Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2018síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 8. august 2018 · Nr. 90 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Milos Budakovic, Suðringar Stóð væl undir nógva trýstinum, sum B36 kom við mánadagin. Tryggur í tí, sum hann gjørdi og átti ikki lut í málinum. Bárður J. Hansen, NSÍ Spældi væl á bakkinum hjá NSÍ í stórsigrinum á EB/Streymi. Byrjar at líkjast spælaranum, sum kom á landsliðið á sinni Jóannes Bjartalíð, KÍ Skjýtur eitt mál og leggur upp til eitt. Kanska ikki so sjónligur í spælinum, men altíð avgerandi frammanfyri málinum – eisini upp á brotsspark Atli Gregersen, Víkingur Hevur ikki verið so væl fyri sum nú, har hann stýrdi ungu víkingunum rundanum seg væl. Petur Knudsen, NSÍ Spælarin hesa vikuna. Hann spældi ótrúliga væl móti bæði HB og nú EB/Streymi. Er í rúkandi menning Klæmint A. Olsen, NSÍ Setur nýtt met hvørja ferð hann skorar, eftir at hann skoraði mál nummar 154 á ólavsøku – skoraði aftur móti EB/Streymi Teitur Olsen, Suðringar Miðverjin hjá Suðringum kom eisini væl frá uppgávuni móti B36. Hann er ikki av størstu monnum, men hann lesir spælið væl Betuel Hansen, NSÍ Hevur funnið seg til rættis á miðvøllinum hjá Bagge, og sær út til at fáa nógv burturúr Páll A. Klettskarð, KÍ Kundi verið Ronni Møller- Iversen, men stimin hjá liðskiparanum hevur fram. Hann er av álvara farin at raka málið. Magnus Egilsson, HB Spældi bæði sum høgri bakk og sum vinstri bakk í dystinum móti Skála. Hóast samlaða avrikið ikki var sannførandi hjá HB, so spældi bakkurin sannførandi. Glenn Ståhl Venjarin hjá Suðringum hevði ikki nógv at geva av, tá hann tók móti B36. Við avmarkaðum spælarum megnaði hann tó, at fáa eitt stig við snildum. Símun Samuelsen, HB Skoraði eitt flott mál, og kundi eins væl havt fingið eitt afturat, tá hann rakti yvirleggjaran. Var HB góður móti Skála. Liðið hesa vikuna: