týsdagur 7. august 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
– Kynsligur ágangur ímóti
børnum, er at drepa tað
sálarliga.
Tað
heldur
Gvøbjørg
West, psykoterapeutur og
dagligur leiðari í Kris.
Tað eru alsamt fleiri og
fleiri fólk, sum venda sær til
Kris at biðja um hjálp, tí tey
hava verið fyri kynsligum
ágangi, tá ið tey vøru børn.
Kris er ein sjálvboðin
hjálparfelagsskapur,
sum
vað stovnaður í 2000 við tí
endamáli at hjálpa fólki sum
hava verið fyri kynsligum
ágangi, tá ið tey vóru børn.
Men endamálið er eisini at
upplýsa um kynsligan ágang
við at halda skeið, undirvís
ing og við ymsum øðrum
átøkum.
139 í fjør
Hesi seinastu árini hava tey
ført hagtøl yvir virksemi og
tey tølini vísa, at tað eru al
samt fleiri, sum venda sær til
Kris við síni neyð, tí tey hava
verið fyri kynsligum ágangi,
tá ið tey vóru børn.
Í fjør vóru tað 139 fólk,
sum vendu sær til Kris, og
sostatt fingu tey meiri enn
tvær áheitanir um hjálp um
vikuna, og gongdin higartil í
ár er einki broytt.
Hjá nógv teimum flestu,
ella hjá 112 fólkum, var tað
fyrstu ferð, at tey vendu sær
til Kris. Hini høvdu verið í
samband við Kris áður.
Nógv tey flestu, sum
venda sær til Kris, eru kvinn
ur. Av teimum 139 fólkunum,
sum vendu sær til Kris í fjør,
vóru 107 kvinnur og 32 vóru
menn. Men tey vísa eisini á,
at nógv, sum venda sær til
Kris, eru dulnevnd, og tað
sleppa tey eisini at vera.
Tað eru ikki bara tey, sum
hava verið fyri kynslum
ágangi sjálvi, sum venda
sær til Kris. Tað eru eisini
familjulimir, ella makin, sum
venda sær til Kris fyri tey.
Men tað eru eisini ung
undir 18 ár, ella familjur
teirra, sum venda sær til
Kris. Í fjør vóru tey níggju í
tali, men í 2015 fekk Kris heili
25 áheitanir frá børnum og
ungum undir 18 ár.
– Tey fáa vegleiðing, men
eru tey undur 18 ár, skulu tey
vísast til barnaverndina ella
løgreglu, og tað hjálpa vit
teimum eisini við, sigur Gvø
bjørg West.
Tey hava eisini sjálv
hjálparbólkar við fólki, har
fólk, sum hava verið fyri
kynsligum ágangi, hittast
javnan í bólki.
Hinvegin hava tey eisini
varhugan av, at tey, sum eru
undir 18 ár, bíða ofta til tey
hava fylt 18, tí tey føla seg
ikki sum børn, men halda seg
vera ov vaksnan til at hoyra
undir eina barnavernd.
Merkt alt lívið
Malan Kjærbo, sosialráð
gevi í Kris, Beinta M. Peter
sen, heilsurøktari og for
kvinna í Kris, og Gvøðbjørg
West, staðfesta, at kynsligur
ágangur ímóti børnum ávirk
ar tey alt lívið.
Onkur hevur samanborið
kynsligan ágang ímóti børn
um við sálarligt morð, so
stórar avleiðingar hevur tað
fyri tey.
Men
við
teirri
røttu
hjálpini
ber
tað
kortini
til at liva eitt vanligt lív. Í
hesum sambandi hevur Kris
sosialráðgeva,
psykotera
peut, heilsurøktara og náms
frøðing til taks, men tey vísa
eisini fólki til onnur fakfólk.
Fólk, sum hava verið
fyri kynsligum ágangi og
eru komin víðari í lívinum,
eftir at hava fingið hjálp
frá Kris, eru eisini leiðarar
í sjálvhjálparbólkum, um
framt at tey eisini eru við
á ráðstevnum og á ymsum
átøkum.
– Vanligastu langtíðarav
leiðingarnar av kynsligum
ágangi er angist og tunglyndi,
og tí eru tey mangan illa før
fyri at taka eina úbúgving,
ella at hava eitt arbeiði. Men
tað eru kortini nógv, sum
hava arbeiði og familju, sigur
Malan Kjørbo.
Tað er heldur ikki óvan
ligt, at tey fella í misbrúk av
rúsdrekka ella rúsevnum.
Sum oftast er krenkarin
onkur í familjuni, ella onkur,
sum barnið annars hevur
samband við. Og kynsligur
ágangur er allastaðni, heima
við hús, í skúlum, í samkom
um, í itrótti, og aðrastaðni.
