuðul hjá leikarum og fel­ag­ið og síðani Víkingur í 2008 bleiv felagið hja Gøtu og Leir­vík, hevur hann eisini stuðl­að teimum. Tað gav at bíta, tá ið hann var søguliga túrin við í Tromsø, tá ið Víkingur spældi Ev­ropa-dyst heilt upp­i­ í Norð­ur­noreg og komu víð­ari í kappingini. Henry Jarnskor er og hev­ ur altíð verið góður at hitt – tíð­ind­a­fróð­ur og vælvitandi um øll sam­felagsviðurskifti. Vit ynskja Henry Jarn­ skor tillukku við teimum 85. Løggildað vatn úr Villingardali Størsta vatnverkið í kommununi, vatnverkið í Villingardali, hevur í dag fingið løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Í hesum sambandi er ein góðsku­hand­bók fyri vant­ verkið og vatn­veit­ing­ar­ skip­an­ina gjørd. Endamálið við hand­bók­ini er at tryggja vatn­veit­ing­ina og at tryggja góða drekk­i­vatns­dygd. Áleið 9.500 fólk fáa drekki­vatn úr Villingardali, sum reins­ar góðar 2 mió. tons av vatni um árið. Í handbókini er lýsing av vatn­verk­inum og vatn­ leið­ing­ini. Somuleiðis er skrá­seting, vatnsýnistøkur, inn­an­eftirlit v.m. skjalfest. Gósku­handbókin er gjørd í sam­starvi millum starvsfólk á Tekn­isku deild og í Byggi- og um­hvørv­is­deildini hjá Tórs­havn­ar kommunu. Vatnverkið er triðja vatn­verkið hjá Tórshavnar komm­unu, sum nú hevur løg­gilding. Hini bæði eru vatn­verkið á Velbastað og vatn­verkið í Kaldbak, sum eru løg­gildað. Kommunan arbeiðir á­hald­andi við at gera góðsk­ u­hand­bøk­ur fyri hini vatn­ verk­ini í komm­ununi, við tí enda­máli at fáa tey løg­gild­ að. Enn eru 12 vatnverk eftir, sum skulu løggildast. Á myndini eru Hjørdis Haraldsdóttir Jensen vegna Heilsufrøðiligu starvsstovuna saman við Viggo Christiansen, Jákup Dam (form. í teknisku nevnd) og Óluvu Vang vegna Tórshavnar kommunu