Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóan Símun Edmundsson: FÓTBÓLTUR Føroyski landsliðsspælarin skoraði í gjár, tá Arminia Bielefeld spældi javnleik 1-1 í 2. Bundesliguni móti FC Heidenheim. Toftamaðurin var tryggur, tá hann fekk møguleikan at skriva føroyska fótbóltssøgu Tróndur Arge Jóan Símun Edmundsson skrivaði í gjár føroyska fótbóltssøgu, tá hann skoraði í 2. Bundeslunguni, sum er næstbesta deildin í Týsklandi. Tað er fyrstu ferð, at ein føroyingurin hevur spælt í 2. Bundesliguni, og ikki minst eisini skotið mál. -Eg havi verið skaddur í fyri­ reikingunum, so hetta var ein stór løta fyri meg. Tað er altíð um­ ráðandi at fáa ein góðan byrjan í einum nýggjum felagi, sigur Jóan Símun Edmundsson við Ítróttar­ Sosialin. FC Heidenheim kom á odda í fyrra hálvleiki, tá rangstøðufellan hjá gestunum úr Bielefeld kiksaði. So kundi Marc Schnatterer lættliga trilla bóltin í málið til 1-0. Hetta var bara ein minutt fyri hálvleik, men tað var ikki nokk til at steðga toftamanninum og liðfeløgunum úr Bielefeld. Eitt innlegg úr vinstru endaði við, at Jóan Símun Edmundsson kom at standa leysur við aftaru stong. Hann sett fótin á bóltin og við eini tryggari fyrstuferðsnerting sendi hann bóltin upp í nettakið. Tofta­maðurin vildi tó ikki fegnast ov tíðliga. -Fyrst mátti eg líka hyggja eftir linju­verjanum, um hann hevði flagg­ið uppi. Men tað var sjálvandi ein fantastisk kensla, at síggja bóltin fara í netið, sigur Jóan Símun Edmundsson. Ein góð byrjan Dysturin millum FC Heidenheim og Arminia Bielefeld endaði við javnleiki 1-1. Jóan Símun Ed­ mundsson hevur ikki spælt sein­ astu venjingardystirnar, tí hann hevur havt ein trupulleika við baklærinum. - Sum heild er tað ein góðkend byrjan við einum stigi á útivølli. Persónliga eri eg glaður fyri, at venjarin vísti mær álit og lovaði mær at byrja, sjálvt um eg havi havt trupulleikar við baklærinum í uppstartinum, sigur toftamaðurin. Tað var nógvur hiti, meðan dyst­urin var. Tað er hitabylgja í Evropa í løtuni, og tað sæst aftur á dystunum, sum verða spældir. Tað er í fleiri førum álagt dómarunum at hava drekkisteðg, tá hitin er yvir 30 stig. -Tað var heit at spæla og eg eri ikki vanur við slíkan hita, men tað er tað sama fyri bæði liðini. Vatn­ steðgirnir komu væl sigur, sigur føroyski landsliðsspælarin. Hann hevur eisini fingið nógvar reaktiónir, eftir at hann skoraði í gjár. -Tað er altíð stuttligt at síggja, hvussu væl nógv har heima fylgja við hvussu tað gongur hjá okkum úti­setum.Og so føli eg eisini, at fólkið í Bielefeld brenna fyri Arminia, og tað er bara stuttligt tá ið onkur ynskir einum tillukku við málinum, sigur Jóan Símun Edmundsson at enda. trondur@sosialurin.fo FANTASTISKT AT SÍGGJA BÓLTIN FARA Í NETIÐ