Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 -07 Vestur er aftast, men tað sást ikki nakað til tað í avrikinum ímóti KÍ. Teir kundu væl havt skorað bæði eitt og tvey mál, men so eigur at verða lagt aftrat, at vit høvdu upp­aftur fleiri møguleikar. Undan steðginum snúði nógv tos seg um, at miðverjin Deni Pavlovic hevði sæð gult fyri at steðga Ken Fagerberg í gjøgnum­ broti. Tað ber við sær, at hann verður ikki við ímóti HB fríggja­ kvøldið. Eftir steðgin skoraði KÍ fyrsta stóra korterið øll trý málini. Jóannes Bjartalíð umsetti brots­ spark til mál, eftir at Steinbjørn Olsen, sum aftur í gjár var millum teir fyrstu ellivu, fór um koll í brots­teiginum. So stýrdi Semir Hadzibulic bóltin í málið eftir horna frá Richard Møller-Iversen úr vinstru, og at enda var tað Páll A. Klettskarð, sum skoraði úr spísk­ um í høgru eftir gott uppspæl, har Jóannesarnir báðir – Bjartalíð og Danielsen – vístu gott hegni og hugflog. -Undan steðginum gekk tað soleiðis, sum vit høvdu ætlað. Tíverri vunnu teir brotsspark beinan­vegin eftir steðgin, og tá mistu vit heilt takið í eina løtu, og so varð alt avgjørt. Tað var spell, at vit ikki skoraðu, tí vit høvdu møguleikar til tað, sigur 07 Vestur liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen. Víkingur er í nýggjari útgávu Víkingur – AB 3-0 Tað tørnaði soleiðis út, sum tað varð roknað við, tá ið Víkingur hevði vitjan av AB. Heimaliðið vann 3-0 og harvið fimta sigurin á rað, og AB tapti fyri sjeyndu ferð á rað. Víkinga venjarin Sigfríður Clement­sen hevur fyri stuttum sagt, at nú byrjaðu teir heilt av nýggj­um. Bæði í europeisku dyst­ unum og aftur ímóti AB áttu Elias Lervig og Hjalti Strømsten stóran leik­lut, og aðrir ungir menn fingu eisini møguleikan. Merkisvert var eisini, at bæði Adrian Cascaval og Dennis Nieblas Moreno vóru á beinkinum, og Adrian Cascaval varð skiftur inn. Undan hesum kappingarárinum vórðu teir keyptir at spæla í verju við trimum spælarum. Síðani Sig­ fríður tók yvir, hevur verjan verið mannað við fýra monnum: -Eftir at bæði Adrian og Dennis hava roynt seg, hevur Hjalti Strømsten fingið møguleikan, og hann hevur staðið seg fyri­ myndar­liga væl, og tað er hugaligt at síggja, hvussu væl Elias Lervig røkir høgra vongverjan, sigur væl nøgdi Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen. -Vit eru fegnir yvir at vinna og at mótstøðuliðið ikki skoraði. AB legði væl fyri, men vit fótaðu okkum og høvdu tak á tí. At vinna við trimum málum eru vit væl nøgdir við, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi. Hann staðfesti sigurin fram ímóti dystarenda. Adeshina Lawal í fyrra hálv­leiki og Andreas Lava Olsen í sínum eyðkenda lagi eitt stórt korter eftir steðgin, syrgdu fyri hinum málunum. AB miðvallarin Bárður Olsen tók soleiðis samanum: -Vit vístu góðan hugburð, og munurin á liðunum var ikki so stórur, burtursæð frá at teir vun­nu mál úr sínum møguleikum, meðan vit ikki megna at gera mál. Tað hava vit ikki gjørt nógvar tær undanfarnu ferðirnar, og tað megn­aðu vit heldur ikki ímóti Víkingi. Spurn­ingurin er, hvat tað fer at gera við okkum, tá ið tað aftur eydnast at skora, sigur