Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Rívur tú upp í sorgini, um tú spyrt um tað, sum er hent? Nógv, sum hava mist, siga, at tað ringasta, sum familja, vinir ella kenningar kunnu gera, er at látast sum einki. At fáa stuðul, umsorgan og uppmerksemi frá familju og vinum hevur ofta ótrú­ liga stóran týdning fyri eftir­ sitandi. Stuðulin, sum tú kanst veita í slíkari støðu, kann snúgva seg um at deila minn­ ir, tankar og upp­liv­ingar um tann, ið er farin - ella at deila tankar um framtíðina, har hin farni ikki er við meira. At familja og vinir stuðla og hjálpa, kann minka um kensluna av at føla seg einsa­ mallan, sum mong, ið mist hava, uppliva. Á heimasíðuni - www. cancer.dk - eru mong góð ráð um, hvussu tú kanst stuðla ein­um, ið tørvar hjálp, og her kanst tú brúka tey ráð, sum nú einaferð hóska til títt sam­band við avvarðandi. Onkur, sum hevur mist, hevur følt, at fólk, tey kenna, líka sum ganga yvir um vegin fyri ikki at møta teim­ um, tí tey vistu ikki, hvat tey skuldu siga. Men, fyri tann, ið hevur verið fyri missi, kann slíkt kennast rættiliga hart og særandi. Tá tú møtir fólki, ið hava verið fyri slíkari lagnu, kanst tú fortelja teimum, at tú hugs­ar um tey og teirra sorg og sakn. Er talan um fólk, sum tú kanska ikki stendur so ógvuliga nær, kann tað vera eitt gott hugskot kort­ ini at fortelja teimum, at tú veitst, hvat er hent í familju­ ni. Hvat kanst tú siga? Hevur tú trupulleikar við at finna orðini, kanst tú siga, at “... tað ger mær ilt, at tú hev­ur mist...” ella “... eg havi hugs­að nógv um teg, eftir at eg hoyrdi, at tú hevur mist...” Alt eftir, hvørji bondini eru, kanst tú spyrja, um tú kanst veita viðkomandi eina hjálp­andi hond, og tað er ikki verri, um tú eisini hevur okkurt hugskot um, hvørjum tú kanst hjálpa við. Kanska kennir tú hin eftir­sitandi so væl, at tú slett ikki ert í iva um, hvør hjálp er hin besta. Men, hetta er ikki altíð líka lætt. Haraftrat er tað ymiskt, hvat hin eftirsitandi hevur brúk fyri. Eru tað eldri fólk, sum hava mist, kunnu uppgávur sum innkeyp og matgerð lætta um, tá slík hjálp kann verða við til at skapa ein karm og innihald í truplu tíðini. Er talan um eftirsitandi hjúnar­felaga í einari barna­ famil­ju, kunnu gerandis­ upp­gávur­nar kenn­ast møtu­ miklar. Nógvir eftirsitandi hjúnar­felagar í barna­ familjum vísa stórt takksemi, tá netverkið bjóðar ítøkiliga og praktiska hjálp, sum eitt nú nátturða, heimabakaðar bollar - ella at koyra børn millum heim, skúla ella barna­garð. Nøkur hugskot Sálarfrøðingurin hjá Kræftens Bekæmpelse, Laura D. Rosenvinge Kjers­ gaard, hevur nøkur ítøkilig boð upp á, hvat fólk, sum gjarna vilja hjálpa eftir deyðsfall, kunnu siga, og her er serliga talan um innleiðandi spurningar: Eg vil gjarna hjálpa tær, um eg kann... Er tað í lagi, um eg ringi ella komi á gátt av og á - ella hevur tú so nógv at taka tær av beint nú, at tú mest hevur brúk fyri friði? Er tað í lagi, um eg spyrji, hvussu tú hevur tað - ella hevur tú heldur hug at snakka um okkurt annað? Eg vil gjarna gera tykkum onkran serstakan mat, tá eg kortini eri í holt við at mat­ gera heima. Hevði tað verið ein hjálp, um eg kom við nátturða til tykkum einaferð um vikuna - ella, er tað heldur okkurt annað, eg kundi hjálpt við? Ringir tú sjálv/-ur