týsdagur 7. august 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90
SKÚLABYRJAN
Navn: Eyð Matras
Starv: Fríyrkisfólk – sjónleikari og journalist
Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag?
Eg kom ov seint, - ja, hví, tað havi eg havi mangan undrast yvir, helst hevur mamma havt so
nógv um at vera, vit vóru fimm systkin og hetta við fyrsta skúladegi hevði helst ikki so stóran
týdning, sum tað hevur í dag. Tó, eg var í nýggjari troyggju sum hini. Øll børnini vóru longu
komin og sótu saman tvey og tvey. Gentur og gentur og dreingir og dreingir. Mammurnar, eg
haldi, at tað bara vóru mammur við børnunum, stóðu fram við vegginum.
Ein drongur, seinni fann eg útav, at hann æt Jacob, og hevði sukursjúkuna, sat einsamallur. Eg
kundi havt sett meg við tóma borðið aftanfyri hann, men eg helt, at tað var so synd, at hann
skuldi sita einsamallur, so eg setti meg við síðuna av honum. Øll fóru at flenna. Ein genta og
ein drongur. Flovisligt. Eg gjørdi mín fyrsta býtta feil og mangar slíkar. Kanska var tað júst
henda hending, sum setti alt í gongd. Mær dámdi at fáa børnini at flenna.
Hvat var títt yndisfak?
Mær dámdi væl at ganga í skúla og helt alt vera so spennandi – kanska serliga føroyskt,
danska og søga.
Hvat tímdi tú ikki so væl?
Kanska fimleik – hevði ilt við at standa í rekkju og at ganga í takt.
Er nakar lærari, ið tú minnist serliga væl?
Eg minnist serliga væl Doffa (Cristoffur Jensen). Hann var so hugfarsligur- hann var
svingandi, men tá ið hann var í góðum lag, var onki óført. -Trumm trumm tallala lei,
sang hann, og so vistu vit, at nú fór okkurt stuttligt at koma. Hann dugdi so ómetaliga
væl at fortelja søgur. Hann var blóðdonor, og var ofta og gav blóð. Tá fingu blóðdonorar
eina øl afturfyri at styrkja seg uppá. Doffi var altíð í so góðum lag, tá ið hann hevði
latið blóð. Hann skrivaði í poesibokina hjá mær. Tað var ikki bara bara, at tora at spyrja
læraran um slíkt. Eg minnist, at eg gekk upp til pultin, øll vóru farin út, og spurdi varliga
um hann vildi skriva í bókina. Tá ið eg kom út í fríkorterið samlaðust genturnar um
meg at forvitnast. Doffi skrivaði: Tá ið Eyð fyllir hundrað, tá fara vit øll at dundra.
Bjørg Fjallsbak var eisini ómetaliga fitt – hon teknaði við litkritum uppá svørtu talvuna og hon
keypti okkum reyðan Trille- iðspinn, og gav stjørnur og rósur í bókina, ístaðin fyri karakter.
Eg minnist eisini Anfinn Justinussen sum ein ómetaliga fittan og góðan lærara. Hann
undirvísti í føroyskum. Vit gjørdu eitt sindur illa fortreð í hansara tímum. Ein dagin bað hann
meg koma við útum (kanska fyri tjúgundu ferð) og suffaði: Tað veit Guð, Eyð, eg veit ikki hvat
eg skal gera við teg. Eg lovaði bót og bata – hann trúði mær ikki, men eg tók annað skinn um
bak. Tá broyttist alt – og vit gjørdust bestu vinir.
Navn: Steintór Rasmussen
Starv: Lærari
Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag?
Árið var 1967. Tað var av allarfagrasta summarveðri, og mamma mín fylgdi mær í
skúla. Tann fyrsti drongurin, sum eg hitti, var 8 ár, og skuldi ganga umaftur í fyrsta
flokki. Foreldrini vóru annars ikki tilstaðar, tá ið flokslærarin, uttan nakra saft ella
kaku á borðinum, bjóðaði børnunum at vera vælkomin í skúla og vit fingu okkara
fyrstu tímatalvu.
Hvat var títt yndisfak?
Sjálvur dámdi mær væl rokning. Dugdi lítlutabell uttanat áðrenn eg fór í skúla. Og
eg hevði ikki stórvegis trupulleikar at plussa og minusa. Men av somu orsøk keddi eg
meg eitt sindur í hesum tímunum tey fyrstu árini. Talan var ikki um nakað yndisfak.
Hvat tímdi tú ikki so væl?
Vit høvdu, so vítt eg minnist, einans rokning, lesing, skriving og bíbliusøgu tað fyrsta
árið. Í øðrum flokki legðist dansk afturat tímatalvuni. Vit høvdu onga kreativa
lærugrein í míni skúlatíð. Men vit fingu fimleik í fjórða flokki.
Er nakar lærari, ið tú minnist serliga væl?
Mær dámdi væl tímarnar hjá Bettu Højgaard. Hon var okkara flokslærari, sum vit
høvdu í rokning og í bíbliusøgu. Vit sungu nógv í hennara tímum, lærdu sálmavers
og hon fortaldi okkum søgur. Betty Højgaard, sum vit róptu hana, kundi vera eitt
sindur strang . Sum oftast var pinnastilt. Serliga tá ið hon las ævintýr fyri okkum.
Tað eru løtur, sum eg fegin minnist afturá.
Navn: Kinna Poulsen
Starv: Lærari á Glasi og Listaummælari
Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag?
Eg minnist hann ikki serliga væl, men eg minnist
mína fínu, nýggju reyðu tasku og eg hómi enn
hvussu tað luktaði av leðri, tá eg opnaði hana. Eg
minnist eisini gráu, mynstrutu troyggjuna hjá
mínum fitta barndómsvini, Marner.
Hvat var títt yndisfak?
Mær dámdi væl allar lærugreinar tá, kanska
serliga væl tær, sum høvdu við at lesa og
skriva at gera.
Hvat tímdi tú ikki so væl?
Eg tímdi ikki væl fríkorterini - umhvørvið
í skúlagarðinum tá var rættiliga hart og
happandi
Er nakar lærari, ið tú minnist serliga væl?
Nógvir lærarar hava gjørt mær mun gjøgnum mína
skúlagongd. Okkara fyrsti lærari var Bette Andreasen,
sum dugdi ómetaliga væl at tekna uppá talvuna við
litkritum. Seinni fingu vit Verner Hansen í donskum, sum
var ómetaliga fittur og rósti mær fyri mína skriving. At fáa
Paula í Sandagerði sum tónleikalærara var lívsbroytandi fyri
meg.
Seinni aftur fekk eg nógvar inspirerandi lærarar í Hoydølum,
t.d Jens Frederiksen í donskum - hann segði, at eg dugdi væl at
skriva um myndir, og Jákup Thorsteinson og Kári Jespersen
vóru framúr føroysktlærarar, og á universitetinum var tað
John Christian Jørgensen, sum gav íblástur og kós.