mánadagur 6. august 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinastu fýra vikurnar hevur Sosialurin varpa ljós á knæskaðar í
føroyskum ítrótti. Serliga hevur verið talan um knæskaðar í fótbólti og
hondbólti, ið eru millum mest útsettu ítróttargreinar til at fáa álvarsamar
knæskaðar orsakað av síðuvegis rørslunum í spælunum.
Samrøða hevur verið við fysioterapeutarnar, Brian Fossabrúgv og Bartal
Dahl Andreassen, ið báðir hava royndir við ítróttarfólkum, ið hava havt
álvarsamar knæskaðar. Fysioterapeutarnir siga, at fyribyrgjandi venjingar
minka um vandan fyri at fáa álvarsamar skaðar, og at fyribyrgjandi
venjingar verða raðfestar ov lágt úti í feløgunum.
Eisini hevur samrøða verið við ítróttarfólkini, Jónas G. Djurhuus og Sigfríð
S. Clementsen, ið hava havt hvør sína lagnu av knæskaðum. Jónas G.
Djurhuus kom fyri seg eftir at hava slitið krossbandið, meðan Sigfríður
S. Clementsen sum ungur og evnaríkur mátti leggja skógvarnar á hillina.
Jónas G. Djurhuus heldur eins og fysioterapeutarnir at fyribyrgjandi
venjingar verða raðfestar ov lágt úti í feløgunum, meðan Sigfríður S.
Clementsen heldur at feløgini heldur raðfesta at keypa nýggjar leikarar til
besta liðið ístaðinfyri at knýta ein fysiskan venjara afturat felagnum, sum
kann minka um talið av skaðum.
Hesa ferð er samrøðan við tekniska stjóran í Fótbóltssambandinum, Pætur
Smith Clementsen. Pætur Smith Clementsen sigur, at Fótbóltssambandið
tekur slíkar skaðar í størsta álvara, og at Fótbóltssambandið í løtuni er í
ferð við at uppraðfesta fysiska partin hjá teimum ymsu landsliðunum og
eisini í mun til at verða ráðgevandi út til feløgini.
Resumé um knæskaða greinarnar
Í fyrstu grein okkara skrivaðu
vit,
at
vit
høvdu
søkt
Landssjúkrahúsið um tøl av
knæskurðviðgerðum
seinastu
árini, og um Landssjúkrahúsið
hevði tøl sum kundi samanbera
Føroyar við útlond. Serliga var
tá hugsað um Danmark. Í fyrstu
grein
okkara
greiddi
Brian
Fossabrúgv eisini frá, at tað í
Føroyum eru lutfalsliga líka
nógvar knæskurðviðgerðir sum
í Danmark um árið.
Men so einfalt er tað ikki.
Tí
við
í
hagtølunum
yvir
skurðviðgerðir
í
Danmark
teljast
eisini
fleiri
føroysk
ítróttarfólk. Hjá ítróttarfólkum
í Føroyum er vanligt, at tá tað
er trupult at sleppa framat og
bíðitíðin verður ov long, fara
fleiri føroysk ítróttarfólk til
Danmarkar at skurðviðgerðast.
Tí er trupult at samanbera tal av
skurðviðgerðum í Føroyum og í
Danmark.
Trupult við
neyvum hagtølum
at samanbera
Kann Fótbóltssambandið
stytta bíðitíðirnar?
Í Føroyum eru tað ítróttarfólk,
ið eru vorðin álvarsliga skadd, ið
hava havt á orðið, at tey ymisku
sambondini – so sum Fótbólts
sambandið, Hondbóltssambandið
og Ítróttarsambandið – kundu
hjálpt betur til, soleiðis at til
bar at sleppa skjótari framat til
skanningar og skurðviðgerðir, tá
slíkir skaðar uppstanda. Pætur
Smith Clementsen veit tó ikki at
siga, um Fótbóltssambandið kann
hjálpa til við at stytta bíðitíðirnar.
- Akkurát tað við bíðitíð at
sleppa framat og so víðari, havi eg
einki innlit í. So eg dugi ikki at siga,
um Fótbóltssambandið kann gera
nakað við at stytta bíðitíðirnar hjá
fótbóltsspælarum, ið skulu kannast
fyri álvarsamar skaðar og sum
skulu skurðviðgerast, sigur Pætur
Smith Clementsen at enda.
andre@sosialurin.fo
Ári Mohr Jónsson
(HB) og Gert Hansen
(Víkingur) eru tveir
leikarar, sum hava fingið
álvarsamar knæskaðar
Leikarar í 18 árs aldrinum spæla
ofta ov nógvar dystir um vikuna í
longri tíðarskeið, og eins og
venjingarintensiteturin fer upp,
strekkir tíðin ofta ikki til at venja
fyribyrgjandi venjingar
•
Manglandi planlegging av fysiska partinum og
dosering í mun til einkulta leikaran
•
Manglandi styrkivenjing og fyribyrgjandi venjing
•
Manglandi venjing við høgum intensiteti – ov
nógvir dystir til einkultar leikarar
Høvuðsorsøkir til álvarsamar skaðar
sambært Pætur í stuttum