týsdagur 7. august 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Eins stillisliga hon livdi, - eins still
isliga fór hon av foldini
Tað var ein stórur árgangur, íð
byrjaði í fyrsta flokki í Klaksvíkar
Skúla hin 18. august 1950. Ofta
fingu vit at vita, at vit vóru ein
fittur og góður flokkur. Tíðliga
løgdu vit til merkis, og lærararnir
gjørdu eisini vart við tað, uttan
at nakað var tikið frá nøkrum í tí
høpi, at Sunnuva Sørensen, dóttir
Hjørdis og Pætur Franklin av
Kirkju í Fugloy, skaraði framúr.
Ikki bara í rokning og matematik,
men í øllum fakum - eisini tá tað
kom til handarbeiði og tekning.
Og henda leiklut varveitti hon, til
vit í 1960 tóku realprógv. Ongatið
hómaðu vit hana sigursæla, yv
irlegna ella reypandi, heldur var
hon blíð, still og hjálpsom. Ei held
ur veit nakar um øvundsjúku at
siga. Tey, ið vildu kappast, kundu
kappast um næsta pláss. Tað var
ongin trupulleiki.
Yvirlæknin
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi sendi boð eftir henni at
hjálpa teimum á laboratoriinum,
tá skúlin var av. Har byrjaði lívs
starvið sum laborantur.
Fyri okkum báðar var tað stór
ur dagur, tá vit møttust aftur á
Nørrebrúgv í Keypmannahavn
í 1966, - báðar giftar føroyskum
studenti, - hon um at vera liðug
sum laborantur og eg ávegis til
sosialráðgeva. Vit búðu eitt hana
gleiv hvør frá aðrari. Hetta var ein
vælsignað tíð, har øll passaðu sín
lestur og stukku inn á gólvið hvør
hjá øðrum.
Leiðir okkara skiltust eftir
loknan lestur og arbeiði aðrastað
ir, men vit varveittu sambandið.
Søgan endurtók seg í Havn í 1977.
Tá vit komu heim, var aftur bert
eitt hanagleiv húsana millum.
Sunnuva kom tá av Tvøroyri við
synunum Jóni og Pæturi. Hjún
arlagið helt ikki. Hon búði tá í
Århus og valdi beinanveg at flyta
heim. Fyrsta leysa starvið sum la
borantur var á Tvøroyri, sum hon
onki tilknýti hevði til. Hon søkti,
fekk starvið og treivst væl, tí
allastaðni, har hon kom, vóru fólk
góð við hana fyri hennara mildni
og góða lyndi. Tá starv seinni
varð leyst á Landssjúkrahúsinum
í Havn, flutti hon og keypti eini
gomul hús á Landavegnum. Og
stór var gleðin hjá mær og børnu
num. Vit búðu í Rættará. Tað var
ein serligur hugni hjá Sunnuvu og
á onkran hátt var tað sum ein biti
av Klaksvík, tí haðani komu mong
á gátt. Sunnuvá hevði lagt nógv úr
hondum við áseymingum, tekn
ingum og málningum, sum hingu
á bróstinum. Og so hevði hon gilt
av systkinabørnum - m. a. Sør
ensen fólkum, ættað úr Fugloy.
Ein vakran dag í 1980 ella 81
hittu vit ein fattan, rankan og
dámligan mann inni hjá Sunnuvu.
Hann var úr Skopun, einkjumaður
við trimum børnum. Konan Rini
hevði verið vinkona Sunnuvu,
sum í kvennlegg var ættað úr
Skopun. Hóast fáorðaður, so dugdi
Tórstein sera væl at tosa við og
umgangast synirnar hjá Sunnuvu.
Tey gjørdu av, at tá skúlaárið 1981
byrjaði skuldi Sunnuvá flyta til
Skopunar. Sama várið var Tór
stein sjúkur og innlagdur, og tá
august nærkaðist, og hann var
komin fyri seg, mátti hann fara
aftur til skips við einum av Klaks
víkstrolarunum, har hann var
stýrimaður. Sostatt kundi hann
ikki taka ímóti Sunnuvu, tá hon
kom til Skopunar. Men Sunnuvá
fylgdi síni ætlan. Nú var tað um
framt síni egnu børn - eisini børn
ini hjá Tórsteini, sum hon skuldi
fjálga um. Har var eingin ivi í
hennara sál. Segði starvið upp á
Landssjúkrahúsinum.
Minnist,
at eg hugsaði, at hetta var ein
møtimikil verkætlan - tríggir
móðirloysingar og abbi teirra
Petur - verfaðir Tórsteins, - og
hon við tveimum smádrongjum,
sum skuldu flyta. Ivist heldur
ikki í, at Tórstein hevði fyrireik
að alt so væl, hann kundi, til hon
kom suður. Eg vildi sleppa við og
kenna meg vísan í, at hon kom væl
upp á pláss henda summardag,
har Skopunar Havn var stongd og
vit fóru av Havnini til Skálavíkar.
Abbin, og børnini William, Laila
og Fríði tóku øll sera væl ímóti
Sunnuvu og drongjunum.
Abbin var ikki bara har; hann
var sera týðningarmikil. Tað var
beinaveg at tú skilti, at Sunnuva
og Petur høvdu eina dagsskrá,
sum hevði til endamáls at fáa
heimið at rigga og børnini at trív
ast. Børnini skuldu hava tað gott.
Sunnuva tók so mangan til, at Pet
ur hevði verið henni góður - ser
liga, tá Tórstein var til skips. At
Petur hámetti Sunnuvu var sjálv
sagt. Og Petur var verandi í heim
inum til hann doyði 95 ára gamal.
Uppí søguna hoyrir, at tá Tórstein
kom aftur um heysti giftust tey
bæði. Dóttir Tórstein helt fyri
henda dagin í heiminum, at slíkar
kvinnur sum Sunnuva eru hetj
urnar í samfelagnum. Í hesum eri
eg so sára samd. Og Jón og Pætur
fullu væl til í Skopun. Tað riggaði
so væl, at øll børnini, sum skuldu
í 6. flokk byrjaðu inni í Traðar
dali, so har vóru øll nýggj, tá Jón
byrjaði har.
Eyðnan var stór, tá Sunnuva og
Tórstein fingu dóttrina Rini, sum í
dag er sjúkrasystir á Landssjúkra
húsinum. Hon og maðurin búgva
á Ternuryggi, og tey eiga trýggjar
synir, sum Sunnuva og Tórstein
dagliga hava stórfegnast um. Ikki
so sjáldan hevur tú sæð Tórstein
spáka við barnavogni.
Sunnuva treivst sera væl í
Skopun og var stundum avloysari
á landssjúkrahúsinum, til hon aft
ur búsettist í Havn, tá børnini vóru
undankomin, og Petur var deyður.
Tá fór hon aftur at arbeiða fast
frá aldarskiftinum. Hon gavst
fyri 8 árum síðani. Øll, sum kendu
Sunnuvu frá arbeiðinum bera
henni væl fyri stillføri og fakligan
førleika.
Haldi flestøll, sum fóru í skúla
í Klaksvík í 1950 hava møtt, tá
treff hava verið í Klaksvík bæði
50 áradagin fyri degnum, vit fóru
í skúla, og eisini, tá konfirmatións
treff hevur verið - og tey fermdu
hittust - seinast til 60 ára treff í
Klaksvíkar Kirkju í oktober í fjør.
Sunnuva hevur altíð verið við.
Seinast var hon í iva, tí heilsan var
farin at bila. Dóttirin stulaði henni
at fara, og hon var glað fyri ferðina
í Klaksvík. Hon og Tórstein tald
ust millum mest trúføstu kirkju
gangarum í Vesturkirkjuni tók
prestur til við jarðarferðina.
Góða Sunnuva, vit bæði Ørvur
saman við Ninni, Lisu, Janusi, Elsu
og øðrum, sum enn eru á lívi frá
fyrsta flokki í 1950, takka fyri góð
an og fjálgan felagsskap. Vit hava
ikki gloymt góðu karakterir tínar
í skúlanum, men tað er vakri kar
akterur tín, sum tú vísti á allari
lívsleiðini, ið stendur eftir, nú tú
ert farin.
Jesus fylgi tær og standi Tórs
teini og tykkara við lið!
Karin Kjølbro
Sunnuvu Petersen f. Sørensen til minnis
f. 12. desember 1943 deyð 27. juli 2018