– Men vit hava eisini
dømi um, at har kynsligur
ágangur er framdur í einum
felagsskapi av onkrum slagi,
verður tað ikki meldað, tí
roynt verður at »avgreiða«
tað innanveggja, uttan at
blanda onnur upp í.
Og tey leggja eisini dent á,
at tað eru fólk í øllum sam
felagsløgum,
sum
fremja
kynsligan ágang ímóti børn
um, eisini fólk í klædningi og
slipsi og í høgum størvum.
Avirkar alla familjuna
– Kynsligur ágangur fær
eisini
avleiðingar
fyri
familjuna, tí tey, sum eru
rundan um barnið, verða
tyngd av skuldarkenslu og
ringari samvitsku, tí at tey
ikki uppdagaðu nakað.
Men hinvegin duga børn,
sum eru fyri kynsligum
ágangi, væl at fjala tað, og
tískil er tað mangan ringt at
síggja.
Tey í Kris siga, at tað vísir
seg, at kynsligur ágangur er
vanligari í smáum, isolerað
um samfeløgum.
Og í einum lítlum sam
felagi er tað eisini verri at
boða frá skynsligum ágangi,
tí avleiðingin er mangan, at
familjur í í tvíningar og tað
rakar harðari í smáum sam
feløgum.
Men annars er tað vón
leyst at siga, hvussu nógv
børn eru fyri kynsligum
ágangi, tí eingin veit, hvussu
nógvur
ágangur
aldrin
verður fráboðaður. So hóast
tey í Kris fáa alsamt fleiri
fráboðanir, er tað ikki vist
at tað er tí at trupulleikin
er veksandi. Tað kann eisini
vera tí, at tað eru fleiri sum
siga frá.
Men tað er eisini ein sann
roynd, at tað eru eisini mong,
sum heldur fara í grøvini
við sínum loyndarmáli, tí
prísurin fyri at siga frá, er
mangan, at familjur syndrast
og tað vilja tey ikki taka á
seg, so tiga tey heldur fyri
frið skyld.
– Tað er ein ógvuliga
høgur prísur at rinda og tað
eru summi, sum ikki vilja
rinda tann prísin. Men eisini
tað fáa tey samvitskubit av,
tí krenkarin kanska gera seg
inn á onnur børn eisini.
– So tað er ein ræðulig tví
støða, nógv av teimum, sum
eru fyri kynsligum ágangi,
heldur Beinta M. Petersen.
Revsingin ov lin
Eitt, sum javnan verður ført
fram í sambandi við kyns
ligan ágang ímóti børnum,
er, at revsingin er ov lin.
Tað eru tey í Kris samd í,
tí tey halda ikki, at revsingar
nar standa mát við brots
verkið.
– Tey, sum verða dømd
fyri kynsligan ágang, verða
dømd at sita í nakrar mán
aðir, ella eitt ár ella tvey í
ringasta føri. Tað er hendur
seg næstan ikki, at tey, sum
verða dømd fyri at gera seg
inn á børn, fáa harðari revs
ing enn trý ára fongsul.
Og
harafturat
verður
krenkarin, sum verða dømd,
aloftast eisini leyslatin, tá ið
dómurin er sagdur, ímeðan
hann bíðar eftir at fara inn
at sita.
– Revsingin er so lin, at
tað skakar rættarkensluna
hjá teimum, sum hava verið
fyri
ágangi.
Tað
skakar
eisini
rættarkensluna,
at
tey kunnu vænta at hitta
skemmaran
á
alfaravegi
aftur, hóast dómurin er sagd
ur. Tí eigur skemmarin at
fara beint í fongsul eftir ein
dóm. Tað eru eisini dømi um,
at ein krenkari ger seg inn á
børn ímeðan hann bíðar eftir
dómi, staðfesta tær tríggjar í
Kris.
Hinvegin ivast tey eisini
í, hvørja nyttu tað ger, bara
at tveita ein skemmara í
KYNSLIGUR ÁGANGUR Fleiri og
fleiri stíga nú fram og boða frá,
at tey hava verið fyri kynsligum
ágangi. Og tað er gott, tí fáa tey
hjálp, ber til at liva eitt vanligt lív
Hendan talvan vísir, hvussu nógvar áheitanir um
kynsligan ágang, Kris fekk í fjør. Ikki óvæntað eru nógv
tær flestu um gentubørn, sum hava verið fyri ágangi
KYNSLIGUR ÁGANGUR
ÍMÓTI BØRNUM ER
SÁLARLIGT MORÐ
Revsingin er so
lin, at tað skakar
rættarkensluna