Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Gunvá við Keldu Býráðslimur Vandamiklu avleiðingina av at sita bæði á løgtingi og sum borgartjóri síggja vit nú enn einaferð. Ein býráðsleiðsla, ið handlingslammað, stillisliga heldur undan áganginum á vinnuna í Klaksvík. Altíð hevur Klaksvíkar Býráð verið ein sjálvsagdur og týdning­ar­mikil viðleikari hjá vinnu­ni, hetta tykist broytt við sitandi býráðsleiðslu Í oktober 2017 segði for­ maðurin í Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvík, at um uppskotið um fiski­ vinnu­nýskipan fór at verða samtykt, kom hetta at kosta Klaksvíkar Kommunu einar 30 mió. kr. í mistari skatta­ inntøku, og við avleidda virk­seminum einar 70 mió. kr. Somuleiðis segði hann, at hann ikki væntaði, at uppskotið um fiski­vinnu­ný­ skipan fór at verða sam­tykt, sum tað tá varð lagt fram. Í november 2017 gjørdi Sjálvstýri semju við sam­ gonguna um pen­sjóns­ný­ skipan­ina. Tá ið uppskotið varð lagt fram, vissaði for­ maðurin í Sjálvstýri og borgar­stjóri í Klaksvík, at hetta samstarv als onki hevði við fiskivinnunýskipanina at gera. Hetta, hóast flokkur hansara varð brúktur, sum ein av lívlínunum at bjarga sam­gonguni framhaldandi virkna. Úrslitið av hesum sóu vit í desember 2017, tá ið fiski­ vinnunýskipanin, ið hevur kollvelt føroyska fiskivinnu, varð samtykt við einari atkvøðu í meiriluta. Higartil hevur avleiðingin av hesum eitt nú verið, at Sjúrðaberg varð seldur til Russlands og 25 mans mistu arbeiðið. Mist daglig føði til stívliga 100 fólk, íroknað familjur teirra. Varaborgarstjórin á banan Í vikuni legði vara­borgar­ stjórin seg so út í kjakið um søluna av Sjúrðaberg, har hon sigur, her endurgivið frá Face­book: .... Nú ein fyritøka hevur valt at selja eitt skip, er nógvur gangur at hoyra. Ja sjálv­andi er tað keðiligt og ótrygt, men soleiðis hevur og fer tað altíð at verða. Ynski sjálv­andi øll manningin fær arbeiði innan rímuliga tíð. Men tíbetur hava vit eitt gott samhaldsfest vælferða sam­felag, sum tryggjar at ongin noyðist at sita kaldur og svangur... Eg vísi eisini til tær góðu skipanir vit hava, ALS er ein loysn fyri tey sum missa arbeiði og út­gjaldið er eftir inntøkuni seinastu mánaðarnar. So rokn­ ingarnar verða helst goldn­ ar... Sitat endað. Eg eri púra ovfarin og kløkk av líkasæluni hjá borgarstjóranum og hug­ móðigu útsøgnini hjá vara­ borgar­stjóranum, ið bæði eiga at vera verjar hjá vinnulívinum, sum eigur lívið í kommunukassanum. Býráðs­leiðsla í kommunu, á hvørs heimasíðu stendur at lesa: Tilnavnið sum fiski­ vinnu­høvuðsstaður vitnar um stóra týdningin, vinnan hevur fyri Klaksvík og fyri kommununa hevur tað stór­ an týdning, at karmarnir eru góðir hjá virkisfúsum borgarum at fara undir vinnu­ligt virksemi av øllum sløg­um. Hóast hesa staðfesting á heima­síðu kommununnar, sýnist vinnulívið í Klaksvík hava mist sjálvsagda og týdni­ngarmikla viðleikaran, ið Klaksvíkar Býráð altíð hevur verið. Vinnan mist týdningar­ miklan viðleikara? Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu   Í 30-40 ár hevur Klaksvíkar býráð til fánýtis roynt at byggja ein miðbý – tað gera vit nú, og tað gongur væl. Í áratíggju hevur kommunan einki gjørt við íbúðabygging í Klaksvík – tað gera vit nú, og tað gongur væl. Tað hevur leingi manglað ein satsing frá býráðnum upp á at skapa eitt býarumhvørvi við trivnaði í hásæti – tað gera vit nú, og tað gongur væl. Leingi hevur Klaksvíkar kommuna saknað eina tilflyting av yngri familjum – hana hava vit nú, og tað fegnast vit um. Samstundis hava vit eitt gott og tætt samstarv við vinnuna um framtøk, og hava nátt stórum málum – eitt av hesum er heimsins størsta smoltstøð, og fleiri onnur úrslit eru ávegis. Vit samstarva við landið um at fáa nýggjar borgaratænastur og arbeiðspláss til Klaksvíkar – og hava nátt úrslitum, og tað fegnast vit um. Meðan vit hava arbeitt við og nátt hesum málum hevur ein flokkur í býráðnum sitið uttan fyri meirilutan, og í hesum flokki er tað serliga ein, sum hevur brúkt nógva tíð og orku uppá at grenjað og peikað. Tí má Gunvá við Keldu fara yvir í landspolitikk fyri at kasta við runu eftir mær, og eins og runan er skitin, so er hetta seinasta álopið tað ikki minni. Tað er hugstoytt at uppliva, men eg havi breiðan rygg, sum man fara at tola eisini hetta illsinnisglepsið. Tá fólk lúgva um teg, er ikki so lætt at verja seg, tí ein lygn er ein lygn, men verður hon áhaldandi endurtikin, er vandi fyri, at fólk byrja at trúgva henni. Eg kann tí ikki annað enn upp á tað harðasta afturvísa, at eg ikki havi mótmælt fiskivinnupolitikkinum hjá lands­stýrinum. Tvørtur­ ímóti havi eg, bæði alment og í mínum politiska arbeiði, arbeitt hart ímóti fiski­ vinnu­ætlanunum hjá lands­ stýrinum, ja eg sleit enn­tá sam­gongu­sam­ráð­ing­arnar við lands­stýris­flokkarnar júst av hesi orsøk. Men hesin sannleikin hevur als ongan áhuga hjá Gunvá við Keldu, tí hon vil heldur spreiða lygnir og skapa ringa umrøðu av mínum persóni. Tað er eingin vøkur missión at hava, men tað er so hennara val, og tað harmar meg sera nógv. Soleiðis er politikkur, siga tey, men eg vil so einki hava við slíkan politikk at gera. Og meðan hetta ljóta álopið verður gjørt á meg, fara vit framhaldandi at gera okkara ítarsta fyri at náa teimum mongu málum, sum vit í meirilutanum í Klaksvíkar býráð hava sett okkum fyri at náa, við at byggja ein miðbý, við íbúðabygging í Klaksvík, við at skapa eitt býarumhvørvi við trivnaði í hásæti, við at skapa fortreytir fyri tilflyting av yngri familjum, við góðum og tøttum samstarvi við vinnuna um framtøk og nýggj arbeiðspláss, og við samstarvi við landið um at fáa nýggjar borgaratænastur og arbeiðspláss til Klaks­ víkar. So verður tað upp til borgaran at gera av, hvønn tey vilja hava at stýra býnum. Eg fari so fram­ haldandi at gera mítt allar­ besta fyri hendan býin og hesa kommunu. Heldur enn áhaldandi at grenja og peika, vil eg heita á Gunvá við Keldu um at taka lógvatak saman við okkum.  Klaksvík, 6. august 2018 Ein lygn kann sigast túsund ferðir men er framvegis lygn Við Gunvá við Keldu sum dominerandi er Fólka­flokk­urin í Klaksvíkar býráð blivin ein flokkur, sum lítið og einki skapar sjálvur, men dugir best at peika og grenja um tað, sum onnur skulu gera ella ikki gera, og nú tað gongur væl hjá okkum í meirilutanum at byggja ein spennandi bý, ja so roynir býráðslimurin at flyta fokus yvir á landspolitikk og enntá at spreiða lygnir um undirritaða Dreymastarvið finnur tú á in.fo