Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90 15 timburmenn/kvinnur til ArtiCon P/F ARTICON >> 10.08.18 Fysioterapeutar til deildina Endurvenjing ALMANNAVERKIÐ >> 13.08.18 Royndur sjaførur til okkara trekkjara P/F ARTICON >> 14.08.18 Hýsingarfólk við flair fyri Linux til Elektron P/F ELEKTRON >> 15.08.18 Málfrøðingur til Almannaverkið ALMANNAVERKIÐ >> 16.08.18 Tvey starvsfólk til náttarvaktartoymi í Tórshavn ALMANNAVERKIÐ >> 17.08.18 Starvsfólk at arbeiða í stuðulstoymi í Tórshavn ALMANNAVERKIÐ >> 20.08.18 Handilslærlingur til Colorama á Hálsi SP/F PROFA Á HÁLSI >> 20.08.18 Námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingur til barnaverndarøkið í Almannaverkinum ALMANNAVERKIÐ >> 22.08.18 Rakstrarfólk til Elektron P/F ELEKTRON >> 15.09.18 STARVSMARKNAÐUR Um Starvs­ markn­aðin: Starvsmarknaðurin er nýtt átak í Miku­ dags-Sosial­in­um. Talan er um fleiri samanhangandi síður í blaðnum við starvslýsingum, og eisini er ein teigur við starvslýsingum, har tær eru listaðar alt eftir, nær umsókn­ar­ freistin er. Mikudags-Sosialurin verður prentaður í gott og væl 19.000 eintøkum og borin út til øll húsarhald í Føroyum, so við eini starvslýsing í Starvsmarknaðinum kemur tú út í hvørt heim í landinum. Hevur tú áhuga í at lýsa í Starvs­ marknað­inum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Bartal í Gongini, søluráðgeva Tlf. 270600 bartal@sosialurin.fo STØRV Seinasta freist ENDURLÝSING: Eldhugaður námsfrøðiligur serfrøðingur Vilt tú vera við til at menna námsfrøðiligu tilgongdina í skúlaverkinum? Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum námsfrøðiligum serfrøðingi, sum við innliti og hegni skal seta námsfrøðiligu menning fólkaskúlans á breddan. Námsfrøðiligi serfrøðingurin skal vera við til at lyfta og stimbra skúlan námsfrøðiliga og fakliga. Arbeiðið fevnir um, saman við stjóranum og ráðgevunum í Námi, at menna eina ráðgevaskipan til skúlaverkið. Í fyrstu atløgu til fólkaskúlan og síðan eisini til dagstovnaøkið og skúlaverkið í síni heild. Harumframt verða viðgerð og tilráðing um dagføringar av námsætlanunum eisini partur av arbeiðinum. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 31. juli 2021 – við møguleika fyri leingjan til 31. juli 2023. Uppgávurnar eru m.a.: Saman við stjóranum, ráðgevunum og øðrum í Námi: • at menna námsfrøðiligu tilgongdina í skúlaverkinum • at seta í verk ráðgevaskipan í skúlaverkinum • at lyfta og styðja námsfrøðiliga og fakliga støðið í skúlaverkinum • at fylgja við í tí, sum fyriferst innan gransking og menning á námsfrøðiliga økinum, serstakliga, tá ið talan er um ráðgeving og kunning í hesum sambandi • at viðgera og ráða til dagføringar av námsætlanunum • at skipa fyri almennu kunningini um námsætlanir og atknýttar fyriskipanir • at skipa fyri skeiðum og hava tætt samband og samstarv við skúlarnar • at samstarva tvørgreinaligt innanhýsis og uttanhýsis • at luttaka í tvørgreinaligum granskingarsamstarvi eitt nú í sambandi við eftirmetingar fólkaskúlans • at ráðgeva Mentamálaráðnum í námsfrøðiligum viðurskiftum Førleikakrøv Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur: • útbúgving frá hægri lærustovni innan námsfrøði, didaktik ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi harumframt hevur útbúgving sum fólkaskúlalærari. • góðan kunnleika um føroyska skúlaverkið, søguna og andan í fólkaskúlanum og -lógini • hug og hegni til námsfrøðiliga menning og ráðgeving. Royndir innan námsfrøðiliga ráðgeving og gransking er ein fyrimunur. • holla vitan um námsætlanir og rák, sum eru kring okkum innan námsætlanarøkið, og hegni til sjálvstøðugt at meta um, hvat hóskar til føroyska skúlaverkið og hví • góðan førleika at orða seg væl á føroyskum í skrift og talu • góð samstarvsevni Lønar- og setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú ert við til at menna skúlaverkið. Starvið hevur nógvar skiftandi uppgávur og nógv samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Umsókn Skrivlig umsókn merkt ‘serfrøðingur’ saman við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast til: Nám Hoyvíksvegur 72 FO-100 Tórshavn Ella sum teldupostur á eydun@nam.fo Umsóknin skal vera Námi í hendi í seinasta lagi á midnátt sunnudagin 19. august 2018. Ynskjast fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tlf. 555150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 23 starvsfólk. Próvstovan er knýtt at Námi, og har arbeiða 7 fólk. FØROYA MYNDAKALENDARI FYRI 2019 – fæst kring alt landið