mánadagur 6. august 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hann hevur evnini at verða millum bestu spælararnar í føroyskum fótbólti, men skaðar
gera nú, at Aleksandar Stankov gevst í HB. Hann fyltir nú heima aftur til Hollands
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Hann kom til HB í fjør, sum ein av
fleiri útlendskum profilum. Teirra
millum Martin Bergvold og Daniel
“Elly” Pedersen. Felagið hevði brúk
fyri spælarum, sum kundu lyfta
felagið upp aftur millum tey bestu
í landinum. Í 18 dystum skorar
Aleksandar Stankov tíggju mál,
og í fleiri av dystunum vísti hann
fótbóltsspæl á hægri stigi enn vit
síggja til dagligt.
Undan hesum kappingarárinum
var mett, at hann kundi blíva ein av
profilunum í føroyskum fótbólti. Í
Fótbóltsblaðnum hjá Sosialinum
stendur at lesa, at er lyklaspælarin
á liðnum;
-Aleksandar Stankov skoraði
0,63 mál per dyst í fjør. Tað er áleið
tað sama, sum toppskjúttarnir í
landinum klára. Trupulleikin hjá
honum var bara talið av dystum.
Hann hevði ein skaða at dragast
við, men serliga papírarbeiðið kom i
vegin. Spælir hann allar dystirnar í
ár, so er hann ein spælari, sum kann
blíva ársins spælari, stendur at lesa
í blaðum.
Í samrøðu við sama blað sigur
Aleksandar Stankov:
-Føroyar er eitt fantastiskt stað
og her eru nógv støð at vitja, men
tá tú ikki ert herfrá ella hevur
familju her, so verður ringt at
velja Føroyar í longdini, tá málið er
yrkisfótbóltur. Tað sigi eg við allari
virðing fyri føroyskum fótbólti,
tí her eru eisini spælarar, sum
lættliga kundu spælt uttanlands,
sigur Aleksandar Stankov.
Skaðar steðga Stankov
Eftir seks dystir og eitt mál, so
hevur fyrrverandi Roda JC og
Viborg spælarin valt at gevast í HB
og føroyskum fótbólti.
Áhaldandi skaðar hava gjørt, at
sterki makedonin ikki hevur verið
nær námind tí stignum, sum hann
kann. Hann hevur sitið uttanfyri
megin partin av kappingarárinum,
og júst sum hann tóktist klárur, so
kom ein nýggjur skaði.
Aleksandar
Stankov
kundi
verið íblásturin, sum HB hevur
brúk fyri beint nú, fyri at bjóða
greipuni av. HB er tvey stig
fremst í landskappingini og í
steypafinaluni, men seinastu tveir
dystirnir hava givið tekin um, at
tað verður ikki bara lætt. HB tapti
á ólavsøku fyri NSÍ, meðan sigurin
á Skála var lítið sannførandi.
Søgan um Aleksandar Stankov,
er søgan tað, ið kundi verið.
Leita eftir málum
Tað hevur gingið so mikið væl hjá
HB í ár, at ein skuldi hildið, at tað
ikki var neyðugt við meiri tilgongd.
Tó royndi HB í summar at fáa
Jákup Thomsen, Patrik Johannesen
og Søren B. Nielsen til felagið. Helst
hava aðrir møguleikar eisini verið
uppi at vent.
Orsøkin er, at HB í løtuni ikki
hevur ein áleypara, ið kann skjóta
neyðugu málini. Higartil hevur
ungi
høgri
vongurin,
Adrian
Justinussen, skotið 15 mál. Tað er
næstan helmingurin av teimum 33
málunum, sum HB hevur skorað í
ár.
Hóast HB hevur fleiri áleyparar
á lønarlistanum, so gongur illa at
fáa skotið mál. Sebastian Pingel
er skaddur, meðan Jógvan Skeel
Nolsøe, Ari Mohr Olsen, Dan í
Soylu og John Frederiksen hava
skotið fimm mál til samans. Símun
Samuelsen hevur skotið seks mál.
Jákup Thomsen spælir við FH í
Íslandi, har hann er útleigaður frá
FC Midtjyllandi. Patrik Johannesen
var áhugaður, men skiftið bleiv
av ongum, meðan treytin fyri at
Søren B. Nielsen kom til felagð var,
at onkur fór úr hópinum. Her var
millum annað upp á tal at útleiga
John Frederiksen til 07 Vestur.
Ársins dystur
Tað er lagt upp til ársins dyst, tá
KÍ fríggjadagin tekur móti HB í
landskappingini. Dysturin verður
spældur samstundis sum Summar
Festivalurin verður í Klaksvík.
HB liggur nummar eitt, tvey stig
frammanfyri KÍ.
Talan er um tvey tey søguríkastu
feløgini
í
føroyskum
fótbólti,
sum samanlagt hava vunnið 39
meistaraheiti. Tó er langtsíðani, at
tey hava verið í ein FM-stríði móti
hvørjum øðrum. Umstøðurnar gera,
at hetta kann blíva árins dystur í
føroyskum fótbólti.
trondur@sosialurin.fo
HB:
ALEKSANDAR
STANKOV
GEVST Í HB