mánadagur 6. august 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Lundin í Koltri eigur fyri
tað mesta niðri í vallaða
berginum.
Neyðugt er við lesningum
um upsir og loftskútar, eins
og lagdar eru trygdarlínur,
har brattast er.
Bjørn Patursson, fyri
støðumaður í Koltri, hevur
saman við øðrum verið í
bakkanum í Koltri, har teir
hava hugt eftir, hvussu
fuglurin hevur tað, eins og
teir eisini hava framt bjarga
røkt.
Lundin fingið frið
Lundin hevur fingið frið
í Koltri síðan fyrst í hesi
øldini, tá tað av álvara fór at
ganga illa hjá sjófuglinum.
- Tó so hava vit við jøvn
um millumbili roynt at fylgt
við, hvussu lundin hevur
tað.
Bjørn Patursson vísir á,
at teirra eygleiðingar vísa,
at árini hava verið misjøvn.
- Summi ár hevur lundin
ikki megnað at føtt pisurnar,
sum hava ligið deyðar í
holunum.
Men,
seinastu
árini hevur tó gingið betri,
tó at lívið í lundalandinum
hevur verið munandi minni,
enn vanligt var.
Frískar og væl fyri
Leygardagin hin 4. august
í ár var Bjørn Patursson
saman við øðrum góðum
fólkum
á
kanningarferð
niðri í lundalandinum í
Koltri.
Henda dagin var av allar
fagrasta veðri.
- Her var als ikki talan
um nakra landkomu, men
hin
gamli
lundin
sást
í pendulfarti til og frá
landinum við sild til pisur
nar. Onkur ungfuglur sást
eisini sita í berginum og
niðri á helluni.
Á Facebook-síðuni – Kolt
ur – veit fyristøðumaðurin
at siga, at tær lundapisur,
sum kannaðar vórðu henda
dagin, vóru bæði frískar
og væl fyri, tó at tær vóru
ymiskt búnar.
- Onkur var um at vera
floygd, meðan aðrar helst
skulu hava einar 14 dagar
ella meira aftrat, áðrenn tær
verða floygdar.
Bjørn Patursson sigur, at
umframt at kanna, hvussu
fuglurin hevur tað, gjørdu
teir henda dagin eisini nak
að av viðlíkahaldi í bakka
num.
Annaðhvørt
reiður tómt
Í frásøgnini sigur fyristøðu
maðurin, at nátungarnir,
teir sóu í bakkanum henda
dagin, eisini vístu seg at
hava tað gott, tó at nærum
annaðhvørt reiður var tómt.
- Hóast líkindini vóru
góð, var lundin ódrúgvur,
og ungfuglur sæst sjáldan
fúgva í ring, leggur Bjørn
Patursson aftrat.
- Árini hava verið ymisk hjá lundanum. Summi ár hevur fuglurin ikki megnað at føtt pisurnar,
sum hava ligið deyðar í holunum. Men, seinastu árini hevur tó gingið betri, tó at lívið í
lundalandinum hevur verið munandi minni, enn vanligt plagdi at vera, sigur Bjørn Patursson
Langt er á mál hjá sjófuglinum
Klæmint Sólsker á Sandi fær ein góðan kalva av og á, og
soleiðis var eisini henda dagin, tá hann setti átta stampar
og fekk tveir kalvar, sum lógu millum 150 og 180 pund hvør.
– Teir dagar, tá einki er, verða skjótt gloymdir eftir ein slíkan
dag sum í dag, sigur útróðrarmaðurin.
Hesa vikuna
koma nakrir
partrolarar
og trolbátar
inn at landa
Vilmund Jacobsen
Flestu partrolarar eru til
fiskiskap. Eitt par kemur
inn at landa í dag, og
væntandi koma nøkur skip
miðskeiðis ella síðst í hesi
vikuni.
Trý pør fiska framvegis
gulllaks.
Ein
djúpvatnstrolari
fiskar stinglaks, og tríggir
fiska
svartkalva
og
kongafisk. Møguliga kemur
onkur djúpvatnstrolari inn
at landa í vikuni.
Fríggjadagin vóru fýra
trolbátar til fiskiskap. Teir
fiska vestan fyri og norðan
fyri. Væntandi koma trol
bátarnir inn at landa mið
skeiðis í hesi vikuni.
Trolbátarnir fáa ikki
tað nógva í løtuni, men
fiskiskapurin er kortini á
einari leið.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at trý
garnaskip fiska svartkalva.
Eitt
landaði
seinasta
fríggadag, eitt leygardagin,
og eitt garnaskip kemur
væntandi inn at landa í dag.
Hetta vistu tey at siga
á Fiskamarknaði Føroya
fríggjadagin.
Tað var Henrik
Old, landsstýrismaður í
samferðslumálum, sum
setti ovastevnu í Nólsoy
leygardagin.
- Hesum slapp hann væl frá.
Stuttlig og góð røða, siga
tey í Nólsoy.
Hugni
á Sandi
Vilmund Jacobsen
Seinsummardagur
verður á Sandi
leygardagin 25. august.
Dagurin byrjar klokkan
10 við stórum ókeypis
morgunmatarborði, sum
Sands kommuna bjóðar.
Gjøgnum dagin verður
høvi hjá børnum eitt nú
at royna hoppiborgir,
og eisini verður stórt
ókeypis barnatiltak
við klovninum, Bubu.
Sølutorg verður við
matvørum av Sandi,
ókeypis konsert í
Listasavninum, og túrur
við frásøgufólki verður
í býlinginum í Koytu.
Skipað verður eisini
fyri rundvísing í stóra
vakstrartunlinum
hjá Veltuni á Sandi,
og túrur verður fyri
børnum í Klettafjósið.
Filmir hjá Hanusi
Johannesen og øðrum
verða sýndir, og
Ørvaroddar fara at grilla
grís og leskiligar búffar.
Í tjaldinum verður
stór ókeypis konsert
við Ólavi á Váli,
Fríðbjørg & Frankie,
Danny Baldursson,
Niclas Hera Jákupson,
Søren Pedersen, Jórun
Gudmundsen & Hans
Ravnsfjall og fleiri.
Seinsummardagur á
Sandi endar við dansi
í ungmannafelagnum
Virkinum.
Partrolarar og trolbátar landa
- Lundapisurnar, sum vit kannaðu henda dagin, vóru bæði frískar og væl fyri, tó
at tær vóru ymiskt búnar, sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri