týsdagur 7. august 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Ein nýggj vælferðarlóg er á
veg.
Landsstýriskvinnan við
almannamálum,
Eyðgunn
Samuelsen,
hevur
sent
uppskot um nýggja lóg til
hoyringar, umframt uppskot
til aðrar lógir, sum á ein ella
annan hátt eru knýtt at væl
ferðarlógini.
-Uppskotið
er
liður
í
yvirskipaðu
ætlanini
hjá
samgonguni at virka fyri,
at
vælferðarskipanin
í
størri mun verður lagað
til føroysk viðurskifti og
at
fremja
nýskipanir
á
almannaøkinum, sum skulu
tryggja
øllum
borgarum
góða tænastu, rættartrygd
og møguleikar at liva og
virka í Føroyum, sigur Eyð
gunn
Samuelsen,
lands
stýriskvinna við almanna
málum, í viðmerkingunum
til uppskotið.
Seinnu
árini
hevur
Almannamálaráðið arbeitt
miðvíst við at dagføra lóg
gávuna soleiðis, at lóggávan
er meira í samsvari við nú
tíðar hugsjón við atliti at
viðurskiftum hjá fólki, ið
bera brek.
Harumframt
hevur
verið arbeitt fram ímóti at
fáa greiðari rættarstøðu og
betra um løgfrøðiligu og um
sitingarligu karmarnar hjá
myndugleikum, sum umsita
tænastur
og
veitingar,
sum eru skipaðar sambært
forsorgarlógini.
Uppskotið til lógina bygir
í stóran mun á eitt tilmæli,
sum
landsstýriskvinnan
fekk frá einum arbeiðsbólki
í januar í fjør.
Tilmæli var til tænastu
politikkin
og
heitið
er
“Borgarin takast uppá ráð”
Hetta tilmælið var grundar
lagið undir einum aðalorða
skifti í Løgtinginum í apríl í
fjør.
Avgerandi lóg
Nýggja lógin verður av
gerandi fyri, hvørjar tæn
astur tað almenna kann
veita borgarunum í fram
tíðini.
Endamálið við lógarupp
skotinum er, at samfelagið
frameftir hevur eina lóg
gávu, sum lýkur tey krøv,
sum nútíðarsamfelagið setir.
Dentur verður lagdur á
sjálvsavgerðarrætt borgar
ans, soleiðis, at tænastur
og veitingar verða veittar
við støði í tørvi og ynski
borgarans í mun til egna lívs
støðu og soleiðis, at borgarin
hóast tarn ella sjúku fær eitt
fyri hann nøktandi og inni
haldsríkt lív.
Eitt annað endamál við
lógini er at fáa eina før
oyska lóg um vælferð, sum
er lagað til føroysk viður
skifti. Uppskotið setir kós
fyri, hvussu stórur partur
av føroyska vælferðarsam
felagnum verður skipaður í
framtíðini.
Broytingar henda í stór
an mun í samfelagnum.
Fólk liva longur – fleiri við
gerðarhættir
eru
vorðnir
betri og breið semja er mill
um tey flestu um, at fólk í
styttst møguliga tíð eiga at
liggja á sjúkrahúsi.
Betra leiðin at ganga, er
at syrgja fyri, at fólk fáa
neyðugu tænasturnar og
veitingarnar í nærumhvørvi
num, so leingi, sum til ber.
Aldurssamansetingin er
eisini soleiðis, at vit gerast
fleiri og fleiri eldri, so tað
ræður um, at fólk, sum eru
sjúk ella bera brek, koma og
eru á arbeiðsmarknaðinum
so leingi, sum til ber.
Í lógaruppskotinum er ein
grundregul eisini, at sjálvt
um fólk hava tørv á hjálp, so
skal tað almenna royna at
gera tey flestu sjálvhjálpin.
Tí er neyðugt at skipa
vælferðartænasturnar
soleiðis, at so nógv sum
gjørligt
kunnu
hava
og
varðveita tilknýti til arbeiðs
marknaðin.
Eisini er ein partur av
lógini,
at
vælferðartæn
asturnar
leggja
alstóran
dent á fyribyrgjandi táttin.
Veitingar og tænastur skulu
eggja til størri sjálvhjálp.
Borgarin í miðdepilin í
nýggjari vælferðarlóg
Løgtingið skal fer í heyst
undir viðgerðina av nýggjari
vælferðarlóg, sum skal avloysa
forsorgarlógina frá 1967
Eyðgunn Samuelsen, landssstýriskvinna
við almannamálum, hevur sent lógina um
vælferð og tilhoyrandi lógir til hoyringar