týsdagur 7. august 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90
TÍÐINDI
fongsul, tí viðkomandi er
akkurát líka pedofilur, tá
revsingin er av.
Tí áttu skemmarar altíð
at fingið ein viðgerðardóm
eisini, halda tey í Kris.
Fyrningarfreist
má vera
Í sambandi við kynsligan
ágang ímóti børnum, er
tað serliga eitt evni, sum
verður nógv viðgjørd, og
tað eru fyrningarfreistirnar.
Í hesum sambandi eru tað
summi, sum halda, at fyrn
ingarfreistirnar eiga at verða
avtiknar heilt, so at tey, sum
hava verið fyri kynsligum
ágangi, altíð skulu kunna
melda ein krenkara.
Í Kris hava tey tikið undir
við, at fyrningarfreistirnar
skulu avtakast heilt, men
tað sjónarmiðið hava tey ikki
longur
– Royndirnar vísa, at í
miðal ganga 17 ár frá tí at
eitt barn er fyri ágangi, til
tað er orkar at siga frá, siga
tey.
Men tað eru eisini summi,
sum ikki orka at siga frá, fyrr
enn tey avvarðandi eru deyð,
tí tey orka ikki at særa tey,
sum fara at sita við samvits
kubiti av tí at einki varnað
ust.
Tí halda tey eisini, at fyrn
ingarfreistin at vera long.
Men í málum um kyns
ligan ágang ímóti børnum,
er fyrningarfreistin eisini
rættiliga long. Fyri mál um
kynsligt samband við barn
undir 15 ár, er fyrningar
freistin 10 ár, men tað er frá
tí, at tann, sum er fyri ágangi,
er fyltur 21 ár.
Er talan um serliga grovar
umstøður, ella er barnið, sum
er fyri ágangi, undir 12 ár, er
fyrningarfreistin 15 ár, frá tí,
at viðkomandi er fyltur 21 ár.
Sostatt er fyrningarfreist
in ikki farin fyrr enn tann,
sum er fyri ágangi, fyllir 31
ár, men í summum førum,
ikki fyrr enn viðkomandi
fyllir 36 ár.
– Tað eru sjáldan nøkur
teknisk prógv í málum um
kynsligan
ágang,
serliga
tí at tað ofta gongur long
tíð, til tey verða meldað. Tí
eru tey allarflestu málini
bygd á vitnisfrágreiðingar
og tí kann tað vera ringt
at prógva. Samstundis er
grundarlagið undir okkara
rættarskipan, at eingin er
sekur fyrr enn tað er prógvað
og eisini pedofil hava eina
rættartrygd.
– Verður fyrningarfreistin
alt ov long, ella verður hon
strikað heilt, økist vandin
fyri skeivum dómun, tí tess
longri tíð gongur, tess verri
er at minnast hendingarnar
so neyvt sum krevst fyri at
tað kann brúkast sum prógv
í rættinum.
Men í Kris leggja tey dent
á, at tað hevur stóran týdn
ing, at mál verða meldað,
hóast
fyrningrfreistin
er
farin, tí so hevur løgreglan
navnið á krenkaranum og
hevur
upplýsingarnar
til
taks.
Neyvan nøkur hjálp
Ein annar spurningur, sum
mangan er frammi, tað er,
at tey, sum hava við børn at
gera, skulu hava eina barna
váttan fyri, at tey ikki hava
dóm fyri at gera seg inn á
børn.
Í Kris ivast tey í nyttuni
av hesum, tí tey vísa á, at
tað eru størsti parturum av
krenkarunum, sum aldrin
koma fyri rættin, og tískil
kann ein barnaváttan vera
ein følsk trygd.
Tey
hella
meiri
tann
vegin, at starvsfólk í felags
skapum, har børn eru, fara á
skeið at læra seg, at ansa eftir
um børn hava ein atburð,
sum kann benda á, at tey
hava verið fyri kynsligum
ágangi. Tað halda tey, at
ítróttarfeløg, og onnur, sum
hava við børn at gera, áttu at
gjørt meiri burtur úr.
Nógv hava heldur onga
reglugerð
um
kynsligan
ágang, siga tey.
Nógv kjak hevur eisini
verið, um at almannakunn
gerða nøvnini á skemmarum,
sum hava fingið dóm, á inter
netinum og á plakatum, sum
hanga uppi alment.
Í Kris halda, at hetta er
eitt ógvuliga viðkvæmt evni,
tí øðrumegin skal hugsast
um offrið og familjuna hjá
ofrinum, og hinumegin er
tað krenkarin og hansara
familja.
– Í einum lítlum samfelagi,
sum Føroyum, er ilt at meta
um, hvat eigur at verda gjørt
í hesum føri. Kanska land
sins myndugleikar áttu at
tikið hetta álvarsliga evnið
upp í Løgtinginum, halda
tey í Kris.
SKULU Í VIÐGERÐ
Allir Skemmarar áttu altíð at fingið ein viðgerðardóm eisini, afturat fongsulsrevsingini halda Malan Kjærbo, vinstrumegin, Gvøðbjørg West í Miðjuni, og Beinta M. Petersen í Kris
Tað eru eisini mong,
sum heldur fara í grøvini
við sínum loyndarmáli
Tey, sum eru undir 18
ár, bíða ofta til tey hava
fylt 18, tí tey føla seg
ikki sum børn