mánadagur 6. august 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað er sum í gomlum døgum, og tað
vil siga í heilt gomlum døgum. Tá
snýr tað sum tíðarskeiðið undan,
at liðini í Eysturoy av álvara fóru at
blanda seg í toppin, og ÍF og síðani
GÍ og B68 vunnu FM.
TB vann FM í 1976 og 1977, men
annars vóru tað frá fyrst í seksti
árunum og fram til miðskeiðis
í sjeytiárunum KÍ og HB, sum
kappaðust um FM.
Síðani eru hesi bæði liðini ikki
endað á tveimum teimum ovastu
plássunum í sama ári. Einasta
undantakið er 1998, tá ið HB vann
FM við 45 stigum, og KÍ var næst
best við 38 stigum.
Nú tað resta tíggju umfør er
HB tvey stig undan KÍ. Hóast tað
eru tredivu stig eftir at spæla um,
so kennist tað ikki sørt sum um,
at talan verður um eitt slag av
finalu, tá ið HB fríggjakvøldið – á
Summarfestivalinum
–
verður
gestur í Klaksvík.
Ársins dystur higartil í ár, og tað
kennist vera heilt serligur glansur
yvir tí heila, nú tað eru knappliga
114 ára gomlu sigursvandu javn
aldrarnir, sum fara at bresta saman.
-Vit gleða okkum, og eg eri vísur
í, at hetta verður ein dystur, sum
verður undirhaldandi og spenn
andi, so eg skilji væl, um føroyskir
fótbóltselskarar gleða seg, sigur KÍ
venjarin Mikkjal Thomassen.
Hann roknar við heilt øðrvísi
dysti enn honum í Gundadali í
fyrsta umfari, tá ið KÍ vann 3-0.
-Tað kann ikki sammetast. Nú
kenna báðir venjararnir og allir
spælararnir bæði sítt egna lið
og mótsstøðuliðið betri, enn teir
gjørdu um grækarismessu mund
ið. Tí eru fyritreytirnar heilt øðrvísi
nú, enn tær vóru fyri fimm mánað
um síðani, sigur KÍ venjarin.
Tað verður roknað við nógvum
áskoðarum fríggjakvøldið. 3000
hevur verið nevnt.
HB venjarin Heimir Guðjónsson
gleðir seg til stórdystin fríggja
kvøldið:
-Hetta er tað, sum allir fótbólts
spælarar leingjast eftir og gleða
seg til at vera við til. Tað er altíð
góður hýrur kring vøllin í Klaksvík,
og eg ivist ikki í, at tað eisini fyri
áskoðararnar verður ein góð og
spennandi løta, sigur HB venjarin.
Í dag hittast Suðringar og B36.
Í gjár sást stórur munur á ovara
liðunum og teimum longri niðri á
talvuni. Undantakið var í Gunda
dali.
Tað stóð nógv á toppliðnum
HB – Skála 2-1
Tá ið Lars Müller bríkslaði fyri
síðstu ferð í Gundadali í gjár var
stórur fagnaður í heimaleguni, og
gestirnir vóru ógvuliga vónbrotnir:
-Skála hevur eitt fínt lið, og hetta
kundi koppað báðar vegir. Serliga í
høgru vóru teir ágangandi, og tað
bar stórar trupulleikar við sær fyri
okkum. Tíbetur øktu vit til 2-0, áðr
enn teir svaraðu aftur, sigur HB
venjarin Heimir Guðjónsson.
Tað var saknur í miðvallaranum
Binna
Hlöðversson
og
liðfor
manninum, Jógvan Róa Davidsen,
sum hevur verið sera støðugur á
høgra vongverja.
Símun Samuelsen setti hol á fyri
HB eftir horna, tá ið lítil hálvur tími
var farin. Sum seinni hálvleikur
leið, varð tað tyngd og broddur
í Skála álopunum, og innskifti
Brian Jakobsen sendi bóltin í
stólpan dygst frammanundan, at
innskifti Ari Mohr Olsen loksins
skoraði. Hann hevur fyrr í ár ofta
verið í góðum støðum, uttan at
marginalirnir hava verið við hon
um.
