Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FEIRA FIMTANDA Útlendskar stjørnur, stórfingin føroysk hittkonsert og forvitnislig gospelkonsert eru við til at mynda fimtanda Summar Festivalin, sum verður hildin í Klaksvík um vikuskiftið Um vikuskiftið verður fimt­ andi Summar Festi­valurin hildin í Klaksvík. Hitað verður upp við ymiskum til­ tøkum upp undir festivalin, sum av álvara byrjar hós­ kvøldið og heldur fram til leygar­kvøldið. Stóru útlendsku nøvnini á ársins festivali eru popp­ stjørn­an Zara Larsson úr Svøríki, Roger Hodgson úr Super­tramp og hittbólkurin Aqua. Aftuat teimum verður nógvir føroyskir og einstakir útlendskir tónleikarar á palli. –  Vit hava spílað okkum út við einari sterkari skrá, sum bæði bjóðar stór altjóða nøvn og góðar føroyskar bólk­ar. Eisini hava vit gjørt serligar konsertir í sam­ bandi við hendan jubileums­ festi­valin, sigur Erik Biskops­tø, sum er ein av fyri­skiparunum av Summar Festi­valinum. – Vit eru sera fegin um, at undirtøkan fyri Summar Festi­valinum hevur verið ser­stakliga góð øll árini, og tað hevur givið okkum hug at halda fram øll hesi árini. Summar Festivalurin er eitt hæddar­punkt í føroyska summarinum, sigur hann. Stjørnurnar glampa Summar Festivalurin er landsins størsta tónleika­til­ tak, og tøkniliga er Summar Festivalurin í serflokki, tí á Vágsbø er pallur á altjóða stigi, hvat viðvíkur stødd og tøkni. Hetta ger tað møguligt hjá Summar Festivalinum at bjóða stórum altjóða nøvnum til Føroya at hava konsertir. –  Vit vilja bjóða før­oy­ ingum konsertir, sum tey annars bert kunnu uppliva í útlandinum, sigur Erik Biskops­tø. Hesaferð koma tríggir heims­kendir artistar til Føroya at spæla. Svenska poppstjørnan Zara Larsson er millum tey stóru nøvnini í altjóða popp­ tónleiki nú á døgum, og tað tykist, sum hon fær alt størri undirtøku kring heim­in. Hon hevur hittað við fleiri sangum og hevur arbeitt saman við kendum sangar­ um. Hittbólkurin Aqua er størsta danska tónleika­ navnið, og tey koma í stór­ formi til Føroya. Teirra tón­ leikur er festligur og lívligur, og tey spæla sangirnar við sannførandi tónleikabólki og showi. Hetta verður uttan iva ársins festligasta konsert. Í 2006 var Roger Hodgson, sum var høvuðsmaður í bólki­num Supertramp, á Summ­ar Festivalinum. Tann kon­sertin var minnilig, tí Roger Hodgson var tveir dagar seinkaður til landi orsaka av floglíkindum, og tá ið hann kom til Klaksvíkar, var festivalurin við at enda. Hodgson fór tó á pall mitt á nátt, og í lýsingini sunnu­morgin hevði hann ein gandakenda konsert á Vágsbø. Nú kemur Roger Hodg­son aftur til Føroya við bólki, og hann fer at spæla øll tey stóru hittini, sum hann skriv­aði til Supertramp, har hann eisini var sangari. Mikukvøldið verður upphiting til Summar Festivalin við konsert á vágni, har Ingibjørg Han­ sen fer at syngja, og fyrsta konsert á sjálvum Summ­ar Festivalinum verður hós­ kvøldið kl 20:00. Seinasta fram­førslan verður sunnu­ náttina klokkan 03, tá ið Páll Finnur Páll spæla í Tjaldi­ num. Summar Festivalurin bjóð­ ar í ár eina nostalgiska gospel­konsert við solistum og sangum, sum mong fólk mun­nu kenna úr áttati ár­ unum. Fýra solistar verða við á konsertini, og tað eru fjølbroyttir sangarar við ymiskum sangúrvali. Solist­ ar­nir verða Vanja Carlsen, Heine Lützen, Fríðbjørg Jen­ sen og Ólavur á Váli Olsen. Tey fara at syngja sangir, sum fólk kenna frá útgávum og útvarpi. Vanja og Heine Longu sum ung genta sang Van­ja Carlsen alment, og hon var eisini við á útgávum hjá familjuni. Gentan við sterku røddini sang seg inn í hjørtuni hjá føroyingum, og á Summar Festivalinum fer hon at tríva í nakrar av sangunum, sum hon er kend fyri at syngja – eitt nú »Tað lítla ljós« og »Eyga oyra fótu­r«. Eisini fær Vanja ein ser­ligan gest á pallin til tann eina sangin. Heine Lützen telist millum bestu gospel­sangar­ nar her á landi. Hann hevur sungið og útgivið fjøl­ broyttan gospeltónleik, og á hesari konsertini fer hann at tríva í sangir frá ein­ari serligari útgávu. Heine Lützen var sangari í gospelrockbólkinum Sam­ sint, sum gav frálíka útgávu út, og hann fer at syngja nakr­ar sangir av útgávuni – til dømis »Vit vóru orsøk«. Fríðbjørg og Ólavur Fríðbjørg Jensen av Sandi er landskend fyri kvøðu­ ljóma­hitt sum »Sonur mín« og »Góðir vinir«. Hon hevur eisini givið nógvar aðrar sangir út, og hon hev­ur sungið nógv alment gjøg­ num árini. Nú fer Fríðbjørg Jen­sen fyri fyrstu ferð á festi­val at framføra, og hon syng­ur sjálvandi sínar best kendu sangir á Vágsbø. Ólavur á Váli Olsen fer á kon­sertini at tulka sangir, sum mammubeiggin Ólavur á Váli, sáli, innspældi og var kendur fyri at syngja. Ólavur á Váli var ein fyrimynd fyri tann unga navna, og nú fer Ólavur á Váli Olsen at heiðra mammu­beiggjan, sum var fram­úr góður sangari. Ólavur á Váli Olsen fer at syngja sang­ir sum »Mær er sagt um ein stað« og »Flytifuglarnir«. Eisini fara Systkini á Váli at stuðla Ólavi við kórrøddum. Bólkurin Tónleikurin á konsertini verður spældur av einum tón­leikabólki undir leiðslu Henn­ing Nicodeumssen. Talan er um dugnaligar og royndar tónleikarar og kór­ sangar. Bólkurin verður soleiðis mann­aður: Henning Nico­ demus­sen (trummur), Jón­ svein Heinesen (ljómborð og kór), Noe Chaparro (gitt­ar), Kristoffur Mørkøre (bass), Laila Carlsen (kór) og Bar­ bara Chaparro (kór). Gospelkonsertin verður á Vágs­bø leygardagin kl. 16.00. Nostalgisk gospelkonsert Fýra solistar fara at syngja kendar sangir á afturlítandi gospelkonsert Ólavur á Váli Olsen fer at syngja sangir hjá mammubeiggjanum Ólavi á Váli, sála Vanja Carlsen er ein av solistunum á gospelkonsertini á Vágsbø leygardagin