Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90 14 Sosialurin SKÚLABYRJAN MÍN SKÚLABYRJAN Skjótt byrja skúlarnir aftur, og børn fara í skúla. Summi fara at hava sín fyrsta skúladag. Vit hava heitt á nøkur meira og minni kend fólk um at minnast aftur á sínar skúladagar Lagt til rættis: Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Navn: Jensina Olsen Starv: Sjálvstøðugt vinnurekandi/ læraralesandi. Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag? Sankta Frans Skúli, ein spent genta við nýggjari skúlatasku, sum var ein av hesum man bar í hondini. Hon var gul, blá, reyð og hvít. Øðiliga spennandi! Hvat var títt yndisfak? Mær dámdi sera væl evning. Hvat tímdi tú ikki so væl? Rokning fangaði meg ongantíð. Tað var mest tí eg ikki skilti HVÍ eg endiliga skuldi duga at rokna ymiskt, sum eg ongantíð skuldi brúka. Nyttuvirðið hevur nokk verið í undirkantinum fyri eina 12-13 ára gamla gentu. Er nakar lærari, ið tú minnist serliga væl ? Solveig Isfeldt var lærari hjá mær í hondarbeiði og evning. At brúka hendurnar, var tað sum gjørdi skúlan áhugaverdan fyri meg. Hetta skuldi í heilatikið verðið tikið meira inn í øll fak. Solveig dugdi ómetaliga væl at skapa eitt gott undirvísingarrúm, har vit fóru í ‘flow’, og kundu hugdýpa okkum. At hava tílík fak er so ómetaliga umráðandi fyri okkara fólkaskúla. Navn: Øssur Egholm Starv: Útvarpsmaður Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag? Hann er kámaður við árunum, men minnist væl, at eg fór einsamallur avstað, tað hugsi eg tey flestu gjørdu í 1972. Og at eg tordi illa frá húsum, og stóð leingi undir húsahornunum, og tók dik á meg, Tá kemur ein flokkur av eldri næmingum framvið, og onkur biður meg bara fylgjast við teimum, og so var sloppið. Sjálvum skúladegnum minnist eg sum so onki frá, uttan at eg var í nýggjari bundnari troyggju, sum flestu onnur, ið fóru í fyrsta flokk. Tað var Hvalvíkar skúli, Hvat var títt yndisfak? Mær dámdi skúlan væl, serliga tey fyrstu árini, men sum árini gingu, og tá vit fóru at hava svimjing einaferð um vikuna, gjørdist tað skjótt tað fakið, ið mær dámdi allar best, men eisini eittnú føroyskt, danskt og seinni enskt vóru fak, ið fangaðu mín áhuga. Hvat tímdi tú ikki so væl? Tað fak, eg hevði truplast við, var rokningin, og av tí sama misti eg skjótt hugin at rokna. Tað vóru tímar, ið bara skuldu fáast av vegnum, og nakar roknimeistari gjørdist eg ongantíð. Er nakar lærari, ið tú minnist serliga væl? Tá vit fóru í fimta ella sætta flokk, fingu vit ein nýggjan lærara, sum júst var fluttur heimaftur at búgva, og hann kallaðist Niels Petersen. Niels hevði líkasum ein øðrvísi stíl enn hinir, og var umframt at verða góður lærari, eisini ein íverksetari bæði innan- og uttanfyri skúlagátt. Tað var hann, sum legði lunnar undir m.a. borðtennisspælið í Streymnesi og Hvalvík, og tað var eisini hann, ið tók stig til at stovna ítróttarfelagið Streym. So hóðast fleiri góðar og minningarríkar lærarar, er Niels hann, ið eg minnist best frá tíðini í barnaskúlanum.