Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór 18 ára gamli Magnus Holm Jacobsen verður leysgivin úr B36, soleiðis at hann kann skifta til Pacos de Ferreira í Portugal. Danska Tipsblaðið velur føroyska Vejle- spælaran, Viljorm Davidsen, sum besta vinstra bakk í donsku Superliguni í juli-mánaða. B36 fær stórtap í viðførið, tá teir á Vodafone Park í Istanbul tapa 6-0 ímóti Besiktas og rúka úr Europa League við samlaðum 8-0-tapi. Víkingur verður somuleiðis varpað úr Europa League, tá teir tapa 4-0 fyri georgiska Torpedo Kutaisi á Svangaskarði. Samlaða tapið er 7-0. Betrideildin fer enn meira í tvíningar, tá ið tey fremru liðini, HB, KÍ, NSÍ og Víkingur øll vinna sínar dystir. Aleksandar Stankov og HB velja at fara hvør til sítt og strika í sátt og semju sáttmálan. Orsøkirnar eru persónligar. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Gulak Jacobsen Aldur: 16 Yrki: Fótbóltsspælari (Føroyar U17) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. 2007 2. Sølvi Reinert Hansen 3. Glenn Ståhl 4. Ternan 5. Kaimar Saag 6. 2016 7. Gibraltar 8. Elias Lervig Hetta er dokumentarurin um kapp­ingarneytarnar á renni­ breyt­ini, Mary Decker og Zola Budd. Eg veit ikki, um eg bara sá dokumentarin undir røttum um­ støðum, men hesin rakti so beint í ítróttarhjartað. Av onkrari orsøk kendi eg ikki til hesa søguna, sum hevur hevur sítt klimaks í 3.000 metra finaluni til OL í Los Angeles í 1984. Søgan er drúgv og ótrúliga væl fortald í dokumentarinum, men verður stýrt móti fallinum, tá fólksliga amerikanska rennistjørnan, Mary “Queen Mary” Decker, dettur eftir saman­stoyt við umstríddu Zola Budd, ið er úr Suðurafrika, men renn­ur fyri Bretland. Mary Decker er ov ung til OL 1972, skadd til OL 1976, meðan USA boykottar OL í Moskva í 1980. Hon er klassika amerikansa stjørn­an, sum øll elska, men eisini helst besti rennarin á 1.500 og 3.000 metra teininum. Upp til OL 1984 verður hon avbjóða av ungu, løttu og lág­ vaksnu Zola Budd, sum annars er úr boykottaða Suðurafrika. Hon fær brekst pass, men tað er ikki uttan óvinir, at hon rennur fyri Bret­land. Dokumentarurin lýsir søguna hjá teimum báðum, og fólki, sum hava verið tætt við allan vegin. Bæði Mary Decker og Zola Budd deila út av øllum, sum tær eiga í send­ingini. Serliga endin á doku­men­tari­ num er hugvekjandi og verdur at bíða eftir. Søgan um Mary Decker og Zola Budd er áhugaverd og hevur fleiri sjónarhorn. Ein framúr væl gjørdur doku­mentar­ ur, sum inniheldur alt, ið tú kanst ynskja tær. HYGG UM: Tú ert til OL-søgur og dámar ítróttarsøgur, har tvey ítróttarfólk verða sett upp í móti hvørjum øðrum IKKI HYGGA UM: Hmmm... tú ikki tímur dokumentarar, ella ikki kanska sita í frið og hyggja HVUSSU ER AT HYGGJA: Tað hendir nógv og er sjáldan langdrigið. Eg kendi einki til søguna, men hon fangaði meg umgangandi HVAT SIGUR TÚ: Eg sat rúnarbundin eitt hóskvøld eftir venjing. Ongin órógvaði meg og eg bleiv heilt bergtikin av søguni FAKTA: Dokumentarurin er gjørdur í 2016 og eitur “The Fall”. Á Imdb fær hann 7.9 av 10 1 Hvat ár vann NSÍ seinast FM í mansfótbólti? 2 Hvussu eitur formaðurin í Frælsum Ítrótti Føroya? 3 Hvussu eitur venjarin hjá TB/FCS/Royn? 4 Hvussu eitur flogbóltsfelagið á Toftum? 5 Hvør er toppskjútti hjá B36 í Betrideildini hjá monnum? 6 Hvat ár fór Petur Elias Petersen frá sum ÍSF-forseti? 7 Hvar verða oyggjaleikirnir hildnir næsta ár? 8 Hvussu eitur Víkinga-leikarin á myndini? Hvussu var dysturin ímóti Íslandi at spæla? - Tað var harður ein dystur, har tað vóru nógvir nærdystir. Vit vóru við í dystinum allatíð, men tað koppaði hinvegin. Hvat hugsaði tú, tá ið tú skuldi skjóta brotssparkið? - Eg hugsaði slett ikki so nógv. Eg visti bara at bólturin skuldi inn í netið. Hvørjar vónir hava tit víðari í kappingini? - Vit hava góðar vónir. Vit skulu blíva við at arbeiða hart, so skulu úrslitini nokk koma. Hvørjar styrkir heldur tú, at hetta føroyska U17-landsliðið hevur? - Eg haldi at vit hava eitt sera gott samanhald. Vit pressa hvønn annan og hjálpa hvørjum øðrum. Hvørjum liði spælir tú við, og hvussu gongur har? - Eg spæli við U17 hjá Sønderjyske. Har gongur væl, tað er nokkso øðrvísi Vit venja nógv og tað krevur nógva tíð. “Hann er dugnaligur, og eg haldi nógv av honum, so tað er ótrúliga harmiligt, at hann ikki sleppur at spæla ein dyst, ið fer at hava so serstakar rammur” - KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, um at Deni Pavlovic hevur leikbann ímóti HB “Tað kann vera, at eg fari at avspæla video’ið, tá ið hann kemur inn á kontórið” - Sølvi Vatnhamar (Víkingur) um freka brotssparkið ímóti starvsfelaganum, Heðini Stenberg (AB) 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Dokumentarurin: Olympiska fallið Ummælið: