týsdagur 7. august 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Uppsjóvarskipini, Norðborg
og Christian í Grótinum,
eru í løtuni á veg heim úr
Grønlandi, har tey hava
fiskað
makrel
í
grøn
lendskum sjógvi.
Tað er reiðaríið í Klaksvík,
sum í hesum førinum hevur
avtalu við grønlendska felag
ið, Royal Greenland.
Kristian Martin Rasmus
sen, reiðari, sigur, at Norð
borg og Christian í Gróti
num
hava
partrolað
í
grønlendskum sjógvi, og
nú skipini eru á veg heim,
hava tey fingið upp í frysti
lastirnar, umframt 300-400
tons av feskum makreli
heim við.
Onnur royndin
Hetta er onnur royndin hjá
skipunum í grønlendskum
sjógvi í summar, og henda
seinna royndin eydnaðist.
Reiðarin vísir á, at hin
fyrra royndin miseydnaðist,
tí skipini høvdu langar tíðir
við ongum fiski.
- Á hesum seinna túrinum
eydnaðist tað so, og skipini
høvdu góðan fiskiskap í
nakrar dagar. Makrelurin er
stórur, men hann er eisini
bleytur. Tí er kanska eitt
sindur
ivasamt,
hvussu
feski fiskurin, sum verður
landaður til Pelagos í Fugla
firði, fer at roynast.
Kristian Martin Rasmus
sen vísir á, at Pelagos júst
hevur keypt feskan makrel
frá grønlendskum skipi, og
sum skilst var fiskurin brúki
ligur til matframleiðslu.
- Tað er langur vegur at
sigla heim úr Grønlandi við
feskum, og tá fiskurin har
aftrat er bleytur, er trupult
at
siga
frammanundan,
hvussu fer at roynast.
Reiðarin
sigur,
at
alternativið
til
matvøru
framleiðsluna á Pelagos, er
Havsbrún í Fuglafirði, men
hann sigur seg vóna, at
meginparturin av tí feska
kann frystast og pakkast til
útflutnings.
- Nú skipini eru á veg
heim, hevur Norðborg av
høvdaðan makrel, mjøl og
lýsi, og Christian í Grótinum
hevur avhøvdaðan makrel
og avskurð. Haraftrat eru tey
300-400 tonsini av feskum
umborð á Norðborg.
Reiðaríið hjá Norðborg
og Christiani í Grótinum
kann eftir avtaluni við Royal
Greenland fiska 1500 tons
av makreli aftrat í grøn
lendskum sjógvi, men tað er
ivasamt, um skipini fara yvir
aftur í hesum umfari.
- Vanliga verður makrelur
fiskaður
í
grønlendskum
sjógvi á summri og soleiðis,
sum tað hevur verið seinnu
árini,
kann
væntast,
at
makrelurin í Grønlandi nú
fer at verða liðugur.
Kristian
Martin
Ras
mussen væntar, at skipini fara
at fiska makrel í føroyskum
sjógvi, tá tey loysa aftur um
eina góða viku ella so.
- Onkur roynd er gjørd í
føroyskum sjógvi, og her er
makrelur at fáa nú, leggur
hann aftrat.
Nógv avlopstíð
Reiðarin í Klaksvík sigur,
at felagið hjá teimum í eini
trý ár hevur havt avtalu
við grønlendsk reiðarí um
makrelfiskiskap
í
grøn
lendskum sjógvi.
Í summar hava Norðborg
og Christian í Grótinum
verið einsamøll føroysk upp
sjóvarskip í Grønlandi, men
tað eru eisini onnur føroyska
reiðarí, sum hava havt avtalur
við grønlendsk feløg.
Soleiðis hevur eitt nú
Næraberg hjá JFK gjørt
túrar í grønlendskum sjógvi.
- Vit hava avlopstíð, og
okkum vantar kvotur. Tá vit
gera slíkar avtalur við grøn
lendsk feløg, er tað fyri at
fylla upp í tíðini, tá skipini
annars einki hava at fiska.
Viðhvørt kann tað eydnast
og aðrar tíðir ikki – júst
sum í summar, tá vit fyrst
gjørdu
eina
miseydnaða
roynd og síðan eina roynd,
sum eydnaðist. Tá teinurin
er so langur, er tað eisini
ein stórur kjansur at taka at
hava feskan makrel heim við,
sigur Kristian Martin Ras
mussen, reiðari.
Hans og Páll føra
Skipari á Norðborg hendan
túrin er Hans Klakkstein,
sum plagar at loysa Jón
Rasmussen av – og skipari
á Christiani í Grótinum er
beiggi Kristian Martin Ras
mussen, Páll Rasmussen.
HEIM ÚR GRØNLANDI
VIÐ FULLARI FRYSTILAST
- Norðborg og Christian í Grótinum hava avlopstíð, og okkum vantar kvotur. Tá vit
fiska í Grønlandi eftir avtalu við grønlendsk feløg, er tað fyri at fylla upp í tíðini,
tá skipini annars einki hava at fiska, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari
- Á hesum seinna túrinum eydnaðist tað, og
skipini høvdu góðan fiskiskap í nakrar dagar.
Makrelurin er stórur, men hann er eisini bleytur,
sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari
Norðborg (mynd) og
Christian í Grótinum hava
partrolað eftir makreli í
grønlendskum sjógvi og eru
nú á veg heim fullfermdir