Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Fram til endan á summarfrítíðini kann roknast við fleiri óvæntaðum úrslitum, tá ið havt verður í huga, hvussu tað hevur gingist higartil í ár. Tað kemst av, at fleiri nú styrkja um liðini í fyrstu deild, sum ikki vóru nakað serligt við fyri summarfrítíðina. Tá ið summarfrítíðin verður av, verður tað neyvan so nógv at síggja til teir flestu av hesum, tí tá fara teir av aftur landinum í útbúgvingarørindum. Spurningurin um uppflyting er framvegis fyrst og fremst knýttur at, hvussu tað gongst hjá ÍF og B68. Hetta vikuskiftið var serliga gott fyri ÍF. Í oyggjauppgerðini eydnaðist tað ÍF at vinna 3-2 ímóti sera væl mannaðum NSÍ liði, sum var á odda inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. B68 og KÍ spældu 2-2 á Svangaskarði. Tað ber við sær, at støðan hjá ÍF styrknaði bæði í kappingini um at vinna uppflyting og í kappingini um at vinna gull í næstbestu deildini. Inntil tað restaðu tíggju minuttir var tað einki, sum bendi á, at B68 fór at fáa nakað burturúr. So minkaði Jann Ingi Petersen um munin við brotssparki, og við síðsta sparkinum av øllum javnaði innskifti Otto Reinert Petersen til 2-2. Harvið eru tað trý stig frá ÍF og fram til toppliðið KÍ, og tað eru fýra stig frá ÍF og aftur til B68, sum er á fjórða plássi. Um toftamenn skulu hugsa um uppflyting, so skulu teir í hvussu so er vinna seg fram á bronsuplássið. Tað er ikki so langt burtur. B68 hevur 32 stig og NSÍ hevur á triðja plássi 33 stig. Sær svart út Suðringar eru aftastir, og Giza Hoyvík er næstaftast. Felags fyri hesi bæði liðini var leygardagin, at tey høvdu fleiri útisetar á liðnum. Vónin var, at tað skuldi eydnast at sleppa nærri áttanda plássinum, men tað eydnaðist ikki. Í Leirvík taptu Suðringar 2-0. Superveteranurin Gert Hansen, sum fyri fyrstu ferð higartil í ár var á næstbesta liðnum, legði Víking framum beinanvegin, og tíggju minuttir undan leikloki varð sigurin staðfestur, tá ið Suðringar høvdu nógv fólk frammarlaga. Giza Hoyvík og Skála spældu 2-2 á vøllinum við Løgmannabreyt. Harvið er Giza Hoyvík seks stig og verri málmun frá áttanda plássinum, sum Skála er á. Nýggjur venjari B71 tapti leygardagin 2-0 á heimavølli ímóti HB, sum nú er sjey stig og betri málmun frá hóttanini av niðurflyting. Nýggjur venjari var leygardagin á B71 beinkinum. Talan er um 60 ára gamla Stefan Hansson úr Svøríki, sum hevur nógvar royndir bæði í Svøríki, Danmark og aðra staðni kring heimin. -Ætlanin hevur verið at fáa ein at hjálpa Símin Hansen, sum bæði er spælari og venjari, men tað hevur gingið striltið. Nú hava vit havt samband við svenska venjaran, sum saman við konuni tekur hetta sum eyka uppliving at vera í Føroyum fram til kappingarenda. Týsdagin sá hann spælararnar venja, hósdagin stóð hann fyri venjingini, og so hevði hann ábyrgdina av liðnum móti HB. Tað var spell, at vit ikki vunnu í hvussu so er eitt stig, tí tað høvdu vit uppiborið, heldur B71 formaðurin Karl Vidtfeldt. B71 formaðurin ásannar, at tað er avbjóðing at reka fótbóltsfelag í Sandoy: -Vit royna at halda tørn, hóast fyritreytirnar ikki eru tær bestu. Talan er um lokalar spælarar, sum eru hugagóðir. Nú eftir summarsteðgin hava tað ikki altíð verið so nógvir til venjing, tí onkrir hava verið til skips, men nú fer at síggja betri út. Málið er í fyrstu atløgu at varðveita plássið í næstbestu deildini. Tað vóna og rokna vit við fer at eydnast, men einki kemur av sær sjálvum, og í fyrstu atløgu er hugburðurin avgerandi, sigur B71 formaðurin. Næsta avbjóðingin hjá B71 verður leygardagin á útivølli ímóti Giza Hoyvík, sum er illa spert í botninum. Eyðkent er fyri B71, at fleiri av spælarunum, sum eru uppaldir í felagnum, royna seg í fremstu røð í øðrum feløgum. Dømi um hetta eru Símun Rógvi Hansen í NSÍ, sum í fjør var kanska besti málverjin av øllum, men sum ikki hevur spælt í ár, tí hann er illa skaddur. Onnur dømi eru Dan í Soylu, sum higartil í ár hevur verið millum eyðsýndu framrættaðu spælararnar hjá oddaliðnum HB, og Ari Mohr Olsen, ið ofta hevur verið innskiftur á HB liðið, og sum í gjár skoraði sera týdningarmikla 2-0 málið ímóti Skála. ÍF – NSÍ 3-2 (0-1) 0-1: Pætur Skipanes 7. 1-1: Jóhan Petersen 67. 2-1: Jan Ó. Ellingsgaard 82. 3-1: Ari Ó. Ellingsgaard 87. 3-2: Jann Martin Mortensen 88. Víkingur – Suðringar 2-0 (1-0) 1-0: Gert Hansen 5. 2-0: Magnus Jarnskor 80. B68 – KÍ 2-2 (0-1) 0-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen 16. 0-2: Eivin Sørensen 53. 1-2: Jann Ingi Petersen br 80. 2-2: Otto Reinert Petersen 94. Giza Hoyvík – Skála 2-2 (2-1) 0-1: Brian Jakobsen 8. 1-1: Rógvi Poulsen 32. 2-1: Ahmed Keita 43. 2-2: Jónhard Frederiksberg 88. B71 – HB 0-2 (0-1) 0-1: John Frederiksen 35. 0-2: Heri H. Mohr 94. 1. deild NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ II 17 12 3 2 46 19 +27 39 2 ÍF 17 11 3 3 58 29 +29 36 3 NSÍ II 17 10 3 4 49 25 +24 33 4 B68 17 10 2 5 37 24 +13 32 5 Víkingur II 17 8 1 8 26 28 -2 25 6 B71 17 7 0 10 33 42 -9 21 7 HB II 17 5 3 9 27 25 +2 18 8 Skála II 17 5 2 10 28 36 -8 17 9 Giza Hoyvík 17 2 5 10 18 35 -17 11 10 TB/FCS/Royn II 17 2 4 11 17 76 -59 10 Kelda: faroesoccer.com 18. umfar Hósdagin 9. august KÍ – NSÍ Leygardagin 11. august ÍF – Víkingur Giza Hoyvík – B71 HB – Skála Suðringar – B68 Máltindurin Tijani Mohammed B71 12 Jan Ó. Ellingsgaard ÍF 11 Steffan Løkin NSÍ 10 1. deild 17. umfar: FÓTBÓLTUR VIKUSKIFTIÐ VAR GOTT HJÁ FUGLFIRÐINGUM Vit royna at halda lív í felagnum og hava sett nýggjan svenskan venjara at hjálpa til, sigur formaðurin í B71, sum hevur uppalt fleiri av teimum, sum spæla í bestu deildini