mánadagur 6. august 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89
AQUA: VIT GLEÐA OKKUM AT KOMA TIL FØROYA
Hóskvøldið spælir heimskendi hittbólkurin Aqua fyri fyrstu ferð í Føroyum. Framførslan verður á Summar
Festivalinum, sum verður komandi vikuskiftið. Aqua fekk rungandi gjøgnumbrot við risahittinum »Barbie
Girl« í 1996, og eftir tað komu hittlistasangir sum »Doctor Jones«, »Cartoon Heroes«, »Around The
World«, »My Oh My« og aðrir.
– Vit gleða okkum at koma til Føroya at spæla, sigur Aqua í einari heilsan.
Aqua kemur við vælmannaðum bólki til Føroya, og tey lova eina rimmar framførslu á Vágsbø hóskvøldið.
Fyri 40 árm síðani
var tað eisini eitt
heitt politiskt evni
at flyta almennar
stovnar út á bygd
Ta ferðina var talan um
Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum
skuldi flytast til Klaksvíkar.
Leiðari á Ráðnum fyri
Ferðslutrygd var Eli Nolsøe,
sum tá var fyrrverandi lands
stýrismaður og sum sama
árið gjørdist løgtingsmaður
fyri
Sambandsflokkin
í
Norðoyggjum.
Eli Nolsøe segði við Sosi
alin 9. august í 1978, at hann
hevði fingið lyfti frá pol
itiskari síðu um, at skriv
stovan hjá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd skuldi flyta til
Klaksvíkar, men varð tað
kortini av ongum.
Av tí at politiska lyftið
ikki var hildið, so segði Eli
Nolsøe seg úr starvinum.
– Tað vísir seg, sum um
einki kann flytast úr Havn
ini. Mær vitandi er einki
starv sett uttan fyri Havnina
tey seinastu fýra árini frá
landsins síðu, so tað er so
sum so við bygdarmenn
ingarpolitikkinum, segði Eli
Nolsøe.
Eli Nolsøe varð føddur
28. mars 1920 í Vági og doyði
20. november 1996. Hann var
skrivstovumaður og politik
ari fyri Sambandsflokkin.
Eli Nolsøe var landsstýr
ismaður í fiskivinnu-, hand
ils- og løgmálum 1970–1975
og valdur á Løgting árini
1978-1984.
Hann
hevði
students
prógv og skrivstovuútbúgv
ing.
Eli Nolsøe starvaðist sum
skrivstovumaður á sýslu
manskontórinum í Klaksvík,
hjá J. F. Kjølbro, hjá SEV, og
sum leiðari hjá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd og hjá Arbeiðs
eftirlitinum. Eitt tíðarskeið
var hann eisini læraravik
arur.
Eli Nolsøe er pápi kendu
tónleikararnar Rana Nolsøe
og Eyðun Nolsøe úr tónleika
bólkinum Frændur.
Jógvan Meinhard
Johannessen, Mykines,
andaðist á Landssjúkr
ahúsinum fríggjadagin
3. august, 86 ára gamal.
Óluvá Fuglø, fødd Siv
ertsen úr Norðdepli,
andaðist hósdagin 2.
august, 83 ára gomul.
Brynjálvur Jacobsen, í
Nólsoy, vanliga nevnd
ur Bylli, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mikumorgunin 1.
august, 83 ára gamal.
Signa Julia Garshodn
Drenkstein, fødd
Christiansen, Klaksvík,
andaðist á Noroyðar
vistarheimi, mikudagin
1. august 86 ára gomul.
Frida Garðshorn
Christiansen, andaðist á
Klaksvíkar sjúkrahúsið
mánakvøldi 30.juli,
84 ára gomul.
Jóan Einar Joensen,
ættaður úr Tórshavn,
búsitandi í Viborg,
andaðist í heiminum
30. juli, 70 ára gamal.
Óli í Geil, ættaður úr
Skálavík, búsitandi í
Klaksvík, andaðist á
heiminum við Vágna,
fríggjadagin 27.juli,
89 ára gamal.
ANDLÁT
Martha Kajsdóttir Nielsen og Torkil Nielsen,
Undir Torvbrekku, Strendur, fingu 26. juli
fingu eina dóttir. Longd: 52 cm. Vekt: 3740 gr
VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN
Eli Nolsøe vildi flyta
Ferðslutrygd til Klaksvíkar
Vælkomið
Bestu ynskir
lítla barn
Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku
við barnsburðinum, og vilja vit fegin
siga frá hesum í teiginum “Føðingar”.
Send teldupost til:
barn@sos.fo
Upplýs:
Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.),
navn foreldranna/systkin og bústað.
Sendið mynd við
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo