mánadagur 6. august 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Við nýggja uppskotinum verður
kappingin
avgjørd
við
einari
sonevndari “Final-4” kapping, har
fýra tey fremstu liðini hittast til
hálvfinalur, eins og vit kenna tað
frá steypakappingini. Tó við tí
muninum, at spælt verður antin
best av trimum ella fimm dystum.
Hetta skulu feløgini taka støðu til
í næstum.
Tey liðini, ið ikki spæla seg í
hálvfinalurnar, koma at spæla eina
kapping sínamillum, har tey hitta
hvørt annað tvær ferðir.
Feløgini hava hoyringsfreist
5. august, og ein, ið vónar at
uppskotið
verður
samtykt,
er
Finnur Hansson, venjari og leikari
hjá Team Klaksvík.
Hann hevur verið partur av
føroyska hondbóltsheiminum í
fleiri enn 20 ár, og hann ynskir
at spenningurin og áhugin fyri
hondbóltskappingini gerst størri
enn hann er í dag.
Fer at økja um bæði
áhuga og góðsku
Finnur Hansson greiðir frá, at
uppskotið stavar frá broytingini
av steypakappingini, ið eftir at
hon var nýskipað, økti áhugan
fyri henni, eins og hon økti um
hondbóltsgóðskuna í kappingini,
eftirsum at liðini spældi fleiri
avgerandi dystir.
Hóast væleydnaðu nýskipanini
av
steypakappingini,
liggur
tó eisini ein trupulleiki. Tá ið
steypakappingin er av, er áhugin
fyri landskappingini ikki hin sami, tí
fleiri lið hava longu spælt seg úr FM-
stríðnum, greiðir Finnur Hansson
frá. - “landskappingin er steindeyð
eftir steypakappingina fram til FM-
finalurnar” tekur hann til.
Hetta má gerast nakað við, og tí
hevur prát leingi verið um at gera
broytingarnar, og nú liggur hetta
uppskotið til hoyringar, eftir at tað
var lagt fram á aðalfundinum hjá
hondbóltssambandinum.
Finnur Hansson greiðir frá, at
nýggi kappingarleisturin fer at økja
munandi um spenningin. Nú telja
allir dystir. Úrslit í fyrsta og øðrum
umfarið kunnu hava beinleiðis
ávirkan á, um tað fer at bera til at
spæla seg millum fýra tey fremstu.
Samstundis
verður
innanhýsis
kappingin millum fýra tey fremstu
eisini týdningarmikil, tí at liðið, ið
endar fremst fær eitt nú ein eyka
heimadyst í final-4 kappingini.
Klimaks eftir
steypakappingina
Eisini
verður
eitt
klimaks
í
landskappingi
beint
eftir
steypakappinga, tá ið avgerandi
triðja umfarið verður leikt, har
ið hvør dystur helst fer at hava
ávirkan á hvussu final-4 kappingin
kemur at síggja út.
Sostatt
kemur
ikki
hetta
tómrúmið,
ið
valdar
í
hondbóltskappingini
í
løtuni,
tá ið ov nógvir óáhugaverdir
dystir vera leiktir í tíðini millum
steypafinaluna og FM-finalurnar.
Nú verður triða umfarið beint
eftir steypakappingina í staðin
helst hitt mest spennandi umfarið
av øllum, tá ið lið, ið kanska liggja
nummar fimm, seks ella enntá sjey,
fara at hava møguleikan at spæla
seg upp millum tey fremstu fýra.
Upp í fimm dystir í finaluni
Enn ein stór broyting verður
í sjálvara final-4 kappingini, tí
vanligt hevur verið at leika tveir
dystir. Ein heima og ein úti. Í løtuni
verður tikið støðu til um dystirnir
skulu leikast sum best av trimum
ella kanska enntá best av fimm.
Finnur Hansson er avgjørdur um at
fleiri finaludystir eru betri og geva
rættvísari úrslit.
Teir nógvu avgerandi dystirnir,
ið nú fara at koma fer avgjørt at
gagna hondbóltsføroyum, sigur
Finnur Hansson og vísir á, at hetta
heldur øllum til. Bæði leikarar
og áskoðarar fara at koma á eitt
hægri spenningsstøði, ið bara
økist so hvørt kappingin líður. Og
hetta verður galdandi fyri øll sjey
feløgini. Ikki bara, tey ið koma í
finalurnar.
Altso verða á leið sama tal av
dystum í landskappingi og tað
var við gomlu skipanini. Munurin
er bert tann, at tað verða fleiri
dystir av týdningi, og tað er júst
tað ið endamálið er, sigur Finnur
Hansson, ið vónar at uppskotið
verður endaliga samtykt.
Nakrir smálutir eru til hoyringar
í løtuni. Millum annað um tað verða
leiktir tríggir ella fimm finaludystir.
Hoyringsfreistin er 5. august.
sjurdur@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
Síðani 2006 hevur hondbóltskappingin hjá bæði monnum og kvinnum verið
avgjørd við finalum millum tveimum teimum ovastu liðunum í deildini.
Í løtini viðgerða hondbóltsfeløgini kring landið tó eitt uppskot um at skipa
kappingina av nýggjum fyri at fáa størri spenning í seinastu umførini
HONDBÓLTS
KAPPINGIN
VERÐUR NÝSKIPAÐ
Soleiðis verður landskappingin
leikt við nýggja uppskotinum:
Liðini spæla tríggjar dystir móti hvørjum øðrum. Tvey umfør áðrenn
steypakappingina og eitt eftir.
Fýra tey ovastu liðini koma í hálvfinalur. Fremsta liðið hittir fjórfremsta
liðið. Spælt verður antin best av trimum ella best av fimm dystum. Hetta
verður avgjørt í næstum
Síðani verður spælt finala og bronsudystur. Somuleiðis best av trimum
ella best av fimm.
Tey liðini, ið ikki spæla seg í hálvfinalurnar spæla eina B-kapping, har tey
hitta hvørt annað tvær ferðir. Eina ferð heima og eina ferð úti.