Brian Jakobsen minkaði um
munin, tá ið vanliga leiktíðin var
farin, men tá var ov seint hjá Skála
av álvara at hótta heimaliðið.
Søren B. Nielsen var fremsti
skálamaðurin, og aftanfyri hann
riggaði tað væl hjá Jákupi Johan
sen, Heðini Klakstein og Edvin
Jakobsen. Haraldur R. Højgaard,
sum leingi hevur stríðst fyri at
koma fyri seg eftir langan skaða
steðg, var undir liðini á Pæturi
Dam Jacobsen á verjukenda mið
vøllinum.
-Eg eri øgiliga vónbrotin og mis
nøgdur við, at vit ikki vunnu stig.
Vit spældu okkum í nógvar góðar
støður og møguleikar, tá ið støðan
var 1-0. Vit raktu stongina, men vit
fingu ikki mál, og í staðin fingu teir
eitt kloddamál, tá ið teir taklaðu
bóltin í málið til 2-0. Nú mugu
vit við støði í avrikinum royna at
vinna betri úrslit um eina viku,
sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá
Skála.
Tað glapp hjá KÍ í
broyttari útgávu
KÍ – 07 Vestur 3-0
Tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri
hálvleiki í Klaksvík í gjár, var KÍ
longri burtur frá oddaliðnum enn tey
bæði stigini, sum støðutavlan vísir, at
munurin er eftir seytjan umfør.
Tað høvdu verið fleiri spentar
støður í 07 Vestur brotsteiginum,
og tað høvdu eisini verið onkrar
spentar støður í og kring KÍ brots
teigin. Ken Fagerberg og nýggi
álopsspælarin
Sonny
Jakobsen
vóru vandamiklir, og gestirnir
dugdu væl við neyvum sendingum
at spæla teir í góðar støður.
Gestirnir dugdu eisini væl at
nýta uppskriftina, sum klaksvík
ingar brúktu í europeisku dyst
unum í summar. Teir togaðu ferðina
niður og góvu sær góðar stundir í
sambandi við deyðbóltsstøður:
-Tí broyttu vit liðið beinanvegin
eftir steðgin, tá ið Jóannes Bjartalíð
varð settur inn á næstfremsta
plássið, Semir Hadzibulic varð
fluttur aftur at skipa spælið, og
Hørður Askham varð fluttur aftur
í miðverjuna at taka sær av Ken
Fagerberg. Tá fingu vit betri tak
á, ferðin varð hægri, og vit funnu
betri plássið millum miðvøllin
og verjuna hjá teimum, sigur KÍ
venjarin Mikkjal Thomassen, sum
rósar mótstøðuliðnum:
FÓTBÓLTUR
Betri deildin:
Venjararnir hjá KÍ og HB rokna við heilt aðrari
uppgerð fríggjakvøldið enn í fyrsta umfari, tá ið
venjararnir kendu lítið til liðini hjá hvørjum øðrum
RÓGVI DAM EB/STREYMUR:
Skrall í dag. Munurin var
bara, at NSÍ fekk málini.
Saman standa vit sterk
KRISTIAN JOENSEN KÍ:
Ein super seinni hálvleikur
av okkara monnum. Nú
gleða vit okkum til størsta
dystin í bestu deildini
síðani 1972. Vælkomin til
Klaksvíkar. Vælkomin á
Summarfestival og Koyr
á KÍÍ
JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ:
Dreingir ímóti monnum. Við
skotum á bæði stong og
yvirleggjara, vóru vit nærri
6-, 7- ella 8-0, enn teir
vóru, at minka um munin.
Viktugt!
Góðir!
BJØRG OLSEN SKÁLA:
Besti dystur av okkara monnum í ár, spældu
so nógv betri enn HB, manglaðu tann
allarsíðsta neyvleikan til at fáa bóltin innum
mállinjuna. Tíverri fyri HB, hava teir fingið
alvorligar Neymar tendensir. Go Skála
REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR:
Tað sá ikki so galið út til
hálvleiks... men komandi
dystur má og skal vinnast!
STÓRI
VALSURIN
VERÐUR Á
FESTIVALINUM