Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Umframt Jóan Símun Edmundsson í Týsklandi, so skoraðu tríggir aðrir føroyingar mál í Danmark. Svimjarar hava sett persónlig met í EM, og súkklari fekk gott úrslit í stórari danskari kapping Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Hallur Hansson var aftur mál­ talvuni, tá ið AC Horsens í gjár spældi 2-2-javnleik á heima­vølli ímóti Hobro. Føroyski lands­liðs­ mið­vallarin legði AC Horsens á odda 1-0 eftir smáum 20 minuttum. Hetta var eisini hálvleiksstøðan, men í seinna hálvleiki kom Hobro á odda 2-1. Í seinastu minuttunum eydn­aðist tað tó AC Horsens at fáa eina stigið til høldar, tá ið Mikkel Qvist javnaði til endaliga úrslitið, 2-2. Hallur Hansson spældi allan dystin á miðvøllinum, og av AC Horsens-fjepparunum varð hann kosin at vera dagsins leikari. Hallur er toppskjútti hjá AC Horsens og er ein av 14 leikarum í Superliguni, sum hevur skotið tvey mál ella fleiri. Bæði Finnur Justinussen og Heini Vatnsdal komu á máltalvuna, tá ið fult umfar var í næstbestu donsku deildini í gjár. Finnur Justinus­sen legði Næstved á odda 1-0 í 1-1-javnleiki á útivølli ímóti FC Helsin­gør, meðan Heini Vatnsdal í evstu løtu syrgdi fyri 2-2-javnleiki til Fremad Amager í útidystinum ímóti Hvidovre. Finnur Justinussen er á einum deildum øðrum plássi á topp­skjúttalistanum í NordicBet Ligaen, har hann og ein annar spælari hava skotið tvey mál. Ein spælari hevur skotið trý mál og er einsamallur á odda. Viljormur Davidsen og teir úr Vejle vóru ikki nógvar minuttir frá at fáa eitt dreymaúrslit ímóti donsku meistarunum úr FC Midt­ jylland, tá ið hesi bæði liðini brustu saman í Vejle í gjár. Allan Sousa syrgdi fyri óvæntaðari 1-0-hálvleiksleiðslu til heimaliðið, men best sum Vejle var á veg fáa øll trý stigini, so rapaði korthúsið fullkomiliga síðstu góðu tíggju minuttirnar. FC Midtjylland fekk trý mál hesa løtuna og vann 3-1. Verjuleikarin, Rasmus Nicolaisen, fekk tvey av málunum eftir deyð­ bóltar. Viljormur Davidsen, sum varð kosin besti vinstri bakkur í Superliguni í juli, spældi allan dystin á sínum vanda plássi. Næsti dystur hjá Vejle verður á útivølli fríggja­kvøldið ímóti einum øðrum upp­flytara, Vendsyssel FF. Eftir fýra sigrar uttan tap máttu Kaj Leo í Bartalsstovu og ÍBV av Vest­mannaoyggjunum lúta, tá ið teir í gjár høvdu vitjan av einum av argastu kappingarneytunum í botn­stríðnum, Fylkir. Tað kom einans eitt mál í dystinum, og tað fekk Fylkir eftir einum góðum korteri, soleiðis at gestirnir vunnu 1-0 og trý týdningarmikil stig til botnstríðið, har teir nú eru tvey stig røttu megin niður­flyt­ ingarstrikuna. ÍBV, sum hevði Kaj Leo í Bartalsstovu á vølli­num allan dystin, er trý stig frá niður­ flyt­ingarstrikuni. Næsti dystur hjá ÍBV verður ímóti einum øðrum føroyingafelagi, FH, á Kaplakrika á Hafnafirði sunnudagin. Fyrrverandi NSÍ-spælarin, Nicolaj Køhlert, hevur valt at gevast við fótbólti. 25 ára gamli mið­ vallarin, sum seinast hevur spælt við Brabrand IF, sigur við bold.dk, at hann ikki hevur fingið eitt nóg áhugavert tilboð, sum hann kann flætta saman við sítt arbeiða og sítt familjulív, har hann kortsíðani gjørd­ist pápi á fyrsta sinni. Nicolaj Køhlert spældi kappingarárið 2016 26 dystir og skeytt eitt mál fyri NSÍ. Hann hevur spælt ung­dóms­fótbólt í stórfeløgum sum Liver­pool og Glasgow Rangers, og í vaksna­ manna­deildini spældi hann við Silke­borg, NSÍ, íslendska Valur og seinast Brabrand IF. BADMINTON Nýggir heimsmeistarar eru funnir í badminton. HM-kappingin hevur verið í kinesiska býnum Nanjing seinastu vikuna, og finalurnar vóru í gjár. Hjá monnum var tað japanski Kento Momota, sum vann greiðan finalusigur 21-11, 21-13 ímóti kinesiska Shi Yuqi. Kento Momota er nýliga komin við aftur í altjóða kapp­ingar, eftir at hann í 2016 fekk tvey ára leikbann fyri ólógligt spæl um pengar heima í Japan. Danski Victor Axelsen, sum vann HM í fjør, tapti fjórðingsfinaluna fyri kines­isku stjørnuni, Chen Long. Hjá kvinnunum var tað spanska Carolina Marín, sum á triðja sinni vann heimsmeistaraheitið. Tað gjørdi hon hesaferð umvegis 21- 19, 21-10 sigur á Pusarla Sindhu úr India. Carolina Marín er 25 ára gomul, og hon er eisini verandi OL- meistari. SVIMJING Alvi Hjelm úr Havnar Svimjifelagi og Signhild Joensen úr Ægir lut­ taka í hesum døgum í EM í Glas­ gow, Skotlandi, og har er tað blivið til fleiri persónlig met. Alvi legði út við at svimja 400 metrar frí­ svimjing, og har bleiv hann við tíðini 4:02.29 nummar 33 av 35 svimjarum í innleiðandi kappingini á hesum teininum. Tíðin hjá hon­ um var persónligt met. Tað var eisini persónligt met, tá ið hann í gjár svam 200 metrar blandað í tíð­ini 2:08.41 og bleiv nummar 32 av 35 svimjarum. Alvi hevur eina kapping eftir, og hon verður hós­ dagin í 400 metrum blandað. Sign­ hild Joensen legði út við at svimja 50 metrar ryggsvimjing. Her fekk hon tíðina 29,54. Tað var nóg mikið til at vinna sín riðil, og í samlaðu kappingini rakk tað til 31. pláss út av 51 svimjarum. Hetta var sam­ stundis eisini nýtt persónligt met, so niðurstøðan er, at hvørjaferð føroyingar eru hoppaðir í kapp­ ingar­hylin í Glasgow, eru teir komn­ir upp aftur úr honum við nýggjum persónligum meti. Sign­ hild hevur tvær kappingar eftir; í dag svimur hon 100 metrar blandað, og í ovurmorgin svimur hon 200 metrar blandað. SÚKKLING Torkil Veyhe, sum súkklar við danska liðnum Team Waoo, hevur seinastu dagarnar luttikið í stóru donsku súkklukappingini, PostNord Danmark Rundt, har hann hevði leiklut sum hjálpar­ súkklari hjá kapteyninum á lið­ num, Alexander Kamp. Í samlaðu kappingini eftir teir fimma teinar­ nar eydnaðist tað Team Waoo at fáa Alexander Kamp at blíva nummar 12, hálvanannan minutt aftanfyri vinnaran, belgiska Wout van Aert frá liðnum Veranda's Willems Crelan. Torkil Veyhe bleiv nummar 24 í samlaðu kappingini av teimum 100, sum fullførdu kappingina. Hann var tveir minuttir og 21 sekund aftanfyri vinnaran, og sam­bært tíðini, so var Torkil ein av allar­bestu hjálparsúkklarunum í kapp­ingini. Í samlaðu liðkappingini bleiv Team Waoo nummar fimm av 20 liðum. albinus@sosialurin.fo Tað rapaði við føroyskum málum Hallur Hansson hevur júst lagt AC Horsens á odda 1-0