Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Seinastu vikurnar hevur Sosialurin varpa ljós á álvarsamar knæskaðar í føroyskum ítrótti. Samrøða hevur verið við fysioterapeutar og leikarar, ið hava drigist við slík­ar knæskaðar, um teirra upp­liv­ingar og hvussu vit í bestan mun kunnu fyribyrgja okkum fyri tí­líkum skaðum, ið kunnu forkoma dreym­ inum hjá einum ítróttarfólki. Hesa ferð er samrøðan við tekniska stjóran í Fót­bólts­sam­ bandinum, Pætur Smith Clement­ sen. Pætur Smith Clementsen sigur, at Fótbólts­sam­bandið tekur slíkar skaðar í størsta álvara, tí at talið av føroyskum fótbóltsleikarum er av­ markað. - Vit í FSF taka tílíkar skaðar í størsta álvara og halda sjálvsagt, at tað er keðiligt at álvarsamir skaðar koma fyri. Tað hevði verið áhugavert við neyvum hagtølum – bæði yvir tal av skaðum og slag av skaðum, so ein kundi greinað um nakað av tí er eitt serføroyskt fyri­ brigdi, sum vit kundu gjørt nakað við. Í Føroyum er talið av leikarum avmarkað, so tað er avgjørt umráðandi at vit ikki missa leikarar orsakað av skaðum, sum vit kundu verið sloppin undan, sigur Pætur Smith Clementsen. Fleiri orsøkir til skaðar Pætur Smith Clementsen, sum hevur lisið ítrótt á lærda há­skúla­ num í Keypmannahavn heldur, at fleiri orsøkir kunnu vera til at vit síggja so nógvar álvarsamar skaðar í føroyskum ítrótti. Alt frá, at fyribyrgjandi venjingin kann vera raðfest ov lágt úti í feløgunum, til at belastningurin á teir einstaku leikararnar kann verða ov høgur. - Lat meg fyrst siga, at eg eri ikki fak­serfrøðingur á økinum um, hví leikarar gerast álvarsliga skaddir, og tí byggi eg hesa metingina útfrá hvat undanfarnu greinar hava víst á, og annars mínar royndir frá fót­bóltsheiminum. Í undanfarnu grein­um hjá tykkum gongur tað aftur, at tað verður víst á, hvussu umráðandi tað er við fyribyrgjandi styrki­venjingum og at hetta verður ov lágt raðfest úti í feløgunum. Her vænti eg, at teir raka seymin á høvdið. Sjálvt um orsøkirnar til hvønn einkultan skaða allar­helst eru nokkso serstakar og per­són­ ligar, so spælir tað helst eisini inn, at fysiska venjingin, ráðgevingin um styrkivenjing og atlit ikki vera tikin til dosering av spælitíð hjá leikarum, sum eru við at gerast vaksnir, sigur Pætur Smith Clementsen. Ungir leikarar verða ov nógv belastaðir Serliga heldur tekniski stjórin í Fót­bóltssambandinum, at leikarar sum hava aldur til at spæla í fleiri ymiskum deildum, kunnu verða belastaðir ov nógv úti í feløgunum, og kann tað elva til troyttheit og álvar­samar skaðar. - Tað kemur fyri at leikarar í 18 árs aldrinum spæla ov nógvar dystir um vikuna í longri tíðarskeið, og eins og venjingarintensiteturin fer upp, strekkir tíðin ofta ikki til at venja fyribyrgjandi venjingar. Tá skulu vit ikki verða so ovfarin av, at troyttleiki og skaðar – eisini álvarsamir skaðar - koma fyri. Haldi næstan eisini, at ein kann fara so langt sum at siga, at í summum førum vera atlit heldur ikki tikin til at hava menningina hjá tí einstaka leikara­num í miðdeplinum. Heldur er tað at tey ymsu liðini (Betri, U21, U17) skulu fáa góð úrslit, og tí verða bestu leikararnir brúktir ov nógv. Av tí at teir leikararnir spæla so nógvar dystir, fáa teir ikki tíð til at venja nóg góðar venjingar við høgum intensiteti, og av tí at teir leikararnir verða belastaðir so nógv, verður doseringin hjá teimum leikarunum skeiklað. Tó er støðan sjálvsagt ymisk frá felag til felag. - Í greinunum bendur okkurt á, at tað til tíðir er til­vildarligt hvussu fysiska venj­ingin úti í feløgunum er skipað. Tað verður nevnt, at har sum fysiskur venjari er knýttur at, er ofta gott skil í hvussu fysiska venjingin er skipað, meðan tað aðra­staðni heldur verður raðfest at keypa fleiri leikarar til besta liðið. Um hetta er støðan nógvastaðni skal eg ikki staðfesta, men um hetta er tann ráðandi (dominerandi) hugburðurin, ja so hjálpir tað ikki uppá støðuna, sigur Pætur Smith Clementsen. Fótbóltssambandið upp­ rað­festir fysiska partin Pætur Smith Clementsen sigur, at Fótbóltssambandið í løtuni ar­beiðir við at seta meira inn tá tað snýr seg um fysiska partin. Millum annað hevur A-landsliðið hjá kvinnum í ár havt ein fysiskan venjara knýttan at, umframt at U17 landsliðið í løtuni hevur tað til NM-endaspælið, sum verður spælt í Føroyum. Hetta er fyri at gera sær royndir til framtíðina. - FSF eigur at ráðgeva lands­liðs­ leikarum um venjing, styrki­ venjing og líknandi, men eg haldi at vit kunnu taka í egnan barm og siga, at hetta økið ikki er nóg væl skipað enn. Serliga sæð í mun til yngru landsliðini. Har kundu vit sett meira inn, og er tað eisini nakað sum arbeitt verður við. Bara í ár hava vit uppraðfest fysiska partin hjá ávísum landsliðum – serliga hjá a-landsliðnum hjá kvinnum og hjá U17 landsliðnum hjá dreingjum. Tað er fyri at gera okkum nakrar royndir. Tað er sannlíkt, at vit í komandi tíðum fara at seta enn meira inn fyri at menna fysiska partin hjá ungdómslandsliðunum, sigur Pætur Smith Clementsen. - Harafturat skipa vit eisini fyri venjaraútbúgvingum, har vit hava møguleika fyri at skúla okkara venjarum innan fysiska venjing, dosering og annað. Á teim­um skeiðunum hava vit eisini møguleika til at seta eyka fokus á fysiska partin. Tað kundi verið gjørt bæði á okkara vanligu venjara­skeiðum og eisini við at ment tilboð til feløgini, har tey kundu bílagt ávísar pakkar frá FSF, sum tey hildu tørv vera á. Nakað sum Bartal Dahl Andreassen var inni á í seinastu grein, sigur Pætur Smith Clementsen. Greinarøð um knæskaðar: FSF SÆR VIÐ STØRSTA ÁLVARA UPPÁ KNÆSKAÐAR Tekniski stjórin í Fótbóltssambandinum, Pætur Smith Clementsen sigur, at Fótbóltssambandið í løtuni arbeiðir við at uppraðfesta fysiska partin hjá fleiri av landsliðunum, og at tað í Føroyum er umráðandi ikki at missa leikarar av álvarsamum skaðum, tá mongdin av leikarum er avmarkað Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum Um Pætur Smith Clementsen Føddur: 09-02-1981 Aldur: 37 Starv: Tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum Hevur A-license frá venjaraútbúgvingini hjá Fótbóltssambandinum Hevur lisið ítrótt á lærda háskúlanum í Keypmannahavn