Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90 TÍÐINDI Uppskotið til nýggja væl­ ferðarlóg áleggur al­manna­ verkinum skyldur mótvegis borgarunum. Í grein 2 í uppskotinum stendur greitt, at al­ mannaverkið skal veita per­ sóni sosalfakliga ráðgeving um hvør hjálp kann veitast eftir nýggju vælferðarlógini. Ráðgevingin skal veitast, so at persónur í størst møguligan mun sjálvur kann loysa verandi og framtíðar fíggjar­ligar avbjóðingar, undir hesum møguleikar fyri arbeiði ella útbúgving, ella at minka um fastar útreiðslur, ið fíggjarligt rúm ikki er fyri. Í lógaruppskotinum verður eisini sadt, at ráð­gev­ ingin skal fevna um, hvørjar tænastur kunnu veitast eftir nýggju vælferðarlógini. Almannaverkið skal eisini vísa á, um tað ber til at fáa hjálp frá øðrum myndug­leikum ella sjálvs­ ognarstovnum. Lógin sigur eisini, at ráð­gevingin ikki bert er til persónin, men eisini til av­ varðandi. Í uppskotinum verður eisini sagt, at er talan um børn, sum tørva hjálp, so skal almannaverkið veita skjóta ráðgeving um hvør hjálp kann veitast barninum og familjuni. Fráboðan Eitt annað, sum stendur ógvu­liga greitt í upp­ skoti­num til nýggju væl­ ferðarlógina er, at fólk, sum útinna almennar tænastur, hava fingið eina greiða fráboðanarskyldu. Tá ið starvsfólk í yrki teirra faa kunnleika um per­ són, sum hevur tørv á hjálp eftir lógini, so skulu teyy boða almannavekrinum frá. Í uppskotinum er ná­ grein­að, at hendan frá­ boðanar­skyldan er galdandi, tá ið persónar hava tørv á ráðgeving, uppi­halds­ hjálp,endurbót, ella sosialum tænastum. Her kann vera tørv á bæði likamligari og sálarligar var­ andi sjúku ella breki ella um viðkomandi livir undir ónøkt­andi viðurskiftum, til dømis undir víðfevndum sosial­um trupulleikum. Gamla lógin Fleiri broytingar eru gjørdar í forsorgarlógini síðani 1967, eins og nýggj málsøki eru tikin við. Ein nýggj forsorgarlóg hevur í fleiri umførum verið á politiska breddanum, og skiftandi landsstýri hava havt sum mál at gera eina nýggja lóg. Í 2010 var lagt á annan bógv, og farið var undir at dagføra forsorgarlógina í stigum við tí endamáli at endur­skoða lógina alla, sum hon er. Broytingarnar í for­sorgar­ lógini í nýggjari tíð hava allar havt sum aðal­reglu at fara burtur frá stovns­hug­ takinum til at menna og endurmenna borgaran. Dentur verður lagdur á at útvega persónum, ið bera brek javnbjóðis møguleikar í dagsins samfelagi, hóast nakað er eftir á mál. Lógin er ikki tíðar­ hóskandi. Nógvar broytingr er gjørdar gjøgnum árini, sum í summum førum er lógin á donskum máli, meðan flestu broytingarnar eru gjørd­ar á føroyskum. Verandi forsorgarlóg hevur ikki neyvar ásetingar um upplýsingar- og ráð­gev­i­ ngarskylduna hjá Al­manna­ verkinum, men veitir einans heimild fyri at áseta hesar reglur í kunngerð. Tørvur er eisini á reglum um, t.d á hvørjum grundar­ lagi avgerðir um hjálp verða tikn­ar, herundir ynski og tørv borgarans, møguleikan hjá myndugleikanum at veita hóskandi tænastu, virkis­ætlan og markamót til aðra lóggávu serliga til løg­ tings­lóg um heima­tæn­astu, eldra­røkt og annað. Ráðgevingin til borgaran stendur frammalaga í lógini og viðmerkinganar eru rættu­liga klárar. Ráðgevingin hjá Al­ manna­verkinum skal fevna um samlaða tørv borgar­ ans, og ráðgevingin skal tí bæði fevna um uppi­ halds­veitingar, heimild at veita fíggjarligan stuðul ella ískoyti, eins og ráð­gev­ ingin skal fevna um hvørjar tænastur, ið kunnu veitast sambært verandi tænastu­ støði. Støðið fyri ráðgevingini verður tikið í ítøkiliga tørvi borgarans og kann tí fevna um fíggjarliga ráð­ geving, undir hesum at til­ laga verandi útreiðslur til framhaldandi fíggjarliga rása­rúmið. Er talan um persón, ið hevur serligan tørv, eitt nú vegna brek, varandi sjúku ella víðfevndar sosial­ar trupul­leikar, er ráð­gev­ ingar­skyldan ikki avmarkað til bert at fevna um henda persónin, men eigur eisini at verða veitt hjúnafelaga, for­eldrum ella øðrum av­ varðandi, ið borgarin hevur tætt tilknýti til. Tað hevur týdning at veita hóskandi ráðgeving skjótast tilber í mun til at fyribyrgja og forða fyri, at støða hjá borgara versnar. Hetta bæði í mun til eina heildarráðgeving og í mun til ráðgeving vegna serligan tørv. Hettta er ein partur av inni­haldinum í nýggju lógini, men vit venda aftur til málið í seinni bløðum. Lógin um vælferð og til­ hoyrandi lógaruppskot eru send til hoyringar. Almannnaverkið hevur skyldu at veita sosialfakliga ráðgeving Lóg fer at áleggja almannaverkinum at veita borgarunum sosialfakliga ráðgeving um hvør hjálp kann fáast Tað er ein rættuliga umftazndi lóg, sum tingfólk skulu viðgera í hesi tingsetuni Almannaverkið fær álagt at ráðgeva og hevur fingið eina greiða fráboðanarskyldu