Bárður Olsen. Tað vóru menn ímóti dreingjum NSÍ – EB/Streymur 5-0 EB/Streyma venjarin Heðin Ask­ ham var bersøgin í niðurstøðuni eftir 5-0 tapi við Løkin: -Síðstu løtuna vóru tað menn ímóti dreingjum. Hetta var ikki tað, sum vit høvdu ætlað, og hetta var ikki tað, sum avrikið í fyrra hálv­leiki bendi á. Tað var heilt javnt fyrsta hálva tíman, inntil teir skoraðu eftir horna. Tað var í støðu, sum vit høvdu fyrireikað okkum til, men kortini skoraði Fróði Benja­minsen, og so kom tað illa við, at Pól Jóhannus Justinussen lítla løtu undan steðginum økti um munin. Vit høvdu tó ikki mist mótið, og vit vóru væl við, inntil Petur Knudsen miðskeiðis í seinna hálvleiki økti til 3-0. Tá skramblaði alt saman hjá okkum, sigur Heðin Askham. Klæmint A. Olsen skoraði fyri 155. ferð í landskappingini, og Árni Frederiksberg setti punktum í tíð­ ini, sum dómarin legði aftrat, eftir at innskifti Jann Benjaminsen hevði spælt hann leysan. -Eg hevði roknað við, at vit fóru at vinna, men eg hevði ikki roknað við, at talan fór at verða um so stóran sigur. Tað gekk alt upp í hægri eind, og nú spæla vit fyri okkara møguleika. Tað er gott, at fimm spælarar skoraðu, tí at skjóta KÍ – 07 Vestur 3-0 (0-0) 1-0: Jóannes Bjartalíð br 49. 2-0: Semir Hadzibulic 52. 3-0: Páll A. Klettskarð 65. Dómari: Petur Reinert KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic (Óli Eyðsteinsson Poulsen, 75.), Predrag Pocuca (Jóannes Bjartalíð, 46.), Ísak Simonsen – Ronni Møller-Iversen (Kristoffur Jakobsen, 60.), Hørður H. Askham, Steinbjørn Olsen, Boris Dosljak – Semir Hadzibulic, Páll A. Klettskarð Gult kort: Deni Pavlovic, Ísak Simonsen Venjari: Mikkjal Thomassen 07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Tausen, Dann Fróðason, Jákup S. Olsen (Asbjørn Heðinsson, 60.) – Sølvi Egilsson, Ndende Adama Guéye (Teitur Olsen, 75.), Charles Machell, Kyrylo Silich (Janus Svabo Samuelsen, 75.) – Sonny Jakobsen, Ken Fagerberg Gult kort: Sonny Jakobsen Venjari: Pauli Poulsen Víkingur – AB 3-0 (1-0) 1-0: Adeshina Lawal 30. 2-0: Andreas Lava Olsen 62. 3-0: Sølvi Vatnhamar br 92. Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen Víkingur: Elias Rasmussen – Elias J. Lervig, Atli Gregersen, Hjalti Strømsten, Hanus Jacobsen – Karl Løkin, Gunnar Vatnhamar – Andreas Lava Olsen (Adrian Cascaval, 81.), Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic (Tonni J. Thomsen, 71.) – Adeshina Lawal (Magnus Heinason, 88.) Gult kort: Atli Gregersen, Elias J. Lervig AB: Heðin Stenberg – Jákup Pauli Breckmann, Árni G. Olsen (Filip í Liða, 68.), Hørður Tórsson, Jónas Stenberg (Bartal S. Petersen, 83.) – Bárður Olsen, Mikkjal T. Hentze – Tóki á Lofti (Teitur D. Olsen, 74.), Jobin Drangastein, Hans Jákup Annfinsson – Bjarki C. Nielsen Gult kort: Tóki á Lofti, Jobin Drangastein, Jákup Pauli Breckmann Venjari: Sorin Anghel NSÍ – EB/Streymur 5-0 (2-0) 1-0: Fróði Benjaminsen 31. 2-0: Pól Jóhannus Justinussen 43. 3-0: Petur Knudsen 65. 4-0: Klæmint A. Olsen 76. 