til mín, um tú fært brúk fyri hjálp seinni - ella, kann eg ringja til tín av og á og spyrja? Hevur tú brúk fyri hjálp til at sláa grasplenuna, burtur­beina rusk ella okkurt banka­ørindi? Bara at vita tað Laura D. Rosenvinge Kjers­ gaard vísir á, at við at nevna fleiri møguleikar, gert tú tað samstundis lætt fyri eftir­sit­ andi at takka nei, um tørvur ikki er á hjálp. Kanska hevur eftirsitandi ikki brúk fyri hjálp í løtuni, men kann kenna seg hjálpta/-n við at vita, at hjálp er at heinta, um brúk verður fyri henni. - Tað kann vera trupult hjá summum at siga ja til hjálp. Um tú sum avvarðandi veitst, at eftirsitandi ynskir, at grasið verður sligið, ella at ein posi við nýbakaðum boll­um hevði komið væl við - ja, so kanst tú bara gera tað. Tá nýtist eftirsitandi ikki at taka støðu til tað. Sálarfrøðingurin leggur dent á, at avvarðandi tó eiga at ansa eftir, at tað, tey gera, ikki fer yvir tey mørk, sum eftir­sitandi hava. Hon sigur, at tað ringasta, sum fólk kunnu gera, er at senda eitt sms og siga “Skriva bara, um tú hevur brúk fyri hjálp...”, tí fólk í slíkari støðu hava sjáldan yvirskot at biðja um hjálp. - Avvarðandi skulu bara ringja upp á, vera til steðgar og góðtaka, at fólk viðhvørt siga nei takk, leggur Laura D. Rosenvinge Kjersgaard aftrat. Fólk broyta atferð Tað er ikki óvanligt, at fólk, sum hava mist, í eina tíð uppliva, at tey orka minni - at tey snakka minni og eru minni uppsøkjandi. - Sum vinur er tað týdn­ ingar­mikið, at tú góðtekur, at hin eftirsitandi ikki er sum fyrr og kanska ongantíð verður heilt hin sami aftur. Tað er eisini týdningarmikið, at tú gevur eftirsitandi stund­ir til at finna síni egnu bein aftur í eini broyttari til­ veru og lívi. Laura D. Rosenvinge Kjers­gaard sigur, at tað kann vera eitt gott hugskot, um tú sum avvarandi í eina tíð átek­ur tær ábyrgdina fyri, at tit tosa saman, síggjast og annars halda sambandið við líka, sjálvt um eftirsitandi ikki setir seg í samband við teg. - Nógv eftirsitandi sígg­ ja stórt í, at familja, vinir og kenn­ingar vísa upp­merk­ semi og seta seg í samband við tey - eisini í einari tíð, har eftirsitandi ikki sjálvi hava yvirskot, sigur sálar­frøð­ ingurin. Serliga í byrjanini Tað er serliga í byrjanini eftir deyðsfall, at familja, vinir og kenningar vísa eftirsitandi uppmerksemi, men hin, sum hevur mist, setir stóran prís upp á umsorgan seinni eisini. - Tað kann væl vera, at eftir­sitandi tykjast glað og síggja gott út, men vit skulu minnast til, at tann, ið hevur mist, framhaldandi livir við av­leiðingunum av tí, ið er hent. Tað kann minka um kensluna av einsemi, at tey, sum annars kundu verið rundan um hin syrgjandi og saknandi, lata hoyra frá sær og vilja hoyra, hvussu eftir­sitandi hevur tað, sigur Laura D. Rosenvinge Kjers­ gaard. SOLEIÐIS KANST TÚ VEITA STUÐUL TÁ SORGINI RAKAR Hvussu kanst tú sum vinur, starvsfelagi, granni ella familja stuðla einum, sum hevur mist ein av sínum kæru? Tað er jú ikki lætt at vita, hvat tú skalt siga ella gera. Her eru nøkur ráð um, hvussu tú kanst bera teg at, tá sorg og saknur níva, og tú ynskir at rætta eina hjálpandi hond Tað ringasta, sum fólk kunnu gera, er at senda eitt sms og siga “Skriva bara, um tú hevur brúk fyri hjálp...”, tí fólk í sorg hava sjáldan yvirskot at biðja um hjálp