Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90 FESTIVALIN Fagnaðarkonsert við fimtan hittum Signar í Homrum er ein av solistunum á stóru fagnarkonsertini á Summar Festivalinum fríggjakvøldið Í ár verður Summar Festi­ valurin hildin fyri fimt­andu ferð. Nógv vatn er runn­ið í ánni, síðani fyrsti festi­ valurin varð hildin í føgrum summarveðri í 2004. Eini 3500 fólk vóru til fyrsta festivalin, og árini eftir meira enn tvífaldaðist tal­ið á gestum. Upp í 10.000 fólk hava verið á Summar Festi­ vali okkurt árið. Nú verður tann fimtandi festi­valurin hildin, og tað verður gjørt við stórari og fjøb­royttari skrá, har festi­ val­urin hevur spílað seg enn meiri út enn vanligt. Fríggjakvøldið verður serlig fagnaðarkonsert á Vágs­bø. Hetta er konsert, sum há­tíðarheldur 15 ára jubileum­ið. Konsertin bjóðar 15 sangir við 15 ymiskum sangar­um. Hetta eru sangir, sum hava verið við til at seta dám á seinastu Summar Festi­valarnar. Ein vælspælandi bólkur undir leiðslu av Kim Hansen legg­ur grundarlagið, og síðani koma solistarnir á pallin ein fyri og annar eftir. Millum tey, sum skulu fram­føra, kunnu vit nevna Lena Anderssen, Niclas Heri Jákups­son, Elin B. Heinesen, Signar í Homrum og Jens Marni Hansen. Hetta verður ein av stór­ fingnu løtunum á ársins Summ­ar Festivali, og vit tora at siga – ein hittparada uttan sín líka á føroyskum festi­vali. Fimtandi Summar Festivalurin bjóðar stóra fagnaðarkonsert á Vágsbø. 15 sangarar syngja 15 hitt Ársins Summar Festivalurin er tann fimtandi í røðini, og tí verður meira gjørt burtur úr skránni enn vanligt. Eitt av høvuðsnøvnum er svenska poppstjørnan Zara Larsson Teir 15 sangirnir Danny Baldursson – Eitt sunnukvøld í mai Elin Brimheim Heinesen – Eitt dýpi av dýrari tíð Jóan Jakku & Sámal – 1001 Nátt Lena Anderssen – Oh My Lady Hans Edward Andreasen – Sasasasa Ingi Poulsen – Tann fittasta Jens Marni Hansen – I Don’t Wanna Wait No More Kim Hansen – Maria Jógvan Hansen – Tú nart við hjarta á mær Steintór Rasmussen – Lívsmynd Guðrun Sólja Jacobsen – Promise Me Signar í Homrum – Tað er gott at elska Karl Martin Samuelsen – Alla Nátt Eyðun Nolsøe – Mítt Land Niclas Heri Jákupsson – Grøv nummar 13