mánadagur 6. august 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. august 2018 · Nr. 89
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyska
U17-landsliðið
við dreingjum er bara eitt
sekund, frá at fáa javnleik
móti Íslandi í fyrsta dysti
num í Norðurlandsmeistara
kappingini, sum er í Føroyum
hesum døgum. Føroyar eru
á odda 1-0 í hálvleikur, men
í yvirtíðini – av tíðini sum
dómarin
legði
afturat
–
skorar Ísland til 2-1.
- Hetta er ótrúliga keði
ligt. Spælararnir gera alt tað
vit avtalaðu, og eitt sindur
afturat. Eg skal viðurkenna,
at vit eru undir trýsti og
íslandska liðið er betri, og
teir eru nokk eisini komnir
eitt sindur longri í menning
ini.
- Men til seinast kenna vit
okkum eitt sindur rændar, tí
tíðin er farin, sum dómarin
hevur lagt afturat, sigur Áki
Johansen, venjari hjá U17-
landsliðnum, við heimasíðuna
hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Ísland er leikliga omaná í
fyrra hálvleiki og tvær ferðir
raka teir stongina. Fyrru ferð
eftir innlegg, og seinnu ferð
upp á brotsspark. Í yvirtíðini
í fyrra hálvleiki fær Føroyar
brotsspark,
tá
Mikkjal
Hellisá verður hálaður um
koll. Gulak Andrias Jacobsen
umsetur tryggur úr ellivu
metrum.
Gestirnir javna stutt eftir
hálvleikssteðgin, tá føroyska
verjan ikki fær ruddað vekk.
Kristall Máni Ingason kemur
at standa púra leysur og
javnar. Ísland trýsir ein part
av seinna hálvleiki, men sum
tíðin gongur kemur føroyska
liðið fyri seg.
Tað sær út til, at vit fara at
fáa ein javnleiki, tá tíðin, sum
dómarin hevur lagt afturat,
er farin. Men í 84. minuttir
eydnaðist tað Jón Gísli E.
Gíslason at prika bóltin í
málið, eftir at Ísland hevur
fingið
fríspark
uttanfyri
brotsteigin. Sostatt vinnur
Ísland dystin 2-1.
Í hinum dystinum í bólki
B vann Noreg 1-0 á Kina. Í
bólki A vann Svøríki 2-0 á
Norðurírlandi, meðan Dan
mark og Finnland spældu
málleysan javnleik. Endar
tað við javnleiki verður ein
brotssparkskapping,
sum
hevur til endamáls at skilja
liðini, um tey eru ájavnt
innanhýsis.
Hana
vann
Finnland 4-1.
Ísland – Føroyar
2-1 (0-1)
0-1 Gulak Andrias Jacobsen,
40’+1 (br.)
1-1 Kristall Máni Ingason, 43’
2-1 Jón Gísli E. Gíslason, 80’+4
Týsdagin 7. august
fara U17-dreingirnir
á vøllin aftur, og tá
verður spælt soleiðis:
Kl. 12:00 Danmark - Norðurírland
á Ovara vølli (B1)
Kl. 12:00 Ísland - Kina á Tórsvølli
(B2)
Kl. 15:00 Svøríki - Finnland á
Tórsvølli (B1)
Kl. 18:00 Noreg - Føroyar á
Tórsvølli (B2)
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Dystar
flytingar, U17
og Evropa
Eg havi sagt tað fyrr. Føroyskur fótbóltur má
taka atlit til føroyska áskoðaran. Vit síggja aftur
í ár, at tað verður sjáldan tikið atlit til føroyska
fótbóltsáskoðaran, tá dystir verða lagdir. Tað skal
helst passa mótstøðuliðnum illa, og annars geva
minst møguligt óskil í sunnudag klokkan 15.
Eg eri við, at tað er best at spæla sunnudagin
klokkan 15. Vit eru von við at fara til fótbólt tá,
men í serligum førum haldi eg, at vit í størri mun
skulu tora at taka atlit til áskoðaran. Her hugsi eg
eitt nú um hálvfinalurnar í steypakappingini, har
tað í løtuni eru tvær hálvfinalur á sama degi. Tað
haldi eg ikki gagnar føroyskum fótbólti.
Skulu vit fáa mest møguligt burturúr, so mugu
hálvfinalurnar spælast dag um dag. Og gjarna
skulu hálvfinalurnar verða nakað tættari upp á
steypafinaluni, enn tilfeldið er í løtuni. Eg skilji
avbjóðingarnar, men hugsi tá mest um, at feløgini
eru í steypahýri.
Hartil hava vit sæð ólavøkudystiin millum AB og
Suðringar verða spældan í arbeiðstíð, meðan aðrir
dystir eru tað sama. Aftur skilji eg avbjóðingarnar,
men eg havi hug at fara so langt sum at siga, at
í ávísum førum má tíðspunktið koma fyrst. Ein
hálvfinala í steypakappingini má spælast klokkan
19, ella harum.
U17-landsliðið
Hugaligt at síggja føroyska U17 landsliðið spæla
móti Íslandi í gjár. Liðið er nokk ikki tað sterkasta
vit hava havt, men teir vísti ein framúr vilja.
Bríkslaði dómarin av til tíðina, so stóð á jøvnum 1-1.
Tað gleðir meg, at vit hava havt kjakið og vit hava
meiningarnar um føroyska ungdómsfótbólt. Nú er
bara at fremja mest møguligt, men tað er at gera
tað so tíðliga sum gjørligt. Hóast úrslitið er flott, so
mugu vit leggja nógv meiri fyri í ungdómsfótbólti.
Evropa
Bæði B36 og Víkingur takkaðu fyri seg í Evropa
hósdagin. Víkingur hevur tapt allar sínar dystir,
og tað er eitt vónbrot, at serliga hesin seinasti
bleiv taptur við heili 4-0. B36 eigur stóra æru
fyri sítt avrik í Evropa, og eg stuðli teimum í, at
landskappingin í Føroyum má taka atlit til, at
hópurin kemur heim fríggjakvøldið.
Tað hevur verið hugaligt at fylgt føroyskum
fótbólti í Evropa í summar. Lykilin er, at vit
ikki setast afturá og eru nøgd. Nú má enn meiri
leggjast fyri í feløgunum, fyri at halda fram við
menningini av føroyskum fótbólti.
P.S. Eg havi leingi sagt, at Jóan Símun Edmundsson
er besti fótbóltsspælarin við eiga. Í gjár skoraði
hann í 2. Bundesliguni fyri Arminia Bielefeld. Hann
er nú í holt við at skriva ein nýggjan kapitul fyri
føroyskan fótbólt. Flott og til lukku!
trondur@sosialurin.fo
Tað sá leingi út til at dysturin millum Ísland og Føroyar
fór at enda við javnleiki 1-1. Men tá vanliga leiktíðin og
eykatíðin var farin, skoraðu íslendingar til 2-1
Eitt sekund frá javnleikinum
NM fyri U17:
Íslendingar fegnast um sigursmálið
Mynd: Bjarni Enghamar