5-0: Árni Frederiksberg 92. Dómari: Kári J. á Høvdanum NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Per Langgaard, Jens Joensen (Jóhan Troest Daviden, 46.), Pætur Hentze – Betuel Hansen, Fróði Benjaminsen (Magnus H. Olsen, 60.) – Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen (Jann Benjaminsen, 78.) – Klæmint A. Olsen Gult kort: eingin Venjari: Sámal Erik Hentze EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar B. Danielsen, Petur Zachariasen, Andreas Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Arnar Dam, Gestur Bogason Dam, Marni Djurhuus (Rói H. Olsen, 67.) – Leif Niclasen (Jónstein Magnussen, 70.), Aksel B. Danielsen (Arnbjørn T. Hansen, 72.), Pætur J. Petersen Gult kort: Marni Djurhuus, Ragnar B. Danielsen, Pætur J. Petersen Venjari: Heðin Askham HB – Skála 2-1 (1-0) 1-0: Símun Samuelsen 27. 2-0: Ari Mohr Olsen 80. 2-1: Brian Jakobsen 91. Dómari: Lars Müller HB: Teitur Matras Gestsson – Magnus Egilsson, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Daniel Johansen – Adrian Justinussen (Hjalti K. Djurhuus, 91.), Tróndur Jensen, Grétar Snær Gunnarsson, Símun Samuelsen (John Frederiksen, 79.) – Dan í Soylu, Jógvan Skeel Nolsøe (Ari Mohr Olsen, 71.) Gult kort: Lasse Andersen, Adrian Justinussen Venjari: Heimir Guðjónsson Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Ahmed Mujdragic, Jákup Jakobsen, Niels Pauli Danielsen – Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Højgaard (Ólavur Mikkelsen, 63.) – Edvin Jakobsen, Heðin Klakstein (Jannik M. Olsen, 82.), Jákup Johansen (Brian Jakobsen, 79.) – Søren B. Nielsen Gult kort: Jákup Johansen, Haraldur R. Højgaard, Brian Jakobsen, Niels Pauli Danielsen Venjari: Eyðun Klakstein FÓTBÓLTUR 18. umfar Mánadagin 6. august Suðringar – B36: Alex Troleis kl. 16.00 Fríggjadagin 10. august KÍ – HB B36 – EB/Streymur Sunnudagin 12. august NSÍ – Suðringar Skála – Víkingur 07 Vestur - AB Máltindurin Adrian Justinussen HB 15 Kaimar Saag B36 9 Meinhard E. Olsen B36 8 Brian Jakobsen Skála 7 Jóannes Bjartalíð KÍ 7 Petur Knudsen NSÍ 7 Betri-deildin NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 17 14 1 2 33 13 +20 43 2 KÍ 17 13 2 2 33 11 +22 41 3 NSÍ 17 10 3 4 39 15 +24 33 4 Víkingur 17 10 2 5 29 19 +10 32 5 B36 15 9 1 5 32 20 +12 28 6 Skála 17 5 3 9 16 25 -9 18 7 EB/Streymur 17 4 5 8 18 26 -8 17 8 TB/FCS/Royn 16 4 2 10 16 27 -11 14 9 AB 17 2 2 13 8 39 -31 8 10 07 Vestur 16 1 1 14 13 42 -29 4 Kelda: faroesoccer.com LISSI MOURITSEN B36: Ná men eru vit kanska har øll liðini sum oftast koma fyrr ella seinni at pílurin peikar eitt sindur skeift, kanska! Men tá tað so er sagt so var tað ein forbanka strævin dystur at hyggja eftir í dag, er eri ordiliga móð og eisini illa fyri av øllum hasum gassinum hjá KÍ fjepparum .... Tab og vind med samme sind vit koma sterkt aftur ! Einaferð og Altíð B36. Muss og klemm JOHN REID NYBO VÍKINGUR: Ein pliktsigur á heimavølli, sigurin kundi væl verið størri, vit skulu bara halda hesum koyrandi. Drívi á dreingir! WLYV TERJI TORBEIN MAGNUSSEN HB: Tíbetur fóru skálamenn avstað aftur ongul í reyv, eftir allar hasar svínastrikurnar! Koyr á HB!!! mál ber sjálvsálit við sær. Um vit megna at halda fram við hesum, so fer tað at bera langt, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.