Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89 Lítil línuveiða undir Føroyum Vilmund Jacobsen Í farnu viku kom eitt for­ kunnugt kort yvir Vágs kommunu - eitt tekniskt kort frá 1922 - undan kavi í húsunum hjá Peturi Dahl, sum var borgarstjóri í Vági árini frá 1907 til 1014 og aftur árini frá 1919 til 1930. - Eftirkomararnir hjá Peturi Dahl í Vági, vanliga rópt­ur Petur á Gørðunum, hava seinastu árini arbeitt við at seta í stand gomlu húsini hjá Peturi. Ein teirra, sum í dag varir av húsunum, er Magnus Dahl, abbasonur Petur. Í Vágs kommunu vita tey í dag at siga, at Magnus Dahl í farnu viku boðaði komununi frá, at tey høvdu funn­ið eitt forkunnugt kort í Petursborg, sum húsini hjá Petur á Gørðunum vanliga verða nevnd í Vági. - Talan var um eitt tekniskt kort frá 1922. Kortið er teknað av einum norsk­ um verkfrøðingi, ið Vágs kommuna brúkti sum ráð­ geva. Á kortinum eru eitt nú fyrstu el-leiðingarnar í Vági teknaðar og eisini so­ kallaðu “kioskirnar”, sum trans­formatorstøðirnar hjá el­verkinum vórðu kallaðar fyrr. Forkunnugt er eisini við kortinum, at húsini hjá Peturi á Gørðunum eru mill­ um tey ovastu húsini í bygd­ ini. - Í dag stendur Petursborg at kalla mitt í Vági, verður lagt aftrat. Undangongumaður Í Vágs kommunu siga tey, at Petur á Gørðunum var borgar­stjóri ella sóknar­ stýris­formaður, sum heitið var tá. - Hann var undan­gongu­ maður burturav, eitt nú í samband við el-verkið í Botni, sum varð tikið í nýtslu í 1921. - Petur á Gørðunum var eisini stovnari av Suðuroyar Spari­kassa, Sjúkrakassanum í Vági, og hann var eisini undan­gongumaður, tá tráð­ bani varð bygdur vesturi á Eiði­num í 1928/1929, siga tey í Vágs kommunu. Í heyst fer Miðnám í Vestmanna at skipa fyri førleikamennandi skeiði í enskum máli. Skeiðið er ætlað fólki, sum arbeiða innan ferðavinnu - ella á annan hátt eru knýtt at ferðavinnu. Nógv vilja vitja Kalsoy Næstu tvær vikurnar verður bussamband millum Syðradal og hin­ar bygdirnar í Kals­ oynni til hvønn túr hjá strandfaraskipinum, Sam, undantikið seinasta til­kallingar­túr­in klokkan 22.15 úr Klaksvík. Ferða­ fólkatalið millum Klaksvík og Kalsoynna er vaksið nógv seinastu árini, og hetta setir eisini veksandi krøv til samferðslu­ viðurskiftini á leiðini og millum bygdirnar í Kalsoynni. Í Klaksvíkar kommunu vita tey at siga, at síðan Kópa­ konan kom at standa í fjøruni í Mikla­dali, hevur hon saman við vøkru náttúru­ni og hugnaliga um­hvørvi­num sum heild drigið ferðafólk í hópa­tali í Kalsoynna. - Hetta økir sjálvsagt um ferðsluna, og tá bussamband ikki er til allar túrarnar hjá Sam, kemur tað meira enn so fyri, at pláss ikki er fyri øllum bilunum umborð á strandfaraskipinum. Klaksvíkar kommuna hevur saman við stað­ bundnu nevnd­un­um, Visit Kalsoy og øðrum, leingi verið í samband við Strandferðsluna fyri at loysa avbjóðingarnar við ferðsluni til Kals­oyn­na og millum bygdir­nar í oynni. - Tørvurin er helst allar størstur um hesa tíðina, tá summar­festi­valurin er nær, og nógv fólk vilja brúka høvið at vitja í oynni. Tí hava vit tikið stig til, at bussamband verður til hvønn túr hjá Sam á Syðra­dal komandi fjúrt­an dagarnar. Í Klaksvíkar kommunu gjørdu tey av at byrja busskoyringina beina­ vegin, tí longu seinasta vikuskiftið, tá kópakonan hevði sína fýra-ára dag, eins Mikla­dals sóknar Frá­halds­felag skipaði fyri sín­um árliga summar­til­ taki, væntaðu tey nógv fólk í oynna. - Nú verður so summar­festivalurin, og royndir­nar vísa, at nógv eisini brúka hetta høvi til at vitja í Kalsoynni. Lagt verður aftrat, at bussurin, sum hevur pláss fyri 19 fólk­um, fer at koyra millum Syðra­dal og hinar bygdir­nar í Kals­oyn­ni í samband við hvønn túr hjá Sam, undan­tikið seinasta til­kall­ingartúrin. - Í fyrstu atløgu verður hetta galdandi í tvær vikur fram til sunnudagin hin 19. august, men vónandi verður talan um eina varandi loysn, siga tey í Klaksvíkar kommunu. Kortið er teknað av einum norskum verkfrøðingi, ið Vágs kommuna brúkti sum ráðgeva Forkunnugt kort komið undan kavi Tað var stór luttøka, tá Hósvíkar Róðrarfelag skipaði fyri regattasigling í Sundalagnum, og nógv fólk hugnaðu sær í Hósvík fríggjakvøldið. Vilmund Jacobsen Fríggjadagin, tá tey á Fiska­ marknaði Føroya gjørdu sín­ar metingar fyri til­feingið hesa vikuna, vóru tvey ís­fiska­ línuskip til fiski­skap.  Eitt var á Rygginum og eitt á Byrenbanka, og hesi skipini fáa mest av toski og svart­ kalva. Seinni er eisini línuskipið Sands­havið farið til fiskiskap undir. Væntandi er, at línuskipini á Rygginum og Byrenbanka koma inn at landa ávikavist miku­dagin og hódagin í hesi vikuni. Restin av línuskipunum liggja við bryggju, men onkur ætlar at loysa í næstum. - Veðrið verður brúkiligt í hesa vikuna, men streymurin harð­nar, sum vikan gongur. Vænt­andi er tí ikki, at nógvur línu­útróður verður hesa vikuna, verður lagt aftrat. Veðrið verður brúkiligt, men streymurin verður harður hesa vikuna Tað hevur vignast betri við snellu enn við línu í seinastuni